mikudagur 13. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 • mikudagur • 13. febriar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Landsliðsvenjarin
heldur tað vera
óðamannaverk, um
føroyingarnir
seinnapartin í dag
fara á vøllin á Kypros
við tí hugburðinum,
at teir eru
stórfavorittar
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Tíðliga seinnapartin í dag
fer føroyska fótbóltslands-
liðið aftur í eldin niðri á
Kypros. Talan er um 80. al-
tjóða skrásetta landsdystin
og mótstøðuliðið er eitt av
teimum, sum føroyingar
hava vunnið á í seinsta
dystinum, sum liðini hava
spælt
ímóti
hvørjum
øðrum.
Jógvan Martin Olsen,
sum hevur ábyrgdina, nú
landsliðið er á venjingar-
legu, var við í Liktinstein
fyri knøppum tveimum
árum síðani. Tá var hann
hjálparvenjarin hjá Allani
Simonsen. Jógvan Martin
heldur, at royndirnar frá tí
ferðini eiga at fáa før-
oyingarnar at taka upp-
gávuna í dag í stórum
álvara!
– Vit vunnu 1-0. Men eg
minnist væl, hvussu spælið
myndaðist. Í verjuni mangl-
aðu onkrir av føstu monn-
unum, men í álopspartinum
vóru allir tøkir. Kortini
høvdu vit í 1. hálvleiki
stórar trupulleikar. Liktin-
stein hevði einar tríggjar
stórar møguleikar, og tað
var bara tí, at Jens Martin
Knudsen fleiri ferðir hevði
meistarligar bjargingar, at
vit hildu tætt. Síðsta hálva
tíman høvdu vit meiri orku,
vit høvdu fleiri møguleikar,
og vit skoraðu sigursmálið.
Spælstýringin
Bæði Føroyar og Liktin-
stein kenna væl leiklutin at
vera trýst og kroyst í 90
minuttir. Í dag verður tað
øðrvísi, og so er spurn-
ingurin, hvussu tað fer at
eydnast at mynda fram-
rættaða spælið. Á altjóða
styrkislistanum eru Føroyar
hægri, enn Liktinstein er.
Men venjarin vil ikki hava,
at hansara menn eru ov
fokuseraðir á álopið:
–
Stóra
avbjóðingin
verður at fáa spælararnar at
vera so uppsettar, sum teir
vóru sunnukvøldið. Teir eru
ikki í fullgóðari venjing
enn, og tað sigur seg sjávlt,
at tað kostaði nógv – bæði
kropsliga og sinniliga – at
spæla ímóti Póllandi. Takið
er at fáa sannført spælar-
arnar um, at tað krevst sami
hugburður og sama stríð í
dag sum sunnukvøldið, um
vit skulu vinna á Liktin-
stein.
Ætlar tú at geva spælar-
unum leysari teymar í
álopsspælinum?
– Í útgangsstøðuni skulu
vit spæla akkurát, sum vit
gjørdu sunnukvøldið. Vit
skulu hava tol, vit skulu
ansa økjum, og vit skulu
vera klárir, tá álopsmøgu-
leikarnir vísa seg. Hóast
Pólland hevði bóltin meiri
enn vit, so megnaðu teir
ikki at leggja so ógvusligt
trýst á okkara verju. Síðu-
spælararnir hjá okkum vóru
týdningarmiklir ímóti Pól
landi,
og
aftur
ímóti
Liktinstein fara Jákup á
Borg og Heðin á Lakjuni at
vera lyklaspælarar í fram-
rættaða partinum, staðfestir
venjarin.
Eru á heimavølli
Dysturin ímóti Póllandi
varð spældur í Limasol. Í
dag verður spælt í Paplos.
Føroyingarnir búgva dygst
uttanfyri býin, og teir skulu
spæla á vøllinum, sum teir
hava havt allar venjingarnar
á, síðani teir komu niður á
Kypros. Tískil kunnu vit
siga, at talan er um eitt slag
av heimavølli hjá føroyska
liðnum.
Í fyrradagin vandu før-
oyingarnir bara klokkan
ellivu
fyrrapartin.
Teir
hvíldu seg og vóru í býnum
og keyptu seinnapartin. Í
gjár vandu teir klokkan
ellivu og ætlanin var at
venja aftur klokkan fimm.
– Umstøðurnar á gist-
ingarhúsinum
eru
sera
góðar, og tá vit støðugt
hava venjingarvøllin tøkan,
kunnu vit ikki siga annað,
enn at fyritreytirnar hava
verið góðar at fyrireika
okkum til dystin ómóti
Liktinstein. Nú ræður um,
at spælararnir eru kaldir og
ikki leypa framav, og at teir
leggja alla orku í, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Tað snýr seg um at vera bæði
kaldur og uppsettur
Virkandi landsliðsvenjarin er ikki av teirri fatan, at føroyska
liðið kann meta seg sjálvt sum favoritt ímóti Liktenstein
Teir skulu í ár spæla
tvær ferðir ímóti
Føroyum og eina ferð
ímóti Luksemborg og
Allani Simonsen
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Í Liktinstein vilja teir fegn-
ir standa seg betri í fótbólti,
enn teir hava gjørt higartil.
Í síðstu HM undankapp-
ingini fingu teir einki stig,
og vánirnar fyri, at teir
skulu fáa nakra serliga úr-
tøku burturúr komandi EM
undankappingini, eru einki
serligar. Ivaleyst eru teir
betri fyri fíggjarliga, enn
FSF er, men tað man kort-
ini koma væl við, at teir eru
komnir í EM undankapp-
ingarbólk saman við Ong-
landi.
Um
Liktinstein
skal
hugsa um at vinna onkran
landsdystin, so er sannlíkið
størst fyri tí, tá teir spæla
vinardystir ímóti tjóðum, ið
verða styrkismettar á um-
leið sama støði sum Liktin-
stein.
Í ár hava teir í Liktinstein
tríggjar
landsdystir
á
skránni ímóti sovornum
fótbóltstjóðum – tveir ímóti
Føroyum og ein ímóti Luk-
semborg. Umframt dystin
ímóti Føroyum í dag skulu
Føroyar
og
Liktinstein
spæla aftur í august. Dyst-
urin verður í Føroyum 15.
august. Tá Føroyar í apríl
2000 vóru í Liktinstein
varð avrátt, at teir skulu
koma henda vegin í 2002.
Allan
Simonsen
og
landsliðið úr Luksemborg
eru í hesum døgum í Cadiz
í Spania, har teir fyrireika
seg til komandi EM undan-
kappingina. Teir spældu
leygardagin ímóti Vejle,
sum uttan Christian Høgna
Jacobsen í liðnum vann 4-2
ímóti liðnum hjá mesta
kenda Vejle spælaranum
nakrantíð.
Fótbóltssambondini
í
Luksemborg og Liktinstein
hava gjørt avtalu um, at tey
skulu spæla landsdyst í
Luksemborg
mikudagin
127. apríl.
Men nú snýr tað seg hjá
Liktinstein um dystin ímóti
Føroyum í dag. Og teir taka
uppgávuna í stórum álvara.
Liktinstein er ikki á venj-
ingarlegu á Kypros. Teir
komu suður á Kypros
mánakvøldið, og teir fara
til hús aftur beinanvegin
eftir dystin.
Spælarahópurin hjá Likt-
instein er samansettur um-
leið á sama hátt, sum hann
var, tá teir fyri tveimum
árum síðani spældu ímóti
Føroyum. Tað vil siga, at
teir flestu spælararnir eru
úr høvuðsstaðarfelagnum
Vaduz. Einstakir spælarar
eru skrásettir í sveisiskum
feløgum, eitt nú Gras-
hopper Zürich, FC Zürich
og BSC Young Boys, men
tað er ikki altíð, at hesir eru
á besta liðnum.
Kendasti spælarin hjá
Liktinstein er Mario Frick.
Hann
spælir
í
Hellas
Verona í Italia. Tað er felag-
ið, sum Prben Elkjær í síni
tað var við til at gera til
italskan meistara. Nú er
Verona í næstabestu deild-
ini. Mario Frick er ikki við
landsliðnum hjá Liktin-
stein, nú teir eru ein svipp
suðuri á Kypros.
Liktinstein fær tríggjar møguleikar
21
20
Nr. 30 - 14. februar 2002
- Lidnu loysnirnar, tá
ið um menniskjaliga
menning ræður, eru
autoriterar, og tað,
sum er autoritert,
byggir ikki á autori-
tet, men á makt, og
oftast á einstreingjaða
makt. Tað er tí, tað er
so umráðandi at læra
at liva við tí ólidna.
Tað er óautoritert og
gevur tí pláss fyri
skiftandi autoritet-
um, segði Pauli
Nielsen, rektari á
Føroya Læraraskúla, í
útskrivingarrøðu
seinasta fríggjadag, tá
ein pedagogflokkur
fekk handað prógv
RØÐA
Miðskeiðis í januar mánaði
hevði Læraraskúlin vitjan
av góðum fólki úr granna-
londunum. Her var Ólafur
Proppé, rektari á Kennara-
háskóla Islands, sum eins
og
Føroya
Læraraskúli
bæði hevur pedagogút-
búgving og læraraútbúgv-
ing. Hann greiddi okkum
frá, hvussu íslendingar
royna at laga sínar útbúgv-
ingar og sína gransking á
útbúgvingarøkinum
eftir
egnum tørvi og egnum
mátti, men alla tíðina í
altjóða ljósi. Her var eisini
Mogens Nielsen, gamli og
navnframi professarin í
pedagogikk á Lærarahá-
skúlanum í Keypmanna-
havn. Hann legði okkum
eina við at geva pedagogum
og lærarum eina frælsa út-
búgving, og síðani í áliti
leggja dagliga arbeiðið í
hendurnar á teimum. Ein
tílík útbúgving sum lærara-
útbúgving og pedagogút-
búgving, er ikki ein skrá,
men
ein
menningartil-
gongd.
Væl
vitandi,
hvussu
bundin vit altíð hava verið
av gongdini á útbúgvingar-
økinum í Danmark, ávaraði
hann ímóti at halda, at allar
danskar loysnir á útbúgv-
ingarøkinum eru góðar
loysnir. Triði gesturin var
heimskendi svenski pro-
fessarin
í
pedagogikk,
Gunilla Dahlberg, sum ser-
liga hevur granskað á
øðrum av teimum økjun-
um, sum tykkara útbúgving
fevnir um — smábarna-
økinum. Tá ið hon fór, fekk
eg eina nýkomna svenska
bók frá henni. Bókin ber
heitið: “Hundra sätt at
tänka“, og er um kendu
barnagarðarnar í italsku
kommununi Reggio Emil-
ia.
Á aftastu síðu las eg
hetta: “Vegna tær mongu
mangan misvísandi tulk-
ingarnar víða um lond av
hugmyndafrøðini,
sum
liggur undir arbeiðinum í
barnagørðunum í Reggio
Emilia, mugu allir prent-
lutir, sum nýta myndir frá
Reggio Children, prenta
henda tekstin: “Sjónarmið-
ini, sum koma til orða í
hesum prentluti, eru rit-
høvundanna og umboða
teirra tulking av hug-
myndafrøðini og virksem-
inum í barnagørðunum í
Reggio Emilia. Innihaldið
er ikki alment góðkent av
Reggio
Children
ella
kommununi í Reggio Emil-
ia, og tí er ikki vist, at tað
umboðar sjónarmiðini hjá
teimum.””
Onkur heldur kanska, at
hetta er ein løgin smálig-
heit, sum her kemur til
sjóndar, men tann, sum veit
eitt sindur um hugmynda-
frøðina undir starvssemin-
um í Reggio Emilia, veit, at
her fyrst av øllum fjalir seg
óttin fyri avleiðingunum av
pedagogiskum lánum.
Øll vitjandi, sum koma til
barnagarðarnar í Reggio
Emilia, fáa at vita, at tað, ið
tey har gera, er vaksið fram
í teirra egna jørðildi, men í
støðugum samskifti við
umheimin. Lokalt “nær-
sýni” og altjóða opinleiki er
pallurin, sum teirra menn-
ing sprettur úr. Og tað er
vegurin,
sum
Reggio
Emilia ræður øðrum til at
ganga.
Hugsið sjálv og hyggið
uttan um tykkum. Hetta
hava verið og eru hyggju-
ráð, sum tíverri sjaldan
verða fylgd Á útbúgving-
arøkinum eru vit nøkur,
sum leingjast eftir meira av
tílíkum hugburði her hjá
okkum. Tí lív er hugsan, og
verður framt av tíð til
hugsan.
Men í staðin freistast vit
at leita eftir loysnum hjá
øðrum og taka tær til okk-
ara, tí tað er so nógv lættari
enn at menna hugsjónirnar
í samskifti við onnur.
Kanska er tað tí, at tað hjá
nógvum á okkara døgum
ræður meira um at vekja
ans og at vera ansalig, held-
ur enn at fara við ansni.
Hava vit lidnu loysnina,
sanna vit tað, sum Piet
Hein sigur í einum av sín-
um tiltiknu grukkum:
Mensker
er gode
på bunden
sae fanden
de vil ikke
forbedre
sig selv men
hinanden
Men er tað tað, sum vit
vilja? Lidnu loysnirnar, tá
ið um menniskjaliga menn-
ing ræður, eru autoriterar,
og tað, sum er autoritert,
byggir ikki á autoritet, men
á makt, og oftast á ein-
streingjaða makt. Tað er tí,
tað er so umráðandi at læra
at liva við tí ólidna. Tað er
óautoritert og gevur tí pláss
fyri skiftandi autoritetum.
Loris Malaguzzi, sum er
stóri autoriteturin aftan fyri
arbeiðið í Reggio Emilia,
altíð verdur at lurta eftir,
vísir alla tíðina á tað ríka
barnið — dregur fram
møguleikarnar heldur enn
avmarkingarnar, sum vit
ofta kunnu hava lyndi til.
Hann hevur skrivað lívg-
andi ljóð um børnini, og
um teir møguleikar, sum í
teimum búgva. Yvirskriftin
er:
Tvørturímóti
tað er hundrað, sum er til!
Eitt barn
er gjørt av hundrað
Barnið hevur
hundrað mál
hundrað hendur
hundrað tankar
hundrað hættir at hugsa
at spæla og at tala
hundrað altíð hundrað
hættir at lurta
at undrast
at halda av
hundrað lystir
at syngja og skilja
hundrað heimar
at finna uppá
hundrað heimar
at droyma sær til
eitt barn hevur
hundrað mál
(og hundrað hundrað
hundrað aftrat)
men verða rænd
tey nítiníggju.
Skúlin og mentanin
skilja høvur frá kroppi.
Tey biðja børn:
hugsa uttan hendur
virka uttan høvur
lurta men einki siga
skilja uttan gleðina
at hugfangast og fegnast
annað enn á jólum og á
páskum.
Tey biðja tey:
finna tann heim
sum longu er til
og av øllum hundrað
ræna vit teir nítiníggju
Tey siga teimum:
at spælið og arbeiðið
tað veruliga og tað
ímyndaða
vísindin og hugflogið
himinin og jørðin
skilið og dreymarnir
eru fyribrigdi
leys av hvørjum øðrum.
Tey siga teimum:
at tað ikki eru hundrað
Men børnini siga:
Tvørturímóti,
tað er hundrað, sum er til.
Vitjanin, vit høvdu í
januar, er sprottin og íkom-
in av tílíkari hugsan, sum
eg havi røtt um í dag. Vit
her á Frælsinum eru tað
einasta staðið, og tí eisini
tað frægasta, sum vit eiga at
útbúgva tykkum, sum vilja
nýta vit og skil og atbeiðs-
orku tykkara í pedagogisk-
um arbeiði við børnum og
við vaksnum, sum tørva
serstakt atlit.
Tað er ein heitur biti, at
taka tílíkt verk á seg.
Her sum nógva aðra
staðni, og vit, ið starvast
her, høvdu ynskt, at vit
fingu betri stundir at fóta
okkum í okkara dagliga
starvi. Tað hevði spurst
aftur.
Við hesum orðum vil eg
ynskja tykkum og øllum
tykkara hjartaliga til lukku,
nú tit eru liðug við útbúgv-
ingartíðina her á Lærara-
skúlanum. Vónandi hava tit
lært so mikið hesi árini, at
tit fara at sanna, at tit hava
nógv eftir at læra.
Tað er hundrað, sum er til
C
M
Y
K
20