Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 30 - 14. februar 2002 Nr. 30 - 14. februar 2002 19 Møguleiki er fyri, at als eingin boring verður á landgrunn- inum í ár og helst bert avmarkað leiting næsta ár. Oljufeløgini vilja eftir øllum at døma brúka meiri tíð til at endurskoða sítt kanningartilfar eftir úrslitini av boring- unum í fjør, soleiðis at tey kunnu vera meira neyv í sínum metingum, tá borar- nir aftur verða settir í undirgrundina. OLJULEITING/ ANALYSA Jan Müller Tað er eitt sindur óvist, um nøkur boring verður á føroyska landgrunninum í hesum árinum. Eftir teir tríggjar fyrstu brunnarnar, sum vórðu boraðir í fjør, skal eftir ætlanini enn ein brunnur borast í hesum árinum. Tað er brunnurin hjá Agip. Tað er tó eingin loyna, at úrslitini av boringunum í fjør kunnu hava við sær, at eingin boring verður í hesum árinum. At hvørki Statoil ella BP funnu olju, og tann sannroynd, at fund- ið hjá Hess var í jarðløgum, har eingin hevði roknað við at finna olju, ger, at olju- feløgini eru noydd til at endurskoða sínar metingar av øllum økinum. Tvs. at tey mugu fara aftur til tekniborðið og gera sítt heimaarbeiði enn einaferð. Óttin fyri lækkandi olju- prísum og stóri kostnaðurin at bora á djúpum vatni við Føroyar gera, at feløgini heldur vilja gera sítt kann- ingarbeiði betri og tí kanska eisini útseta bor- ingar, um tey afturfyri kunnu hava betri møguleika at raka við olju. Frá byrjan løgdu tey seg eftir strukturum í undir- grundini líkir teimum, har olja er funnin í bretskum øki, av slagnum Foinaven og Schiehallion. Men her mistóku feløgini seg so dyggiliga. Henda strategiin skuldi vísa seg at vera eitt mistak, og herfyri váttaði boristjóri hjá BP, at sjáldan hava jarðfrøðingar mistikið seg so nógv sum tá teir settu á føroyska landgrunn- in. Á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum her- fyri kom fram, at bæði Statoil og BP fóru at brúka væl av tíð til at evaluera úrslitini og til at meta um seismikkin heilt av nýggj- um. At Hess so fann olju og gass í nógv djúpri løgum enn roknað við ger, at allar útrokningarnar og meting- arnar mugu gerast heilt av nýggjum - ikki bara hjá Statoil og BP, sum hava borað, men eisini hjá teim- um, sum enn ikki hava borað og sum gera klárt til sína fyrstu boring. Tað kann tí hugsast, at eisini Agip vil gera sítt heima- arbeiði av nýggjum. Fundið hjá Hess liggur eisini tætt uppat loyvinum hjá Agip, og tí er ikki óhugsandi, at Agip vil brúka meiri tíð til sínar fyrireikingar, og at felagið tí kanska heldur vil bíða við at bora til í næsta ár. Bíða Leitistjórin hjá felagnum segði við Sosialin leygar- dagin, at Agip fer at bora tann besta brunnin á tí besta staðnum til ta røttu tíðina, og at teir ætla at halda seg til tær avtalur teir hava við Oljumálastýrið, sum eru at bora í seinasta lagi í august í ár. Spurning- urin er so, um rætta tíðin tá samanumkemur er í ár ella í næsta ár. Graham Stewart, nevnd- arformaður í Føroya Kol- vetni, sum er partur av leitiloyvinum hjá Agip, segði við Fregnir fríggja- dagin, at teir enn ikki vita, hvar teir fara at bora. Teir mugu bíða eftir frágreið- ingini frá Hess sigur hann og vísir á, at úrslitini hjá Hess verða tøk einaferð í summar. Ilt er at vita, hvussu eitt slíkt úttalilsi skal tulkast. Kann tað td. hugsast, at Agip-samtakið umhugsar at biðja um útseting av síni boring til í næsta ár. Ætlanin hevur jú verið at bora í summar og verður skotbráið tá sera stutt, skal bíðast eftir úr- slitinum hjá Hess fyri at finna út av, hvar borast skal. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess sigur við Sosialin týsdagin, at teir fara at koma við eini frá- greiðing til Oljumálastýrið í august, men hann dugir ikki at siga, hvussu nógv í smálutir henda frágreiðing verður. Tað er tí eingin vissa fyri, at Hessfrágreið- ingin fer at kunna beina Agip og Føroya Kolvetni at rætta staðið at bora. Skilagott at bíða! Tað kann eisini hugsast, at føroyskir oljumyndugleikar halda tað vera skilagott, at eisini Agip sleppur at end- urskoða sítt kanningartilfar út frá úrslitinum frá boring- unum hjá hinum oljufe- løgunum og tí vil góðtaka eitt ynski um at bíða við at bora til í næsta ár. Møgu- liga er tað eisini úrslitið av boringini hjá Hess beint hinumegin markið í ár, sum bíðað verður eftir. Spurn- ingurin er bara, hvussu nógv innlit onnur oljufeløg fáa í ta boringina, tí hon er í bretskum øki. Lat tað verða undirstrik- að her, at hetta eru okkara egnu metingar, sum hvørki eru váttaðar hjá Agip ella í Oljumálastýrinum. Stór óvissa um boring OLJULEITING/ ANALYSA Jan Müller Tað sær so heldur ikki út til, at nakað av hinum fyristøðufeløgunum (operatørunum) fara at bora í ár og møguliga heldur ikki í næsta ár. Hóast BP og Statoil á oljuráðstevnuni í Norð- urlandahúsinum í fjør søgdu frá, at tey fóru helst at bora í 2003, kann tað hugsast, at fe- løgini vilja brúka upp- aftur meira tíð til sítt kanningarbeiði og vilja bora hinar brunnarnar tey hava bundið seg til í 2004. Hetta frættist frá keldum í oljuumhvørvi. Tað kann so merkja, at eingin boring verður í ár, bert ein næsta ár og tvær í 2004. Tá skal tó við- merkjast, at vit ikki vita, hvussu verður stætt við fundinum hjá Hess. Um úrslitið av víðari kann- ingunum í ár og boring- in á bretskum øki beint við markið í vár fer at vera positivt, so kann hugsast, at Hess fer at bora ein ella fleiri met- ingar- og avmarkingar- brunnar (apprailsal- wells) seinni í ár ella í næsta ár. Tað veldst alt um, hvussu útlitini er fyri einum lønandi fundi á Føroyaøkinum. Alt hetta merkir, at virksemið í sambandi við eina møguliga olju- vinnu á føroyskum øki fer at verða rættiliga avmarkað í ár og í næsta ár. Vart skal tó gerast við, at hetta eru egnar metingar, sum lutvíst eisini eru bygdar á sam- røður við keldur í olju- vinnuni men sum sagt ikki váttaðar av oljufe- løgum ella myndug- leikum. Statoil og BP bíða eisini Kortið vísir okkum loyvini á føroyskum øki West Navion, sum boraði á landgrunninum í fjør, fer neyvan at bora her aftur í bræði. Skipið skal tó bora ein brunn fyri Amerada Hess í bretskum øki, tætt við markið í apríl, mai ella juni Mynd Heri á Rógvu OLJULEITING/ ANALYSA Jan Müller Fara vit víðari í analysu okkara um óvissuna um boring á landgrunninum í ár kunnu tað eisini vera onnur viðurskifti, sum gera, at Agip og Føroya Kolvetni vilja sleppa at bíða við fyrstu boringini. Tað er ein sannroynd, at Agip í løtuni eigur 93% av loyvinum. Tvs. at tað tekur á seg nærum allan váðan. Hetta er sera óvanligt í oljuleiting serstakliga í ein- um nýggjum og ivasomum øki. Føroya Kolvetni eigur sum er 7% av loyvinum men kann økja sín lut til 22%. Tá hugsað verður um, hvussu kostnaðarmikið tað er at bora á djúpum vatni við Føroyar, ein brunnur kann koma upp í 200 til 250 mill. kr., so kann hugsast, at eitt felag sum Agip vil royna at spjaða váðan meira og ikki sita á 93% av loyvinum einsa- malt. Hjá bæði BP , Statoil og Hess varð og er váðin spjaddur til fleiri sterk feløg. Føroya Kolvetni er eitt sera lítið felag, og hóast ætlanin at økja um partin úr 7% upp í 22%, so stendur Agip framvegis eftir við 78% av loyvinum og harvið váðanum. Og tað er nógv kemur ein brunnur at kostar einar 200 mill. kr., og hann vísir seg at vera turrur. Vit vita so heldur ikki í løtuni, hvussu tað fer at eydnast Føroya Kolvetni at útvega kapital til at økja um sín part av loyvinum úr 7 uppí 22%. Hetta er so treytað av, at felagið megn- ar at tekna nógvan nýggjan partapening á partabræva- marknaðinum í London seinni í hesum mánaðinum. Leiðslan í felagnum hevur víst á, at góðir møguleikar eru fyri at fáa neyðuga kapitalin. Skal Agip bora í august so er helst seinasta útkall hjá Føroya Kolvetni at skaffa henda peningin í hesum mánaðinum ella í næstum, umleið eitt hálvt ár, áðrenn borað verður. Tvs. at eydnast tað t.d. ikki at fáa allan neyðuga parta- peningin í februar, og Før- oya Kolvetni tí hevur brúk fyri at meiri tíð at fáa allan neyðuga partapeningin til vega, so kann tað eisini vera enn ein orsøk til, at Agip heldur vil ella er tvungið til bíða at bora til í næsta ár. Enn ein orsøk til at Agip møguliga ynskir at bíða ella noyðist at bíða við síni boring til í næsta ár kann tí umframt at vilja gera seismikkarbeiðið betri og at geva Føroya Kolvetni betri stundir at útvega parta- pening vera tann, at tað enn ikki hevur eydnast at fáa annað størri oljufelag at "farma" inn í loyvi tvs. at vera partur av loyvinum. Samanumtikið kann sigast, at nógv ber á tað borðið, at Agip heldur vil bora í næsta ár enn í ár. Og hóast hetta kann koma óvart á føroyska veitingar- ídnaðin, so kann tað eisini uppá sikt koma væl við, um so er at tað at útseta boring betrar um møguleikan hjá Agip at finna olju, tá tað fer undir at bora. Óvanliga stórur váði OLJULEITING/ ANALYSA Jan Müller Fara metingar okkara at ganga út, so verða tað helst fáa uppgávur hjá føroyska veitingarídnaðinum kom- andi árini. Spurningurin er so í hvønn mun hesin ídn- aður kann vera kappingar- førur og átaka sær upp- gávur í sambandi við leit- ing hinumegin markið. Uttan mun til hvussu nógv borivirksemi verður á landgrunninum í næstu framtíð, so kann tað tó eisini hava stóran týdning fyri føroyingar, hvat fer at henda beint hinumegin markið, har vit longu vita um oljufeløg, sum fara at bora í bretskum øki beint upp at føroyska markinum í hesum árinum. Vit vita sum er, at Amerada Hess fer at bora ein brunn í næsta ársfjórðingi, og at hesin møguliga eisini kann upp- fatast sum ein metingar- og avmarkingarbrunnur fyri fundið á føroyska økinum eisini. Tað verður mett, at fundið Hess gjørdi á føroyskum øki í fjør eisini liggur inni á bretskum øki. Amerada Hess hevur so eisini eitt annað loyvi í bretskum øki m.a. saman við Texaco, sum eisini hevur fleiri onnur áhuga- verd loyvi í bretskum øki. Tað kann hugsast, at Texaco fer at bora í ár, eitt nú longur norðuri, har tað hevur eitt loyvi, sum liggur heilt uppat føroyska mark- inum, og har Agip hevur eitt 9 ára loyvi føroysku megin markið. Um Texaco fer at bora í grannalagnum í ár og verður so heppið at finna olju, so vil tað kunna skapa størri áhuga fyri 9 ára loyvinum hjá Agip í føroyskum øki. Tvs. at tað tá kann hugsast, at eitt 9 ára loyvi bráddliga verður til eitt 6-ára loyvi. Hetta eru tó bert gitingar, sum eru frammi í oljuídnaðinum. Aftrat øllum hesum er so spurningurin, hvat Phillips og Statoil fara at gera í teirra loyvum á bretskum øki niðri í Gulhorninum. Møguliga sita hesi feløgini eins og onnur eitt nú Agip og bíða eftir úrslitinum av boringini hjá Amerada Hess í loyvinum á bretsk- um øki, ið liggur beint við síðuna av. So tað eru nógvir ókendir faktorar í sambandi við leitivirksemið á Atlants- mótinum bæði í ár og komandi árini. Tað merkir so aftur, at føroysk vinna, sum vil veita tænastur til eitt komandi leitivirksemi í øllum økinum má gera seg út við toli. Tað verði seg útgerðarhavnin í Runavík, tey ymsu útgerðarfeløgini, heilsølurnar, Atlantsflog osfr. Men møguleikar eru so eisini fyri at fara um markið og brúka fyrstu royndirnar at vera veitari til oljuvinnuna sum lopfjøl til uppgávur uttan fyri Før- oyaøkið. Uppgávurnar føroyskur veitingarídnaður fer at fáa frá oljuleitingarvirksemi á landgrunninum verða helst sera avmarkaðar komandi árini Vinnan má hava tol Fleiri av oddafólkunum í Agip og Føroya Kolvetni saman við oljumálaráðharranum C M Y K 19 18