mikudagur 13. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 14. februar 2002
Nr. 30 - 14. februar 2002
17
Tónleikasamtakið
Grót skipaði um
vikuskiftið fyri
konsertum í Gøtu og í
Havn. Teitur og Lena
og Niclas fóru á pall,
meðan ein sitandi
lurtarafjøld hugnaði
sær óført, eins og
fólkini á palli.
Tónleikurin verður
nú innspældur og
fløgur eru væntandi
seinni í ár
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Lagt var rættiliga upp til
livndi tónleik og hugna, tá
Grót um vikuskiftið skipaði
fyri tveimum konsertum
við Niclas og Lenu og Teiti
Lassen.
Fyrra konsertin var í
Losjuni í Gøtu fríggja-
kvøldið, hin seinna í Lær-
araskúlahøllini
sunnu-
kvøldið.
Talan var um konsert, tó
at borð vórðu sett upp.
– Tað var sera hugnaligt.
Eitt slag av sitikonsert, ið
hóskaði og riggaði betri
enn café, sigur ein væl
nøgdur Niclas.
Eisini fyrireikararnir eru
væl nøgdir.
- Í losjuni var fullsett og í
Læraraskúlahøllini
vóru
eini 100 fólk og tað var so
passaligt, tá borð vórðu sett
upp, sigur Jón Tyril frá
Grót.
- Vit royna at gera um-
støður fyri livandi tónleikin
og her høvdu vit tvey av
bestu nøvnunum, ið eisini
hava roynt seg í útheimin-
um, so stuttligt er at geva
teimum høvi at spæla, tá
tey vitja heima, sigur ein
væl nøgdur Jón Tyril
Sólin og regnið
Eisini tónleikararnir eru
væl nøgdir.
Niclas metir, at hetta var
eitt hugnaligt tiltak.
- Teitur spældi av síni
komandi fløgu við føroysk-
um løgum, sum hann ann-
ars eisini arbeiðir við í
upptøkuhølunum hesa vik-
una. Eg og Lena spældu
ymiskt og fara eisini undir
nýggja fløgu einaferð í
mars, sigur Niclas.
Bæði Teitur og eisini
Niclas og Lena høvdu nógv
nýtt á skránni. Nýtt var
eisini at síggja og hoyra
Lenu leika guitar og hon
leikti nógv, ið hon sjálv
hevur skrivað. Og tónleik-
urin hetta kvøld var væl
fagnaður.
Teitur Lassen er júst
afturkomin úr Hollywood.
Hann metir, at slíkur kon-
sertformur er óført forum,
og hann fegnast stórliga um
eitt tónleikasamtak, sum
Grót, sum fær slíkt í lag.
- Hasi fólkini er ófør,
sigur Teitur, sum hesa vik-
una tekur upp í Føroyum.
Niclas er framleiðari. Talan
er um fløgu við føroyskum
løgum og fløguætlanin
hevur heitið Sólin og
Regnið.
- Tað er langt síðani, fólk
hava hoyrt meg syngja á
føroyskum, sigur Teitur, ið
metir nýggju fløguna hoyra
heima í fløgukassnum við
fólkapoppi.
Tað gekk væl hjá Teiti í
Hollywood, har hann leikti
til eina veitslu, har sjón-
leikarar komu saman.
Eisini gekk vikuskiftið
væl og so gongur vónandi
eisini væl í upptøkuhølun-
um hesa vikuna. Fløguna
hjá Teiti sleppa vit at hoyra
einaferð í apríl. Lena og
Niclas byrja sínar upptøkur
í mars.
Grót, sól og regn:
Væleydnað
tónleika-
vikuskifti
Teitur Lassen spældi sera væl á konsertunum, sum hann hevði saman við Lenu og Niclas
Lena og Niclas vóru væl
uppløgd á konsertini
sunnukvøldið í
Læraraskúlahøllini
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Norskir
bankar dýrir
Munurin á innlánsrent-
uni og útlánsrentuni í
norskum bankum er
næstan eitt prosentstig
størri enn í svenskum
bankum. Í Noregi er
munurin 2,5 prosent-
stig, og í Svøríki er
hann 1,6 prosentstig. Í
teimum donsku bank-
unum er munurin at
kalla tann sami sum í
teimum svensku, 1,7
prosentstig.
Munurin á innláns-
rentuni og útlánsrentuni
verður ofta nýttur sum
mynd av, hvussu stór
kappingin er millum
bankarnar
um
við-
skiftafólkini, og sam-
bært tølunum er kapp-
ingin serliga lítil í
Noregi.
Norskir bankamenn
halda kortini ikki, at
tølini eru heilt rættvís.
Teir vísa m. a. á, at í
Danmark og Svøríki
hava tríggir teir størstu
bankarnir meiri enn 80
prosent av marknaðin-
um, og tað er munandi
meiri, at teir tríggir
størstu
bankarnir
í
Noregi hava.
Týskland
slapp
Roknað hevur verið
við, at fíggjarmálaráð-
harrarnir í ES-lond-
unum fóru at geva
Týsklandi
eina
á-
breiðslu, tí landið hevur
so stórt hall á fíggjar-
lógini, men ábreiðslan
kom kortini ikki.
Týska stjórnin hevur
sjálv boðað frá, at hall-
ið verður 2,7 prosent av
bruttotjóðarframleiðslu
ni, og tað er ikki langt
frá hámarkinum hjá ES,
sum er 3,0 prosent.
Spania,
sum
hevur
formansskapin í ES,
fekk tosað hini londini
frá at senda Berlin eina
ávaring, men framman
undan hevði spanska
stjórnin tryggjað sær
eitt lyfti frá týsku
stjórnini um at halda
aftur í teimum almennu
útreiðslunum.
Belgia,
Finnland,
Holland og Eysturríki
bardust sum úlvur á
skóg fyri at fáa hini
londini at taka undir
við at átala Týskland,
meðan Bretland strídd-
ist ímóti av øllum alvi.
Stjórnin hjá Tony Blair
hevur boðað frá mun-
andi íløgum í jarn-
breytakervið og heilsu-
verkið, og hon er tí ikki
serliga hugað fyri, at
ES kanska eisini fer at
venda eygunum ímóti
bretska fíggjarpolitikk-
inum.
Úr Norðurlondum:
Venda
Brixtofte
bakið
Tær nógvu avdúking-
arnar um virksemið hjá
borgarstjóranum
í
danska býnum Farum,
Peter Brixtofte, hava nú
eisini fingið hansara
fólkatingsveljarar til at
venda honum bakið.
Peter Brixtofte hevur
verið fólkatingsmaður
fyri Vinstra í Otterup-
valdøminum á Fyn síð-
ani 1990, men sambært
blaðnum Fyens Stifts-
tidende ætla fólk í
valfelagnum ikki at
stilla hann uppaftur.
Valfelagið fer at taka
endaliga
støðu
til
spurningin mánadagin í
næstu viku.
Vænta
mótmæli
Myndugleikarnir
í
Norðurnoregi eru farnir
at fyrireika seg til
umfatandi mótmælis-
tiltøk ímóti ætlanini um
oljuútbyggingar í Ba-
rentshavinum.
Fleiri
felagsskapir hava boð-
að frá, at teir fara at
skipa fyri mótmælum,
og mánadagin greiddu
umboð fyri felagsskap-
in Nator og Ungdom
løgregluni í Hamm-
erfest frá sínum mót-
mælisætlanum.
Løgregluovastin
í
Hammerfest sigur, at
mótmælistiltøkini
verða helst tey størstu
síðani 1979, tá nógvir
norðmenn mótmæltu
vatnorkuútbyggingini í
Alta og Kautokeino.
Hendir tað, noyðist løg-
reglan í Norðurnoregi
at fáa hjálp, sigur
ovastin. Summir av
felagsskapunum, sum
ætla sær at mótmæla
oljuætlanunum í Ba-
rentshavinum,
hava
ávarað um, at teirra
mótmælistiltøk møgu-
liga fara út um lógar-
innar rammur.
Stjórnin í Avstralia er
ákærd fyri at hava
lurtað eftir telefon-
samrøðum hjá norska
farmaskipinum
"Tampa", tá skipið
tók fleiri hundrað
flóttafólk upp sein-
asta summar
AVSTRALIA
Árni Joensen
Tað er enska blaðið The
Daily Telegraph, sum av-
dúkar, at avstralsku mynd-
ugleikarnir lurtaðu eftir
telefonsamrøðunum, sum
"Tampa" hevði við land,
eftir at skipið hevði tikið
flóttafólkini
av
einum
søkkandi skipi.
Sambært blaðnum lurtaði
avstralska fregnartænastan
DSD eftir samrøðunum,
sum manningin á "Tampa"
hevði við altjóða flutnings-
samgonguna
ITF
og
avstralska sjómannafelag-
ið. Fregnartænastan lurtaði
eisini eftir telefomsamrøð-
unum millum flutnings-
samgonguna og sjómanna-
felagið.
Nú er avstralska fregn-
artænastan ákærd fyri at
hava brotið sínar heimildir,
tí hon lat stjórnini avrit av
telefonsamrøðunum. Hetta
er
einans
loyvt,
um
myndugleikarnir
meta,
landsins trygd er í vanda,
ella tá talan er um sera
álvarsom brotsverk.
Andstøðuleiðarin í Av-
stralia, Simon Crean, sigur,
at málið er sera álvarssamt,
og hann hevur nú kravt at
fáa eina frágreiðing frá
forsætisráðharranum John
Howard.
Stjórnin verjir avgerðina
hjá fregnartænastuni við at
vísa á, at fleiri av flótta-
fólkunum hóttu norska
skiparan Arna Rimnan. Ein
onnur orsøk til avgerðina
var, at avstralskir hermenn
vóru umborð á skipinum,
sigur stjórnin.
"Tampa"
tók
438
flóttafólk av einum skipi,
sum var komið í havsneyð,
men norska skipið slapp
ikki at seta tey í land á
Jólaoynni,
sum
norski
skiparin ætlaði.
Høvuðsákærin við
krígsbrotsmannadóm
stólin í Haag, Carla
del Ponte, samanbar
tilburðirnar í gamla
Jugoslavia við ræðu-
leikarnar í miðøldini,
tá hon í gjár byrjaði
rættarmálið ímóti
Slobodan Milosevic
Rættarfundurin varð settur
klokkan hálvgum tíggju í
gjár, og hóast hann varð
sjónvarpaður
beinleiðis,
tóktist Milosevic ikki ser-
liga ávirkaður av tí, sum
hendi.
Carla del Ponte legði fyri
við at siga, at fyrrverandi
jugoslaviski forsetin er
ákærdur fyri harðskap, ið
minnir um tað, sum hendi í
miðøldini, eins og hann
eisini er ákærdur fyri við
køldum blóði at hava lagt
ein væl skipaðan útreins
ingarpolitikk til rættis.
Hon legði dent á, at
Milosevic
skal
sjálvur
standa til svars fyri tað,
sum hendi, og at dóm-
stólurin ikki fer at býta
ábyrgdina millum hann og
nakran annan.
-
Eingin
statur
ella
felagsskapur verður stevnd-
ur fyri rættin í hesum máli,
segði Carla del Ponte. Hon
segði, at rættarmálið ímóti
Milosevic skal vísa um-
heiminum, at eingin kann
seta segt sjálvan oman fyri
lógina.
- Sum ákæri umboði eg
ikki bara ST, men alt
heimssamfelagið,
segði
ákærin.
Hon
boðaði
frá,
at
ákæruvaldið fer við frá-
sagnum og vitnum at
prógva, at tann skipaði
politikkurin hjá fyrrverandi
jugoslaviska
leiðaranum
kostaði
fleiri
túsund
albanum og kosovoalban-
um lívið, og at onnur vóru
fyri ágangi av ymsum
ómenniskjansligum slagi.
- Alt, sum hann gjørdi,
tænti einans endamálinum
at fáa størri vald, segði
Carla del Ponte.
Hon legði afturat, at
ákæruvaldið fer at lata
fleiri av offrunum vitna
ímóti Milosevic, men øll
kunnu ikki vitna, tí tey eru
ikki á lívi longur, segði
hon.
Millum teirra, sum eisini
skulu vitna í Haag, eru
kosovoalbanski
leiðarin
Ibrahim Rugova og fyrr-
verandi amerikanski sem-
ingsmaðurin
William
Walker.
Ákæruvaldið
hevur
heilar 66 ákærur ímóti
Milosevic. Verður hann
dømdur sekur, kann hann
fáa
lívlanga
fongsuls-
revsing. Roknað verður
við, at rættarmálið fer at
vara tvey ár.
Avstralia lurtaði eftir telefon-
samrøðunum hjá "Tampa"
66 ákærur ímóti Milosevic
-Framferðin hjá Slobodan Milosevic var átøk ræðuleikunum í
miðøldini, segði høvuðsákærin, tá rættarmálið í Haag byrjaði
í gjár
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
17
16