mikudagur 13. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 14. februar 2002
15
- Allur ungdómurin hevur
sent sms til hvønn annan í
alt kvøld, og avtalaðu vit at
hittast her klokkan 23.00.
Vit hava hoyrt nokk tómt
tos, nú skal okkurt henda,
greiddi ein ungur drongur
frá.
- Vit standa her, til vit
hava fingið okkara disko-
tek!
Tey ungu stóðu við sítt,
og eftir eina løtu løgdu tey
seg á vegin framman fyri
bilunum, og á bilarnar
sjálvar.
Soleiðis hildu tey áfram
eina góða løtu, og til tíðir
kundi hetta síggja øgiligt
út.
- Um ein bilur koyrir á
okkum, soleiðis at vit koma
til skaða, so skal løgreglan
geva honum eina bót. Tað
er ikki loyvt at koyra á fólk,
men vit hava loyvi at
mótmæla. Vit finna okkum
ikki í, at vit einki stað hava
at vera í, rópti ein ung genta
út til fólkið, ið var komið at
hyggja at.
Brádliga varð alt tann
reini ruðuleiki...
Alt í einum leyp meira øði í
mannamúgvuna.
Ein
drongur rópar: BORG-
MEISTARIN !!, og skjótt
varð hvíti bilurin hjá Stein-
bjørn Jacobsen kringsettur
av ýlandi ungfólki, sum
høvdu
hug
at
koppa
bilinum.
- Tit á Býráðnum gera
einki fyri okkum, sum eru
undir 18 ár. Vit hava einki
at gera, og tað er tykkara
ábyrgd. Og vit vilja hava
eitt diskotek. Nú !, ljóðaði
inn í bilin.
Men Steinbjørn Jacob-
sen, borgarstjóri, var ró-
ligur og steig stillisliga úr
bilinum.
- Eg veit ikki enn, hvat tit
gera her í kvøld. Men vit
kunnu altíð tosa um tað; eg
eri altíð til reiðar at tosa við
ungdómin
í
Klaksvík,
royndi borgarstjórin at siga
teim ungu.
Men tey høvdu als ongan
hug at lurta eftir borgar-
stjóranum, og hildu áfram
við at rópa og rista í bilin.
- Eg havi altíð hildið
ungdómin í Klaksvík verið
fittan, men hetta er heilt
klárt eitt neyðarróp frá
teimum. Mentunarnevndin
í býráðnum skal hava ein
fund komandi mikudag, og
á skránni er eisini tey ungu
undir 18 ár. Vit í býráðnum
vita, at tað gongur ov seint
við at finna eitt tilhaldsstað
til ungdómin, men vónandi
kann kvøldið í kvøld
skumpa eitt sindur undir.
Vit fara í øllum førum at
tosa meir um hetta komandi
mikudag, segði Steinbjørn í
stuttari viðmerking.
Endaði við føroyskum
dansi
Um eitt-tíðina vóru fólk tó
so mikið sissaði, at ferðslan
so nøkulunda kundi halda
áfram.
Ístaðin fyri at standa sum
ein manngarður eftir Klaks-
víksvegnum, slóu tey ungu
ring og trivu í eitt kvæði.
Eitt baldrut kvøld, sum
tíanbetur, hóast alt, endaði í
øllum góðum.
Umleið 200 grýlur millum 14 og 18 ár gjørdu vart við sína ónøgd
Blómukassarnir vórðu eisini nýttir
Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, fekk av at vita frá
ungdóminum í kommununi
Og dansurin gekk lystiliga
Nógv varð gjørt fyri at halda bilunum aftur
15
14
Nr. 30 - 14. februar 2002
Vit mótmæla, tí vit
vilja hava eitt diskotek
í Klaksvík !
Tey vaksnu gera hvørki
til ella frá, so nú hava
vit tikið sakina í egnar
hendur. Um hetta ikki
fær politikkararnar at
vakna, ja, so kann alt
gera tað sama.
UNGDÓMUR
Solby A. Eliasen
Ragnhild Ellingsgaard
Myndir: Abraham
Mikladal, Kári Sólstein og
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Orðini eigur ein
16 ára gamal drongur, sum
saman við umleið 200
øðrum ungum, seint føstu-
lávintsmánakvøld, harðliga
mótmæltu, at Býráðið ikki
er farið undir ein meira
sjónligan ungdómspolitikk.
Í meir enn eitt ár hevur
Klaksvíkar Býráð lovað
teimum ungu í býnum eitt
tilhaldsstað, har tey kunnu
vera um kvøldarnar og í
vikuskiftunum.
Hetta tilhaldsstað skal
virka sum eitt slag av ung-
dómshúsi, har tey ungu
hava okkurt at siga.
Men enn er einki hent, og
mánakvøldið var tolið uppi
hjá teimum ungu.
Um ellivu-tíðina mána-
kvøldið hittust um 200
grýluklødd ung undir 18 ár
á posthúshorninum í Klaks-
vík.
Tey høvdu fingið nokk,
og nú skuldi okkurt henda.
Eftir stutta tíð høvdu tey
steðgað allari ferðslu eftir
Klaksvíksvegnum, og um
alla Klaksvíkina hoyrdust
rópini : Vit vilja hava disko-
tek !
Løgreglan kom á staðið,
og royndi at fáa hesi uppø-
stu ungfólk til síðis, áðrenn
nakað óhapp hendi.
Einki dansistað havt í
eitt ár
Føstulávintsmánakvøld
seinasta ár lat Lognbrá,
einasta diskotekið í Klaks-
vík fyri ung undir 18 ár,
dyrnar aftur.
Síðani tað hevur tað bert
verið diskotek einaferð í
Føroya næststørsta býi, og
tað vóru tey ungu ónøgd við.
Vit vilja hava diskotek !
“Sitið ikki har so tóm, hugsið
um tykkara ungdóm nú!”,
var týðiligi boðskapurin
føstulávintsmánakvøld
Eingin slapp nakran veg...
Onkur royndi tó at troðka seg fram, men illa gekk
C
M
Y
K
14