mikudagur 13. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 30 - 14. februar 2002
Nr. 30 - 14. februar 2002
13
Kári Petersen
Um blokkniðurskurðurin
ikki varð framdur, og tær
364 mió. kr. í staðin fyri
vórðu nýttar til eykaavdrátt
uppá landskassaskuldina,
hevði
skuldin
verið
afturgoldin tíðliga í 2008.
Við at skerja blokkin og
halda fram við verandi
avtalu, verður skuldin ikki
afturgoldin fyrr enn í 2018.
Landsstýrið vil heldur, at
føroyski skattgjaldarin skal
stríðast við hesa skuld fram
til 2018, heldur enn at nýta
tær 364 mió. kr. av blokk-
stuðulinum til at gjalda
skuld. Landsstýrið hevur
sostatt við sínum dugnaloysi
økt
skattabyrðuna
hjá
vanliga føroyinginum.
Landsstýrið heldur
Føroyar fast í
skuldarbyrðu.
Landsstýrið sigur seg vilja
gera Føroyar politiskt og
fíggjarliga óheftar. Ein tann
mest lemjandi fíggjarliga
bindingin av Føroyum er at
vit skylda 3,6 mia. kr. til
danska ríkiskassan. Føroyar
høvdu sostatt havt eina
stóra fíggjarliga binding
minni,
um
vit
høvdu
afturgoldið skuldina til
fulnar í 2008. Við ikki at
nýta møguleikan at nýta
blokkin at gjalda skuld við,
hevur landsstýrið bundið
Føroyar fíggjarliga til Dan-
markar fram til 2018. Við at
minka um tær inntøkurnar,
sum kundu verið nýttar til
at loysa Føroyar úr skuldar-
haftinum, hevur landsstýrið
gjørt
Føroyar
munandi
meira skuldarbundnar enn
tær vóru frammanundan.
Landsstýrið hevur økt
skattabyrðuna hjá
føroyingum.
Landsstýrið førir fram, at
tað hevur lækkað skatta-
byrðuna hjá føroyingum.
Hetta er ikki rætt. Ein kann
altíð minka skattainnkrevj-
ingina í einum einstøkum
ári ella í nøkur ár. Men í
síðsta
enda
avhongur
skattabyrðan
ikki
av,
hvussu nógvan skatt ein
skal gjalda í einum ein-
støkum ári, men av hvussu
stórar tær samlaðu skyld-
urnar eru hjá landskass-
anum.
Við at minka blokkstuð-
ulin,
hevur
landsstýrið
minka um inntøkurnar hjá
landskassanum, og hevur tí
økt munandi um skatta-
byrðuna hjá vanliga før-
oyinginum, um ein hyggur
bara eitt sindur inn í fram-
tíðina.
Hví hevur landsstýrið
skert heildarveitingina ?
Ein av orsøkunum til at
landsstýrið hevur minkað
blokkin, er fyri at tryggja
sær, at tey sum koma til
valdið aftaná valið (javnað-
arflokkurin), ikki skula fara
at nýta enn meir pening enn
sitandi landsstýri. Lands-
stýrið hevur annars økt ár-
ligu nýtsluna við 950 mió.
kr. í hesum valskeiðinum.
Men
um
landsstýrið
heldur, at nýtslan hjá lands-
kassanum ikki eigur at
veksa, so átti landsstýrið at
gjørt nýggja avtalu við
danir um at gjalda ein eyka-
avdrátt uppá 364 mió. kr.,
og harvið gjalda skuldina
skjótari aftur. Hetta kundu
danir ikki sagt nei takk til.
Hetta hevði somuleiðis lagt
eitt loft yvir, hvussu nógv
útreiðslurnar kundu vaksið.
Í sínum dugnaloysi hevur
landsstýrið heldur valt eina
loysn, har vit við skatta-
borgarans pengum skulu
gjalda fyri 80árini líka
inntil 2018.
Hví skulu vit royna at
minka um skuldina ?
Tað er umráðandi, at Før-
oyar gerast skuldarfríar so
skjótt, sum tað nú einaferð
er gjørligt, m. a. tí talið av
pensiónistum veksur við 30
prosentum fram til 2017,
meðan talið av teimum,
sum eru í arbeiðsførum
aldri bert veksur 5 prosent.
Føroyar skulu tí helst vera
skuldarfríar og eiga pening
til góðar, tá teir stóru eldra-
árgangirnir koma, so ráð
verður til heimarøkt, eldra-
røkt og sjúkrarøkt.
Javnaðarflokkurin hevur
trinnar orsøkir til vera ímóti
at lækka blokkstuðulin. Í
fyrsta lagi ynskir javnaðar-
flokkurin at gera Føroyar
fíggjarliga óheftar. Í øðrum
lagi ynskir javnaðarflokk-
urin at fremja skipanir og
loysnir, sum gera tað møgu-
ligt at varðveita vælferðar-
tænasturnar, eisini tá teir
stóru
eldraárgangirnir
koma. Í triðja lagi eru nakr-
ar av vælferðartænastun-
um, serliga eldrarøktin,
forsømd av sitandi lands-
stýri, so tað er rætt, at javn-
aðarflokkurin hevur eitt
ynski um meirnýtslu á
hesum økjum. Tað er tó vert
at leggja merki til, at sjálvt
um útreiðslurnar á hesum
økjum fara at veksa 50 til
100 mió. kr. í komandi
valskeiði, so hevði borið til
at goldið ein eykaavdrátt
uppá útvið 300 mió. kr. um
árið, og harvið at aftur-
goldið alla landskassaskuld
í ár 2010 um. Landsstýrið
hevur tí við skerjingini av
blokkinum álvarsliga skatt
føroysk áhugamál.
Landskassaskuld við og uttan blokkniðurskurð.
Verandi lánsavtala
(har blokkurin er skerdur við 364 mió. kr.)
(mió. kr.)
Restlán
Restlán
Ár
primo
Renta
Avdr.
ultimo
1999
4000
200
123
3877
2000
3877
194
129
3748
2001
3748
187
136
3612
2002
3612
181
142
3470
2003
3470
173
150
3320
2004
3320
166
157
3163
2005
3163
158
165
2999
2006
2999
150
173
2825
2007
2825
141
182
2644
2008
2644
132
191
2453
2009
2453
123
200
2253
2010
2253
113
210
2042
2011
2042
102
221
1821
2012
1821
91
232
1589
2013
1589
79
244
1346
2014
1346
67
256
1090
2015
1090
55
268
822
2016
822
41
282
540
2017
540
27
296
244
2018
244
12
311
-67
Lánsavtala, har blokkurin ikki er skerdur
(við 364 mió. kr. árligum eykaavdrátti)
(mió. kr.)
Restlán
Eyka-
Restlán
Ár
primo
Renta
Avdr.
avdr.
ultimo
1999
4000
200
123
3877
2000
3877
194
129
3748
2001
3748
187
136
3612
2002
3612
181
142
364
3106
2003
3106
155
168
364
2574
2004
2574
129
194
364
2016
2005
2016
101
222
364
1430
2006
1430
71
252
364
814
2007
814
41
282
364
168
2008
168
8
315
364
-511
VIÐMERKINGAR
Skerjingin av blokkinum hevur skatt føroysk áhugamál
Landskassaskuld við blokkniðurskurð
-500
0
500
1000
1500
2000
2500
3000
3500
4000
4500
1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018
Ár
(mió.kr.)
Landskassaskuld uttan blokkniðurskurð
-1000
-500
0
500
1000
1500
2000
2500
3000
3500
4000
4500
1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008
Ár
mió. kr.
Soleiðis kennist við-
hvørt, tá ið ein nýkeyptur
lutur ella tænasta við eitt
verður
ein
marra.
Skrøddu nylonsokkarnir
á nýggja stovugólvinum
tala fyri seg. Liturin á
svørtu leðursofuni, sum
knappliga situr á bakin-
um á systir. Handverk
arin, sum ikki heldur seg
til tilboðið, hann hevur
givið uppá at tekja húsini
- um hann er so frægur at
møta upp, sum avtalað.
Ella
rómaísurin,
har
eingin rómi er í.
Í slíkum førum standa
vit brúkarar eftir sum
kánus og hava ongan
tjans. Kunnu bara vóna at
handilin ella útbjóðarin í
reinum kappingaranda
forbarmar seg og vísir
okkum náði. Tí, í Før-
oyum hava vit ongan at
venda okkum til í slíkum
førum, hvørki til at
ráðgeva í brúkaratrætum,
ella til at upplýsa um
brongluta marknaðin av
vørum ella lógávuna á
økinum.
Í
øllum
hinum
norðanlondum
eru
brúkarastovnar, felags-
skapir og umboðsmenn,
sum hava til uppgávu at
gera tað lættari at vera
vanligur brúkari. Slíkir
stovnar,
sum
eisini
finnast í øllum londum í
ES og USA, spæla ein
sjálvsagdan leiklut á
marknaðinum, og eru at
meta sum viðspælarar,
ikki mótspælarar, hjá
vinnulívinum. Tí eingin
hevur hug at bjóða
okkurt, sum brúkarin
ikki vil hava - tá verður
bara ein tapari og eingin
vinnari.
LUFTVÆTA
Rigmor Dam
Nógv fólk hava trupulleikar
av fukti í húsunum ella
íbúðini. Fukturin er besta
umhvørvi hjá dustmáttum
og blámusoppum at liva í.
Men tað ber til at koma
trupulleikunum til lívs.
Máta luftvætuna
Til at máta luftvætuna í
íbúðini ber til at brúka eitt
hygrometur. Á vetri skal
talið vera 40-45 % og á
sumri 60-65 %. Orsøkin til
at munur er á sumri og vetri
kemst av, at heit luft
inniheldur meira vætu enn
køld luft.
Tekin uppá
trupulleikar við
luftvætuni
Nógv tekin eru, tá luft-
vætan ikki er í lagið. Til
dømis um nógv døgg er
innanfyri
á
rútunum.
Hýggjuskotin modnaroykur
í íbúðini benda eisini á, at
ov nógv væta er í luftini,
umframt at hýggj á uttaru
veggunum og jarðskotnir
blettir á klæðunum eru
tekin.
Vánalig inniluft
Húsini nú á døgum eru ov
'væl' bjálvaði og eru sostatt
'ov tøtt'. Tey fáa ikki anda.
Eisini gevur húsfólki nógva
vætu frá sær. Ein familja
við fýra fólkum gevur einar
15 litrar av vatni frá sær um
samdøgri. Tey sveitta, anda,
eru í bað, turka klæði og
gera mat.
Tá ið luftvætan er ov
høg
Støvmáttur
fáa
betri
gróðrar- og livilíkindi, tá ið
luftvætan
er
ov
høg.
Blámusoppar trívast betur,
og vánalig útlufting ger, at
bústaðurin luktar hýggju-
skotin.
Hetta er at gera
Reinsið eymhettuna. Eisini
filturið skal reinast av og á
- lættast í uppvaskimaskin-
uni. Kolfilturið skal skiftast
viðhvørt (les brúkaraveg-
leiðingina).
Smáir elektriskir ventil-
latorar, sum kunnu sita í
vindeygum og í veggjum,
skulu
dustsúgvast
og
vaskast av og á. Minnst til
at sløkkja fyri streyminum
áðrenn vaska verður við
vatni. Ventilatorarnir gera
eiheildur so nógvan gang,
tá ið teir eru reinir.
Ikki turka klæði inni í
íbúðini. Tað økir luft-
kuktigheitina nógv. Turka
klæðini í einum svalligum
kjallara ella uttandura - tá
lukta klæðini eisini nógv
frískari.
Øll rúm í húsinum skulu
vera javnt hitaði - eisini
sovikømur.
Lufta væl út 2-3 ferðir
dagliga,
í
einar
5-10
minuttir í senn.
Innbúgv eigur ikki at
standa upp ímóti uttaru
veggunum.
Kelda: Forbrugerinformation
Fuktur í íbúðini
BRÚKARIN
Har vart tú
lumpað. Ha!
Hvat kann geva lívs-
virðið? Tað er spurn-
ingurin, sum verður
settur á komandi
økisfundum hjá Javna
LÍVSVIRÐI
Jákup Mørk
Hóast tað kanska ljóðar
sum ein náttúrligur partur
av virkseminum hjá felag-
num Javna, so hevur júst
evnið um lívsvirðir ikki
verið tað mest vanliga til
fundirnar hjá felagnum.
Á komandi økisfund-
unum hevur felagið tó gjørt
av, at evni, sum á onkran
hátt kunnu lýsa lívsvirði hjá
menningartarnaðum, verða
tikin á skránna.
Í
tíðindaskrivi
boðar
Javni frá, at komandi fund-
irnir verða í Klaksvík, á
Skála og í Havn komandi
mánadag. Enn er endaliga
skráin fyri fundirnar ikki
lýst, men talan verður um
fyrilestrar av ymsum slag,
sum lýsa lívsvirðini á
ymsum økjum. Tað verið
seg systkin, skúlin og
politikkarar millum annað.
Harumframt er so eisini
ætlanin at kvøldið skal
gerast til eitt slag av hugna-
kvøldi við felagssangi v.m.
Hóast tað enn er langt
eftir á mál, so fegnast
starvsnevndin hjá Javna í
tíðindaskrivinum um, at
framstig eru at hóma í
teirra arbeiði. Víst verður
millum annað á, at landsins
myndugleikar nú hava við-
tikið, at ein langtíðarætlan
fyri bústaðarviðurskifti hjá
brekaðum skal gerast, og á
fíggjarlógini fyri inniver-
andi ár er peningur settur
av til rakstur av nýggjum
sambýlum. Eisini frøist
nevndin um nýggja bú-
stovnin og sambýlið, sum
er tikið í nýtslu í Klaksvík.
Sum verða fundir í Havn,
á Skála og í Klaksvík
mánadagin komandi. Fund-
urin í Suðuroy verður eftir
ætlan hildin leygardagin,
23. februar.
Lívsvirðir á skránna
Lívsvirðini hjá brekaðum verða sett á skránni til komandi økisfundirnar hjá Javna
C
M
Y
K
13
12