Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157 24 Sosialurin Hiti & bjálving Snorri Brend Miðvágur: – Vit hava havt hesi vind eyguni í eini 10 ár. Og tú sært sjálvur, í hvussu góðum standi tey framvegis eru, sigur Marjus, sum eisini er valdur á ting. Húsini hjá honum og familjuni standa á Húsanesvegi í Miðvági, og eru rættiliga stór. Og eini stór hús hava sjálvandi eisini tørv á nógvum vindeygum. Ein dagin kom løtan, tá neyðugt var at skifta øll hesi vindeyguni út. Sum ætlað, so gjørt, og fall valið á vindeyguni hjá snikkaravirkinum í Vatnsoyrum. Tey tóku avgerð um at fáa sær vindeygu úr plastikki í kjallara­ hæddina, meðan tey í erva valdu eina loysn við vindeygum úr træ og aluminium við sprossum í. – Vit fingu at vita, at hesi vind­ eyguni vóru viðlíkahaldsfrí. Og tað hava tey so sanniliga eisini verið. Tey eru nevniliga viðlíkahaldsfrí, greiðir Marjus frá. Hann leggur dent á, at tað ljóðar kanska ótrúligt, men tey hava altso ongar trupulleikar havt av vind­ eygunum ella hurðunum, sum tey hava keypt seinni frá fyritøkuni, ið kallast HDYGD. – Vit hava verið glað fyri ta av gerðina, sum vit tóku tá, slær Marjus fast. – At so virkið liggur her vesturi hjá okkum, ger alt bara uppaftur betri. Hildu bert 5 ár Tað var ikki av ongum, at Marius Dam júst valdi at keypa vindeygu frá Vatnsoyrar Snikkaravirki, sum tað tá kallaðist. Frammanundan hesum hevði hann latið eini hús byggja í Havn, áðrenn tey fluttu vestur í Vágarnar at búgva. Fyri hann var eingin ivi um, at tey skuldu vera “Product of Faroe Islands”. – At eg valdi tað, kom snøgt av, at eg hevði hoyrt so nógv gott um tey. Og tá eg so fekk vindeyguni til húsini í Havn, ja, so var eg sera væl nøgdur við tey, greiðir Marjus frá. Hann gjørdi tó eitt ávíst kann­ ingararbeiði, áðrenn endalig støða varð tikin, hvat slag av vindeygum ið keypast skuldu. Hetta arbeiðið varð millum ann­ að gjørt uttanlands. Og sum hann og onnur helst høvdu roknað við, kundi hann skjótt staðfesta, at fleiri av hesum vindeygum vóru munandi bíligari enn tey føroysku. – Men so fekk eg eisini at vita frá fólki her í Føroyum, og sum høvdu keypt vindeygu úr útlandinum, at tey høvdu brent seg heilt alvorliga. – Í onkrum føri máttu tey skifta hesi útlendsku vindeyguni út eftir bert fimm árum – ja, hugsa tær til, Tað føroyska er besT ORKUSPARING - Tað var eingin ivi í míni verð, at tá eg skuldi hava nýggj vindeygu í hesi húsini, so skuldu tey vera føroysk framleiðsla. Ta avgerðina hava vit ikki angrað eitt einasta sekund, sigur Marjus Dam, lækni í Miðvági. – Tey føroysku halda simpelthen best. Gott alternativ Fyri Marjus Dam hevur tað stóran týdning, at alt tað sum eitur føroysk framleiðsla skal hava bestu umstøður at arbeiða undir. Fyri hann er eingin ivi um, at Vatnsoyrar Snikkaravirki – tað sum nú kallast HDYGD – er eitt gott alterna­ tiv til tær útlendsku fyritøkurnar. – Bæði teir sum gjørdu vindeyguni hjá mær, og teir sum settu tey í her í Miðvági, skulu hava alt rós frá mær fyri dygdargott arbeiði. – Og vit sjálvi eru eisini sera fegin um, at vit valdu eina loysn við føroyskari fram leiðslu og sum eisini kann skapa før oysk arbeiðs pláss. So fekk eg eisini at vita frá fólki her í Føroyum, og sum høvdu keypt vind­ eygu úr út­ land inum, at tey høvdu brent seg heilt alvor liga