mikudagur 10. november 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
Sosialurin
Hiti & bjálving
fimm árum. So tú kanst ætla, at
hesi fólkini, tey vóru í øllum førum
sannførd um, at tey fóru bara at
keypa føroysk vindeygu hereftir,
vísir hann á. – So fyri tey var tað
ein sera dýrur umgangur at keypa
út lendskt.
Katten i sækken
Sum løgtingsmaður fyri sam bands
flokkin í Vágum hevur Marjus
sjálvandi áhuga fyri, at vinnulívið
í oynni hevur tað gott og kann
menna seg. Og, sum hann tekur til:
– Tað eru helst mong sum høvdu
undrað seg, um eg fór av oynni fyri
at keypa vindeygu til míni hús í
Miðvági.
Í hansara føri var tað kortini
ikki neyðugt at fara so øgiliga langt.
Hann hevði jú frammanundan
keypt vindeygu úr Vatnsoyrum, og
visti tí, hvat hann fekk og fór at fáa,
um hann aftur valdi eina loysn frá
HDYGD.
– Nei, tað hevur sín fyrimun at
keypa føroyskt framleidd vindeygu,
tí annars er altíð ein vandi fyri, at
ein keypir “katten i sækken”, sum
hann málber seg.
– Eru so nakrir trupulleikar, so
veitst tú hvønn tú skalt venda tær
til. Tá kanst tú tosa við ein føroying,
heldur enn ein útlending sum tú als
ikki kennir.
– Men tað eri eg so sloppin und
an higartil, sigur Marjus við einum
brosi.
Í øllum veðri
Eftir at Marjus hevði spurt seg
fyri og hevði kannað tey ymisku
vind eyguni, varð avgerð tikin um
at keypa vindeygu frá virkinum í
grannabygdini, Vatnsoyrar.
Ikki nóg mikið við tað. Marjus
ynskti eisini, at fáa menn frá virk
inum at seta vindeyguni í fyri hann.
Og hetta lat seg eisini gera.
Tað var kortini ein forðing á veg
num, og tað var árstíðin, tá vind
eyguni skuldu setast í, nevni liga
mars mánaður, tá veðrið kann vera
rættiliga skiftandi og sum oftast
ringt.
– Og tað var eisini ringt, skal eg
siga tær. Eg trúði heilt erliga ikki, at
tað fór at bera til hjá teimum báðum
monnunum at seta vindeyguni í.
– Men eg fekk annað at síggja,
sigur Marjus.
Hann sá beinanvegin, at hetta
vóru menn sum vóru vanir við
slíkt arbeiði, óansæð hvussu veður
ván ir nar vóru. Teir fingu arbeitt
soleiðis, at eftir fáum døgum vóru
øll vindeyguni skift.
– Eg haldi, at teir dugdu avbera
væl at laga arbeiðið eftir veðrinum
og ættini. Jú, teir dugdu sítt ar
beiði.
snorri@sosialurin.fo
Undir
graving
Eingin ivi er um, at tað er
einfalt at keypa ódýrar vør
ur úr útlandinum heim til
Før oyar. Fyri tað dagliga hús
arhaldið kann hetta kennast
sum ein fyrimunur í fyrsta
umfari.
Marjus Dam sær her ein
vanda í, at so nógv verður
inn flutt úr útlandinum, og
sum annars kundi verið keypt
í Føroyum. Fyri hann merkir
hetta nærum tað sama, sum
at ein sagar greinina, ið ein
sjálvur situr á, við tað at ein
soleiðis undirgravar føroyskt
vinnulív.
– Ja, hygg. Um eg nú skuldi
keypt míni vindeygu úr út
landinum, so stuðli eg auto
matiskt útlendskum arbeiðs
plássum. Og so merkir tað
hinvegin aftur, at eg eri við
til at útflyta føroysk arbeiðs
pláss.
– Eitt arbeiði sum kundi
verið gjørt her á landi, verð
ur soleiðis latið øðrum at
gera. Nei, tað rættasta hevði
sjálvandi verið, at vit stóðu
saman og stuðlaðu okkara
egnu fyritøkum, vísir hann á.
Eitt dømi um hetta er, eftir
hansara meting, júst HDYGD,
sum hevur ment eitt føroyskt
vindeyga sum hóskar sera væl
til tað føroyska veðurlagið.
– Og so kann tað bæði
storma og ýla harúti, men
teirra vindeygu eru av besta
slag. Eg havi so ongatíð havt
trupulleikar av gjóstri ella
vætu.
Um eg nú skuldi keypt
míni vindeygu úr útlandinum,
so stuðli eg automatiskt
útlendskum arbeiðsplássum.
Og so merkir tað hinvegin
aftur, at eg eri við til at
útflyta føroysk arbeiðspláss
TØTT
– Eg havi verið sera væl nøgdur
við vindeyguni hjá HDYGD.
Tey virka væl, eru tøtt, og
halda bæði vindi og vætu úti.
Eg skal so ikki klaga, sigur
Marjus Dam i Miðvági
Mynd: Jens Kristian Vang