mikudagur 10. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
26
Sosialurin
Hiti & bjálving
Spariráð 1
Havið hitan í øllum rúmum stand
andi á uml. 21 stigum:
• 21 stig er passaliga heitt fyri fólk
flest.
• Fyri hvørt stig hitin fer upp um
21 stig, økist orkunýtslan 5 %.
• Mest fæst burturúr hitaskipanini,
um hon arbeiðir javnt.
Spariráð 2
Havið termostat á radiatorum og
allar radiatorar í sama rúmi stand
andi á sama stigi:
• So arbeiðir hitaskipanin javnt,
og komfortin verður betri.
Spariráð 3
Lækkið hitan 23 stig um náttina og
tá fólk ikki eru í húsinum:
• Óneyðugt er at hava hitan á 21
stigum, tá ið fólk sova ella eru
úti í longri tíð. Tú sparir uml. 10
% av orkunýtsluni til upphiting
við at lækka hitan um náttina.
Spariráð 4
Leggið ikki klæðir til turkingar á
radiatorunum:
• Hitabreiðslan frá radiatorum
verð ur órógvað, um teir eru dekk
aðir av klæðum ella líknandi.
• Harafturat kann tað geva trupul
leikar við slevju, at turka klæði á
radiatorum í búrúmum.
Spariráð 5
Setið ikki innbúgv frammanfyri
radiatorarnar:
• Hitabreiðslan frá radiatorum
verð ur órógvað, um teir eru
dekk aðir.
Spariráð 6
Tá luftast skal út nýtist bert at hava
vindeyguni opin stutta tíð:
• Lufta út við gjøgnumtrekki í 510
min, 23 ferðir dagliga
• Skrúva radiatorarnar fyri, tá ið
luftað verður út.
Spariráð 7
Er gólvhiti og radiatorur í sama
rúmi, havið so meira hita á radia
torinum:
• Radiatorurin er skjótari at regu
lera
Spariráð 8
Havið ikki tað heita vatnið ov heitt,
50 stig er nokk:
• Kostnaðarmikið er at hita vatnið
heitari enn neyðugt er.
• Tó skal tryggjast, at vandi ikki er
fyri legionella bakteriuvøkstri í
vatninum.
Spariráð 9
Nýt ikki heitt vatn, har tað ikki er
fyri neyðini:
• Nýt fat ella propp, og vaska ikki
upp undir rennandi heitum
vatni.
Spariráð 10
Far undir brúsuna, heldur enn í
bað:
• Eitt brúsubað á fimm minuttir
brúkar okkurt um 45 litrar av
vatni
• Eitt karbað brúkar okkurt um
125 l av vatni.
Spariráð 11
Ofta er nokk, at sirkulatiónspumpan
á ketlinum stendur á fyrsta stigi:
• At hava pumpuna á ov høgum
stigi, er dýrari í streymi, og
gevur eisini størri hitatap í
rørskipanini, tí at vatnið verður
pumpað runt óneyðugt.
Spariráð 12
Havið regluligt eftirlit av ketli og
oljufýring.
• Regluligt eftirlit, reinsing og
inn stilling er við til at tryggja,
at skipanin altíð koyrir á skyn
samasta hátt.
Magn
Hevur ein tørv á heldur færri,
men eins góðum ráðum í hes
um sam bandi, so hevur heima
síðan hjá hinum oljufelagnum
www.magn.fo eisini hentar
upplýsingar í hes um sambandi.
Snorri Brend
Hvørt einasta ár brúka fólk
nógvar milliónir krónur ov
nógv í upphiting. Serliga eldri
hús lata ov nógvan hita leka út
gjøgnum tak og veggir.
Onkur hugsar at ein hita
pumpa kanska er loysnin í hes
um sambandi. Men so er ikki,
um ein skal trúgva ENOVA,
sum er ein stovnur hjá norska
statinum fyri at fremja um
hvørvisvinarliga
um legging
av orku nýtslu og orku fram
leiðslu:
Nei, eru húsini nóg væl
bjálv að, hevur tú samstundis
tryggjað tær nóg mikið av hita
í húsinum.
– Er bjálvingin í lagi, er ikki
vist at tær nýtist at keypa
eina slíka hitapumpu, sigur
ráð gevin, Roar Hugnes hjá
ENOVA.
Eftirbjálving kann bæði
minka um oljuútreiðslurnar og
økja um bústaðarkomfortin.
Nýtt fokus
– Tað er ein vaksandi áhugi
fyri at bjálva bústaðir sínar,
sigur Hugnes við heimasíðuna
hjem.no
Serliga góð úrslit fáast, um
ein eftirbjálvar gomul hús frá
60’ og 70’unum. ENOVA er í
løtuni í ferð við eina kampanju,
til tess at fáa fólk at bjálva hús
síni betri.
– Endamálið er at gera eig
arar av húsum, sum eru bygd
millum 1960 og 1990, tilvitaðar
um orkusparingina við eini
eftir bjálving.
– Nú er sjálvandi veturin
komin, men best er at gera
slíkt um summarið, og so er
líkamikið um talan verð ur
um størri ella smærri bjálv
ingarætlanir, sigur hann.
Kanningar vísa, at eini 40
prosent av hitatapinum fer
gjøgnum vindeyguni. Í dag
verður tí viðmælt, at ein fær
sær lágorkuvindeygu í trimum
løgum við einum Uvirði uppá
1,0 ella lægri.
Uvirðið sigur, hvussu góð
hitabjálvingin er. Tess lægri
virðið er, tess betri er bjálvingin.
Og hetta sæst sum vera man
aftur á orkurokningini.
– Í fjør var bert tann eini
veitarin sum kundi bjóða fólki
slík lágorkuvindeygu, men í
dag eru teir fleiri enn 20. Ein
kann lættliga økja virðið á
bústaðnum við eini sølu, um
tú hevur skipað soleiðis fyri
at vindeyguni er tøtt, slær
Hugnes fast.
Er ein í iva um gjóstur er
í bústaðnum, kann ein fara
framvið vindeyganum við ein
um stearinljósi, og soleiðis stað
festa, um luft seyrar gjøgnum
sprekkurnar.
Eftirbjálving av loftum er
ofta ein einføld loysn, og kunnu
fólk mangan gera hetta sjálvi.
Er talan hinvegin um størri
arbeiði, mugu fakfólk takast
við uppá ráð. Vandin kann
nevniliga verða fyri, at húsini
gerast ov tætt.
Halt húsið
heitt
HITI Gongur tú og hugsar um, hvussu
tú kanst spara meiri orku við til
dømis at keypa eina hitapumpu
ella annað? Við nøkrum fáum
bjálvingartiltøkum kanst tú lættliga
sleppa undan hesi stóru íløguni.
Nógv at
spara
GÓÐ RÁÐ Nú er ikki longur neyðugt at seta knyklar í brýr, hvørja
ferð oljufelagið hevur fylt í tangan. Mong eru ráðini fyri at spara
stóran part av hesum útreiðslunum. Til dømis brúkar ein 125
litrar av vatni við at fara í bað, men einans 45 undir brúsuni
Snorri Brend
1000 litrar av olju fyri omanfyri 6000 krónur.
Tað er prísurin sum flestu hús arhald kring landið
mugu gjalda, um húsini skulu haldast fjálg og heit alt
árið ígjøgnum.
Men møguleiki er sjálvandi at spara pening, um ein
bert hugsar seg væl um og setir nøkur fá tiltøk í verk
heima við hús.
Slík spariráð eru at finna nógva staðni. Eitt av hesum
støðum er á heimasíðuni hjá oljufelagnum EFFO.
Á heimasíðuni www.effo.fo standa ikki færri enn 12
hent ráð í hes um sambandi.
Tað er vist einki um orðatakið: Mangir løkir smáir,
gerast stórar áir.
SPARING
Nógvur peningur kann sparast
á oljurokningini við smáum
justeringum innanveggja.
Til dømis er nóg mikið, at
hitin er 21 stig í einum rúmi
Mynd: Jens Kristian Vang
10%
Óneyðugt er at hava
hitan á 21 stigum, tá ið
fólk sova ella eru úti í
longri tíð.
Tú sparir uml. 10 % av
orku nýtsluni til upphiting
við at lækka hitan um
náttina.