Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 34 Miðvikan Mikudagur 10. nov. 2010 · Nr. 157 Í 2005 vóru liðin 60 ár síðani, at Hitler varð bastur og hansara heimsbardagi var av. Hetta var umrøtt í miðlum um allan heimin. Í Føroy­um var hetta bert gjørt av FF-blaðnum. Hetta var eisini gjørt í samband við luttøku í árliga minningarhaldi- num í donsku kirkjuni í Newcastle fy­ri teir donsku og føroy­sku sjó- menn, sum fórust undir krígnum. Har hitti eg ein hóp av áhuga- verdum fólki, sum kundu greiða frá serligum hendingum. Tað vóru eisini føroy­ingar við, sum somuleiðis kundu greiða frá. Minningarhaldinum tann 1. november sama ár varð eisini gjørt nakað serligt burtur úr. Fiskimanna- felagið bjóðaði krígssiglarum við makum til eina samkomu á Sjómans- heiminum. Her var undirtøkan góð, eini 80 fólk vóru við. Fleiri høvdu orðið og greiddu frá teirra upplivilsum á sjónum undir krígnum. Álopnir av týskum flogfari. Tann elsti á samkomuni var helst tann tá 92 ára gamli Søren Jacob Lamhauge úr Rituvík. Hann sigldi krígsárini við »William Martin«. Niclas Højgaard í Rituvík var skipari. Sørin Jakku greiddi frá um kavbátar og minur, sum var ein partur av dagligdegnum. Bert ein dag skutu og søktu teir 8 minur. Hetta var eisini eitt hart lív og ikki minst tað stóra sálarliga trýstið. Teir fóru ongantíð úr klæðunum, tá ið teir tørnaði inn. Eingin visti, hvat kundi henda! Tá teir søgdu konuni og børnun- um farvæl, var tað altíð við óvissuni um, hvørt tey­ fóru at síggjast aftur. Serliga ein túrur hjá »William Martin« gjørdist minniligur. Teir vóru uppi á Nesgrunninum, norðan- fy­ri Langanes, tá teir vórðu álopnir av einum týskum flogfari, sum áhaldandi skey­t eftir teimum. Skip- arin roy­ndi at skjóta aftur í móti, men tað ty­ktist ikki at muna nógv. Tað var "jobbið" hjá Søren Jakku at passa rakettapparatið. Hetta varð nýtt til at skjóta rakettir við einum veiri upp í loft. Fy­ri endanum á veirinum var ein fallskíggi, sum opnaði seg, tá komið var nóg langt upp. Fallskíggin gjørdi so tað, at veirurin kundi vera í luftini eina góða løtu. Hetta skuldi so ræða flogførini, so tey­ ikki komu ov nær fy­ri at teir ikki skuldi fáa veirin um propellina. Sørin Jakku skjýtur, og tað var nær við, at flúgvarin fekk veirin um annan veingin, men hann kantraði sær á og slapp undan. Tá hendi tað óhepna, at ein maður niðri í lugarinum varð raktur av eini kúlu, sum fy­rst rakti skeilettið og síðani fór niður ígjøgnum, har hon brast og eitt petti av henni rakti ein oy­ndfirðing meint í ry­ggin. Men tá var tað so heppið, at tvey­ bretsk krígsskip nærkaðust. Hetta gjørdi so tað, at týska flog- farið slapp sær til rýmingar, meðan teir samstundis fingu í boði sjúkra- viðgerð til tann skadda. Hann fór umborð á annað krígsskipið og varð lagdur undir skurð innan ein tíma aftaná, at hann var skotin. Hetta má sigast at hava ligið væl fy­ri úti á víðum havi. Teir fóru so við »William Martin« inn á Sey­ðisfjørðin at fáa bráð- feingis umvælingar fy­ri tann skaða, sum teir høvdu fingið av týsku skotríðunum. M.a. var bjargingar- báturin oy­ðilagdur, og tað var hol y­msastaðni í skrokkinum á skipi- num, og hesi roy­ndu teir at tetta. Tá teir sigldu niður til Aberdeen, vísti tað seg, at tað ikki var ey­dnast at tetta øll holini, so skipið lak framvegis. Teir máttu skunda sær inn til Aberdeen uttan at hava fingið ney­ðugu loy­vini. Hetta skapti í fy­rsta umfari trupulleikar við my­ndugleikarnar, men teir blíð- kaðust, tá teir frætti um støðuna. Siglingin undir krígnum: Hondin sum í dreymi broytti kósina Tað eru nógvar ótrúligar hendingar og lagnur, sum hava verið føroyskum sjómonnum fyri, eisini undir seinna heimsbardaga. Vit hava greitt frá hendingini við Tór II. Her skulu nakrar takast fram afturat H etta er frásøgn hjá Poul í Skorini, ættaður av Eiði: Eg var til skips á hvørjum ári frá tí, eg var 14 ár. Fy­rst í juli mánað í 1942 fóru vit, 7 mans, til Íslands at key­pa fisk við Vestmannasluppini »Flower of the Forest«. Tá vit høvdu fingið last, varð farið avstað til Aberdeen at selja. Ferðin gekk væl, til vit 20. juli vóru staddir umleið 100 fjórðingar vestan fy­ri Suðuroy­nna. Hendan dagin kl. 6 á kvøldið var ein spreinging har afturi í skipinum av eini minu. Bresturin var so harður, at skipið fór so illa at leka, at tað var ógjørligt at halda tí lens, og motorurin steðgaði eisini. Vit sjey­, sum við vóru, sóu, at ikki var hugsandi at gera annað, enn at seta bátin út og tað skjótt. Vit høvdu bert ein pinkulítlan bát, bert 8-9 alin langur, ein sokallaður ritubátur. Vit komu allir sjey­ í bátin og róðu beinanvegin eitt sindur burtur frá skipinum, sum sakk eftir 20 minuttum. Báturin var hampiliga væl útgjørdur og hevði eisini segl. Nú vildi so væl til, at vindurin lá beint á Føroy­ar. Tí varð roy­nt at sigla, hóast veðrið var sjaskut, og vit ofta fingu so nógvan sjógv inn í bátin, so oy­sast mátti av øllum alvi. Tá vit høvdu siglt í 12 tímar, stilti av, og so varð farið at rógva. Hetta hendi sum sagt kl. 6 á kvøldi, so náttin var sera óhugnalig. Tá vit høvdu siglt og róð í 30 tímar komu vit til lands í Sumba, móðir og útlúgvaðir. Vit blivu væl móttiknir av sumbingum, sum hjálptu okkum niðan frá, tí hjá summum knípti at ganga." Poul var heimkomin so illa fy­ri, at hann einki gjørdi eina tíð. Seinni sama summar, nevniliga 7. september, hendir tað, at pápi Poul, Rasmus, er ein av teimum sum sjólátst við »Tór 2«. Og soleiðis vildi lagnan tað. Tað var Poul, sum átti kjansin við Tór II, men pápin var farin fy­ri hann hendan túrin og kom ikki aftur. Malmberg Simonsen greiddu frá, at tað síðsta hann minnist Rasmus var, at hann lá í koy­ggjuni og las í Bíbliuni. Poul andaðist í 2004 84 ára gamal. Ískoy­ti til søguna um Tór II: Pápin doyði fyri sonin Hetta var støðan hjá mongum føroyskum fiskimanni undir báðum heimsbardøgum. Ingálvur av Reyni teknaði Poul í Skorini. Hann lata pápa sín fara fyri seg við Tór II og bjargaði lívinum. Sjálvur kundi hann fingið somu lagnu við »Flower of the Forest«