mikudagur 10. november 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
35
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 10. nov. 2010 · Nr. 157
Í
1956 varð reistur ein minnisvarði
yvir teir, sum fórust á sjónum bar
dagaárini. Her eru eisini sett nøvnini
á teimum farnu. Tey eru 210.
Men í sínum bókaverki um
bardagaárini nevnir Niels J. Arge
níggju nøvn afturat. Hetta eru alt
menn, sum hava siglt við útlendsk
um, serliga donskum, skipum. Tískil
er samlaða talið 219, sum er eitt ófati
ligt tal í mun til okkara fólkatal.
Ein av hesum níggju, sum kom
afturat
upprunalistanum,
var
tann 24 ára gamli Joen Jacob Elias
Jacobsen úr Sandvík. Hann um
komst 15. februar 1940 við 5.000 t.
stóra danska skipinum »Maryland«
hjá DFDS, sum var á veg heim við
oljukøkufarmi úr Suðuramerika.
Somu lagnu fekk 19 ára gamli
Arthur Hentze av Tvøroyri við
sama skipi.
Teir settu inn á Madeira eftir koli
til heimferðina og fóru hagani 7.
februar 1940 við kós móti Danmark.
Leiðin varð løgd vestan fyri
Írland, og ætlanin var at fara inn
til Kirkwall í Orknoyggjunum til
kontrabandakanning hjá bretsku
myndugleikunum. Skipið hevði
samband við Lyngby Radio 10.
februar. Men teir komu ongantíð
til Kirkwall. Tað einasta sum
frættist frá teimum var, at ein
brotin bjargingarbátur rak á land
á oynni North Uist á vesturstrond
Onglands nøkur ár seinni.
Familjan í Føroyum frætti, at teir
báðir vóru saknaðir, og hetta frættu
tey fyrst frá føroyingi í Danmark,
sum tey kendu, og tey hava helst
eisini frætt frá reiðarínum, áðrenn
sambandið millum londini varð
kvett í apríl 1940. Hetta var ein
sera stórur hvøkkur at fáa hjá
teimum heima. Men tað var ikki
fyrr enn langt eftir kríggið, at
tey fingu neyvt at vita, hvat var
hent. Tá var staðfest, at teir vórðu
skotnir niður av týskum kavbáti
vestanfyri Skotland. Hetta hendi,
áðrenn Danmark gjørdist partur av
heimsbardaganum. Tað forðaði ikki
týskarum at leggja á uttanveltað
donsk skip. Og »Maryland« var ikki
nakað eindømi. Tað vóru onnur
donsk skip, sum fingu somu lagnu.
Hetta hendi 15. februar 1940, og
var hetta sjálvur 25 ára dagurin fyri
skaðagrindina í Sandvík í 1915, tá
tveir mammubeiggjar doyðu saman
við 12 øðrum monnum úr Sandvík
og Hvalba. Jóan Jákup Elias var
uppkallaður eftir teimum báðum,
Jóan Jákup og Elias.
Jóan Jákup Elias var føddur í
1916 og tók setiskiparaprógv í Havn
í 1936. Í 1938 fór hann til Keypmanna
havnar at fáa sær kjans sum matrós
ur í uttanlandasigling.
Jákup Elias, sum hann var kall
aður, var sonur Marin Kristinu
og Dánjal á Hólum. 90 ára gamla
Samalena Jacobsen í Sandvík er
einasta av systkjunum, sum er
eftir á lívi. Hon minnist Jacob Elias
sum ein evnagóðan, skikkiligan og
dámligan ungan drong, sum eins
og mangir aðrir ungir føroyingar
hevur havt útlongsul. Hann hevur
helst vilja siglt við farmaskipi fyri
at fáa siglingstíð, so hann kundi
fara víðari á navigatørskúla og
harvið gerast yvirmaður. Hetta
hevði hann fortreytir fyri, tí hann
hevði góð evni. Men lagnan gjørdist
ein heilt onnur.
Ein av teimum eg hitti í Newcastle
var Dion Vestergaard, ættaður úr
Vági men búsitandi í Danmark.
Hann sigldi eisini undir krígnum
og hann verður roknaður fyri at
vera ein tann yngsti krígssiglarin
á lívi. Pápi hansara Dánjal Johan
Vestergaard sigldi eisini undir
krígnum, og Dion greiddi frá
eini heilt serligari hending, sum
pápanum kom fyri:
P
appa var skipari á »Vilhel
minu«. Hann sigldi undir øllum
krígnum millum Ísland, Ongland
og Føroyar við fiski. Ein túrin, teir
fóru avstað til Ísland at keypa fisk,
og hann lá í koyggjuni, var hann
úti fyri eini serligari hending.
Hetta var 8. juli 1943. Hann segði
seinni, at hann visti ikki, um hann
svav ella var hálvvakin. Men hann
sá eina hond koma í sjókortið, og
hondin peikaði á eina positión
á kortinum, sum veik 90 stig frá
teirri kós, sum skipið sigldi. Hann
tørnaði út og broytir kós 90 stig,
soleiðis sum hondin hevði víst.
Manningin undraðist og var rædd,
og teir hildu skiparan vera frá sær
sjálvum og høvdu hug til at taka
ræðið av honum. Men hann setti
allar menninar at hava útkikk, ein
var uppi í mastrina.
Teir sigldu um 4 tímar. So
sigur hann eina ferðina: »Síggja
tit nakað?« »Nei«, siga teir. So
sigur hann samstundis, sum hann
peikar: »Hyggið har í horisontinum,
er nakað har«. »Ja«, siga teir, »har er
okkurt«. Teir sigldu so eftir tí, og so
vísti tað seg, at tað var »Misletoe«,
sum eisini var á veg til Íslands. Hon
var bumbað og sundurskotin við
maskinbyrsu av týskum flogfari.
Teir komu til »Misletoe«, og teir
settu stórbátin út. Bestimaðurin
fór við bátinum yvir til teirra.
Manningin á »Misletoe« var komin
í teirra stórbát. Men hann lak sum
sáldið. Hann var raktur av maskin
byrsuskotunum hjá flogfarinum.
Kendi hondina aftur
So teir tóku bátin umborð á
»Vilhelminu«, og teir vóru eisini um
borð á »Misletoe« og tóku okkurt
upp har sum t.d. medisinkistina.
Teir komu so aftur at »Vilhelminu«
við manningini á »Misletoe«. Men
ein maður var deyður, tá teir komu
at borðið. Teir høvdu lagt eina
presenning yvir tann deyða mann
in. Og tá kendi pappa hondina
aftur á tí deyða manninum, sum
hana, hann hevði sæð í kortinum.
Tann deyði maðurin visti, at
hann fór at doyggja eftir at hann
var raktur, tá hann stóð í stýri
húsinum. Hann hevði biðið til
Várharra fyri mannskapinum og
fyri síni familju heima á Glyvrum.
Hetta var tann 42 ára gamli Martin
Jacobsen av Glyvrum. Eftir sat
einkja við 13 børnum, sjey teirra
vóru ikki undankomin.
Ein annar maður varð eisini
raktur og doyði á veg inn eftir
hjálp. Tað var tann 24 ára gamli
Hilmar Egholm úr Hvalvík.
»Teir koma aftur í dag«
Dánjal Johan Vestergaard var
ættaður úr Sumba og búsitandi
í Vági. Sum sagt sigldi hann alt
kríggið. Hann fór við »Vilhelminu«
í 1941 og sigldi við henni til 1947.
Men hendan søgan er eitt prógv
um, at tað er meira millum himmal
og jørð, enn vit halda.
Tað er ein onnur frásøgn um tað
sama í samband við Dánjal Johan.
Eina ferð var so long tíð farin,
at teir einki høvdu frætt frá
»Vilhelminu«, at kona hansara
Johanna Kristina, sum var ættað
úr Porkeri, ikki ivaðist í, at teir
vóru farnir med alla. Men so ein
dagin hittir hon Niclas í Skorti,
og hann sigur við hana: »Teir fara
at koma aftur í dag. Eg havi í nátt
droymt Eli Lassen, sum var við, og
har stóð væl til.« Hetta var ringt
at trúgva, men hvussu var og ikki,
teir komu aftur sama dag.
Ein av lagnunum
Joen Jacob
Elias Jacobsen
úr Sandvík
var ein av
teimum mongu
føroyingunum,
sum leitaðu
sær eydnuna
við útlendskum
skipum. Men
ikki gekk
eftir vild
Hondin sum
broytti kósina
Tað var Ebba Müller, sum
átti »Misletoe«, tiskil er
hetta eisini partur
av Müllersøguni
Johanna Kristina og Dánjal Johan Vestergaard. Hann broytti kós
eftir hond, hann sá í dreymi og bjargaði neyðstaddari manning
Í komandi Miðviku
verður frásøgn hjá Gunnvør
Norðfoss, sum giftist við
bretskum hermanni og
búsettist í Fleetwood