mikudagur 10. november 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
Sosialurin
Kjak
Formenninir
í
Tjóðveldi
og í Sjálvstýrisflokkinum
hava í dag fundast um
ta fyrisitingarligu krepp
una, Føroyar eru í. Tann
ólukkuliga støðan sæst lýst
í frágreiðingum umboðs
mansins, serliga nýggjastu
um politiska uppílegging
í grannskoðaramálið, men
eisini fleiri øðrum. Sam
stundis gerst alsamt meiri
greitt, hvussu stór politiska
gølan um miðnámsskúlan í
Suðuroy er, eins og frættist
um fleiri onnur mál.
Hóast
óteljandi
av
hesum málum eru reist á
tingi seinastu 7 árini, hevur
gongdin higartil verið greið:
Hvørja ferð tingfólk royna
at kanna hesi mál – t.d. tá
ið roynt var at fáa kanning
av eftirlitsarbeiði løgmanna
eftir
stýrisskipanarlógini
– verður málið køvt, og lok
lagt
omaná
sannleikan.
ABCsamgongan
hevur
higartil nýtt meiriluta sín at
forða fyri djypri kanningum
og avleiðingum.
Men
seinastu
málini
mugu hava sannført tey
flestu um, at hetta hevur
elvt til støðugt størri óskil
í fyrisitingini. Álitið máast
undan politisku skipanini og
rættartrygdini burtur, um
ikki stór og prinsippiel stig
verða tikin beinanvegin.
Nú landsstýrið ætlar at
kanna seg sjálvt, fer máast
álitið enn meira undan
fyrisitingini.
Vit fara tí at skjóta upp
fyri tingbólkum okkara eins
og øðrum tingfólkum:
At frágreiðingin frá Um
boðsmanninum um polit
iska uppílegging í grann
skoðaramálið verður nýtt
sum grundarlag fyri at
reisa ákæru eftir §5 í lóg um
ábyrgd landsstýrismanna
mótvegis teimum lands
stýrismonnum, ið sambært
frágreiðingini hava framt
greitt brot á sínar skyldur
og ábyrgdir.
At Løgtingið setur kann
ingarstjóra at kanna og
lýsa alt málið um skúla
byggingina í Hovi við denti
á politisku og fyritsingarligu
avgerðirnar.
Fer samgongan at forða
fyri hesum, fara vit at
leggja uppskot fyri tingið
um at seta eina seta §19
nevnd sambært stýrissskip
anarlógini at kanna hesi
mál.
Løgtingið skal so fáa
høvi at taka støðu næstu
dagarnar.
Høgni Hoydal
form. í Tjóðveldi
Kári á Rógvi
form. í Sjálvstýrisflokkinum
Gølurnar mugu fáa
politiskar og rættar
ligar avleiðingar!
Sendingin Eygsjón skal eftir
tí, Kringvarpið sigur, vera ein
sending, sum fer aftur um
tíðindini og lýsir hesi meira
nágreiniliga.
Vanliga
eru
hetta eisini sera áhugaverdar
sendingar, sum Kringvarpið
eigur rós uppiborið fyri.
Men í vikuni, sum fór, var
eitt undantak í so máta, tá ið
sendingin snúði seg um 10 ára
minningarhald fyri kollsigldu
fullveldissamráðingarnar.
Politikarar mjølva
sína køku
At politikararnir Annfinn
Kallsberg og Høgni Hoydal
mjølvaðu sína køku sum
frægast við løgnum pá
haldum, undraði ikki! Eitt
nú, at orsøkin til, at vit ikki
sluppu at atkvøða fyri ella
ímóti loysing, var, at um upp
skotið fall, var hetta at meta
sum eina innliman í danska
ríkið!!
Álvaratos,
hvussu
kunna vit loysa frá einum
ríki, sum vit ikki eru partur
av og enntá hava hoyrt til í
600 ár?? Máti skal vera við,
eisini hjá politikarum. Halda
teir veruliga, at føroyingar
eru so býttir?
Men fyri at fáa líkasum
ein legalitet í royndina at
grava fullveldislíkið upp
aftur, hevði hesin mikrofon
haldarin av einum journalisti
fingið søgufrøðing at gera
sínar viðmerkingar. Ein søgu
frøðing, sum ferð eftir ferð
hevur víst, at hann setur
politisku hugsjón sína hægri
enn søguliga veruleikan og
tillagar søguna hareftir.
Politiserandi
søgufrøðingur
Ein søgufrøðing, sum í rám
asta álvara heldur uppá,
at føroyingar hava vrakað
grundlógina, tí valluttøkan
var ov lítil við grundlógar
broytingina í 1920, tá Suður
jylland aftur bleiv ein partur
av danska ríkinum!
Tí var ikki nógv sakligt
væntandi frá hesum søgu
frøðingi. Og hann legði eisini
fyri við søgufalsan, tá hann
segði, at ein lítil meiriluti av
føroyingum atkvøddu fyri
loysing í 1946, hóast hann
væl veit, at tað ikki var ein
lítil meiriluti av føroyingum,
heldur ikki ein lítil meiriluti
av teimum føroyingum, sum
høvdu vælrætt, heldur ikki
ein lítil meiriluti av teimum
føroyingum, sum vóru á
vali, men ein lítil meiriluti
av teimum føroyingum, sum
atkvøddu fyri báðum upp
skotunum, um atkvøðurnar
hjá teimum, sum ikki vildu
loysing og atkvøddu nei, so
sum loysingarmenn høvdu
biðið teir gjørt og sostatt
høvdu atkvøtt ógildugt og
kanska ógildugt av øðrum
orsøkum, verða gjørdar til
onkis og ikki verða taldar við
í
valluttøkuprosentunum.
Hetta er nakað heilt annað og
ein ógvuliga konstrueraður
lítil meiriluti!
Hvar er fakligi
stoltleikin?
Og eisini sigur hann, at tað
viktigasta, sum fullveldis
landsstýrið gjørdi, var at
skera blokkin niður! Henda
svikagerðin, sum vit merkja
avleiðingarnar av hvønn dag.
Álvaratos! Hvar er fakligi
journalistiski
og
søguligi
stoltleikin?
Johan Petersen
Republic
service?
Eygsjón-sendingarnar í Kringvarpinum eru mangan
áhugaverdar og upplýsandi, men í vikuni, sum fór,
var dømi um, hvussu villeiðandi sendingin kann
gerast, um journalisturin bert er mikrofonhaldari
Nú røkist fyri framstigum á
Tórsvølli. Hampingin, sum øll
hava ynskt, tykist at kunna
fremjast í stigum komandi
árini.
Hetta kann fyri ein góðan
part gerast fyri pening, sum
fæst til vega umvegis Fótbólts
samband Føroya frá UEFA og
FIFA, og kommunan má sjálv
sagt eisini leggja sítt í.
Fyrsta takið verður ætl
andi at fáa ljós á Tórsvøll.
Hetta verða ljós av bestu
góðsku,
sum
tryggja,
at
umstøðurnar á Tórsvølli í so
máta verða eins góðar og á
øðrum framkomnum stadion
til fótbólt.
Annað átak verður at
fáa tak á áskoðaraplássini
vestureftir, har húsið hjá
FSF er. Hetta hevur leingi
verið á okkara ynskilistum.
Nú er hetta mestsum at meta
sum eitt krav frá teimum,
sum standa fyri altjóða
fótbóltinum.
Í sama viðfangi verður
grasið á Tórsvølli skift út
við graslíki av bestu góðsku.
Hetta er eisini eitt ynski,
sum Tórshavnar kommuna
og FSF eru samd um, nú
graslíki er góðkent til altjóða
kappingar.
Broytingin í undirlagnum
fer at gera, at Tórsvøllur
kann verða nógv meir í brúki
í framtíðini. FSF fer at nýta
hann til partar av sínum
virksemi,
og
kommunan
kann hava hann tøkan til
havnarfeløgini í nógv fleiri
tímar enn teir fáu, sum
grasvøllurin
kann
verða
tøkur í dag.
Alt í alt hugaligar ætlanir
fyri Tórsvøll, sum í longri
framtíð kunna fevna um
neyðug átøk til tess at hampa
um alt hansara look, so hann
verður sama fragd fyri eygað
sum
fimleikahøllin
fyri
norðurendan.
Tað mugu verða rúmir
møguleikar fyri fótbólti í
høvuðsstaðnum, og tað skal
verða hugnaligt og stuttligt
at verða til bæði føroyskan og
altjóða fótbólt á Tórsvølli.
Framtøk á Tórsvølli
Jógvan Arge
Formaður í mentamálanevndini í Havn