Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157 40 Sosialurin Oddmar á Steig Eg kenni – og aðrir kristnilærarar – alt aftur frá donsku skrivingini í m.a. Folke­ skolen í 1960­70. Øll kristniundirvísingin skal »neutraliserast« so nógv sum gjørtligt – og lærarar skulu í eini so týðandi lærugrein niðurraðfestast, sjálvt um boðini Jesus gav, ljóðaðu: »Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa til navn Faðirsins og Sonarins og Heilaga Anada við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda«. Europa er meir og minni ein avkristnaður heimspartur í dag. Kristindómurin fekk í síni tíð so mangt at blóma – men nú gongur niður á »bakka«, síðani humanisman og materialis­ man hava tikið valdið. Søgan sigur okkum, at øll heimsveldi, t.d. Babyloniska ríkið og Róm­ verska ríkið gingu til grundar vegna ringan moral – rotinskapur innanífrá: Náttarlevnað, vællevnað, drykkiskapur, hor, morð osfr. Tað sær út sum vit læra einki av søguni, sjálvt um hvørt skúlabarn veit um støðuna í Sodoma og Gomorra – og seinni í Herkulanum og Pompeii í Italia ella í okkara tíð New Orleans í USA, ið Obama forseta ætlar at byggja upp­ aftur. Er tað rætt? Góða Helena! Tú spælir við »eld«. Bið heldur um Heilaga Andans leiðslu, áðrenn tú villleiðir alt fólkið. Danmark er avgjørt ikki nakað gott fyridømi, tá ið tað viðvíkur kristindómsundirvísing. E.S. Eg vil ráða tær til at lesa Nýggja Testa­ menti sera gjølla, áðrenn tú setir nakra nevnd. Kristindómur er radikalur boðskapur! Viðmerkingar til Helenu Dam á Neystabø, lands­ stýriskvinnu! Helena D. á Neystabø hevur í bløðunum lagt fram sínar »visiónir« og ætlanir um kristindóm sundirvísingina í fólkaskúlanum í framtíðini Kjak Hesaferð er tað Javnaðar­ flokkurin, ið hevur tikið sær av stjórnarskipanini, at fáa hana gjøgnumførda, so skil fæst á millum Danmark og Føroyar. Fólk standa spyrjandi, hvussu hava vit klárað okkum hesi mongu ár, tá hendan skipan er so átrokandi, sum tað ljóðar. Her hevur Javnaðarflokkurin mistikið seg, tí hetta er eitt mál, sum hoyrir Tjóðveldi til og ikki Javnaðarflokkinum. Sum tað ljóðar, skal hendan skipan vera so góð og tað er hon vist eisini í eygunum á teimum loysinga­ rsinnaðu, tí hon sær út til at vera byrjanin til endan. Tað kann lætt henda, at danir verða troyttir av okkara politikarum og kvetta á stokkinum, so tað verður Danmark, ið loysir frá Føroyum og ikki umvent. Og hvat so? Tað er lætt skiljandi, at veljarar eru farnir at ræðast og serliga av tí eldra endanum. Palli Dalsgaard Stjórnarskipan á triðja sinni Opið bræv til Føroya løg­ mann um at skipa fyri, at al­ mennu Føroyar veita Ulrike Steuerwald, barnalækna, viðurkenning og hóskandi heiður fyri slóðbrótandi arbeiðið sítt í Føroyum innan genetiskar sjúkur. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður Undirritaði heitir við hesum á tygum um, sum skjótast, at taka stig til, at týski barna­ læknin, Ulrike Steuerwald, fær eina almenna føroyska viðurkenning og heiður fyri sítt slóðbrótandi arbeiði innan genetiskar sjúkur í Føroyum. Flestir føroyingar munnu vita, hvussu týðandi arbeiðið hjá Ulrike Steuerwald er fyri tey, sum stríðast við Carnitine Transporter Deficiency, stytt CTD. Tað er ikki ov nógv sagt, at týski barnalæknin hevur bjargað føroyskum mannalívum. Millum læknar í Før­ oyum tykist semja vera um, at Ulrike Steuerwald hevur avrikað nakað heilt serligt í arbeiði sínum innan genet­ iskar sjúkur. Herfyri skrivaði Knud Jacobsen, kommunu­ lækni á Eiði, m.a. soleiðis í brævi til undirritaða: ”Fá fólk hava havt so stór­ an týdning fyri heilsustøð­ una sum Ulrike við sínari uppdaging av genetiskum sjúkum her í oyggjunum. Hennara eldhugur, íðni og menniskjaligheit bera í sær, at rættiliga nógv fólk standa í beinleiðis takksemisskuld til hennara”. Semja man vera í Føroy­ um um, at Eiðislækni hevur grein í sínum máli. Einstaklingar hava iva­ leyst takkað Ulrike Steuer­ wald fyri týðandi arbeiðið við CTD, men tað er hósk­ andi, at almennu Føroyar viðurkenna hennara stóra týdning fyri landsins heilsustøðu og veita henni samsvarandi heiður. Avrit av hesum brævi er sent landsstýrismanninum í heilsumálum. Føroyar eiga at heiðra Ulrike Steuerwald Edmund Joensen løgtings- og fólkatingsmaður Skrivstovan hjá Edmundi Joensen, løgtings- og fólkatingsmanni, sendir við hesum út soljóðandi opna bræv: Ein samrøða millum tveir sandoyingar. ­ Hevur tú hoyrt? Teistin siglir ikki vegna tekniskar trupuleikar, hvør siglir so fyri hann? ­ Ongin, vit eru bara sandoyingar, góðin. ­ Hvussu so við sjúkraflutningi? ­ Nei, góðin. Vit mugu bara halda okkum undir dýnuni tí tyrlan er til eftirlit. ­ Og ger Løgtingið onki við hettar? ­ Nei, góðin. Teir stríðast við at slíta høvdið av hvørjum øðrum. ­ Ja, men er ikki ein samgonga? ­ Nei, góðin. Teir stríðast við at halda høvdið fast á kroppinum, tí annars verða teir ikki valdir aftur á Ting og tað er ein ordans smeitur, tí teir hava eitt gott arbeiði.... Soleiðis er tað, góðin. Aftur nú? Sólvit Simonsen