fríggjadagur 12. november 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Íløgurnar hjá Tórshavnar
kommunu verða komandi ár
108,8 milliónir krónur.
Meginparturin fer til skúl
arnar í kommununi, serliga
nýggja skúlan á Argjum, og
so til nýggja Boðanesheimið.
32 milliónir krónur fara til
nýggja skúlan á Argjahamri,
meðan 22 milliónir verða
settar av til Boðanesheimið.
Serliga hetta seinna hevur
drigið út, men nú verður
sagt í viðmerkingunum til
fíggj arætlanina, at ætlanin
er at seta spakan í í hesum
árinum.
Raksturin er mettur til
491,6 milliónir krónur, og
mið að verður ímóti fleiri til
boð um til familjur, børn og
ung. Somuleiðis verður sagt,
at ungdómsarbeiðið verð ur
raðfest høgt, og víst verður
til virksemið á Marga rin
fabrikkini.
Ungdómsvirksemið
í
Hoyvík og í Nólsoy verður
nevnt, og miðað verður
ímóti at bjóða líknandi tilboð
aðrastaðni í kommununi,
serliga verður hugsað um
Kolla fjørð
og
Norðasta
Horni.
»Børn og ung skulu hava
bestu umstøður at takast við
og gerast dugnaligari innan
tónleikalist, og tí byrjar í
2011 projekteringin av einum
nýggjum
musikkskúla.
Áhug in fyri tónleiki og at fáa
tónleikafrálæru er stórur, og
tað ger ein nýggjan musikk
skúla aktuellan fyri nógvar
familjur og borgarar«, verður
sagt í viðmerkingunum.
Miðbýurin tykist vera eitt
hjartamál hjá sitandi sam
gongu, og ætlanin er at gera
eina trappu millum Vaglið og
Tórsgøtu.
»Vaglið, sum fyri mong
er sjálvt hjartað í Tórshavn,
verður komandi árini um
skap að,
so
ráðhústorgið
bæði í sínum arkitektoniska
út trykki og borgaravenda
virk semi gerst eitt livandi og
spenn andi býarrúm. Vaglið
og Tórs gøta skulu eisini
fáast at hanga betur saman
við einari vakrari trappu.
Kommunan vil tryggja, at
allar broytingar fella væl og
náttúrliga inn í umhvørvið
og verður í samljóði við
grannahús og byggingina á
økinum sum heild«, stendur
í viðmerkingunum.
Fíggjarætlanin var sum
nevnt fyri í gjárkvøldið, og
tað var eitt samt býráð, ið
samtykti ætlanina.
Tórshavnar býráð samtykti fíggjarætlan fyri 2011 á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið.
Fíggjarætlanin javnvigar við 611,7 milliónum, harav 108,8 milliónir eru íløgur
Áki Bertholdsen
– Anfinn Kallsberg er fang
aður á skeiva beininum.
– Tað heldur Jó ann es
Eidesgaard,
lands stýris
maður í fíggjarmálum.
Og kanska er nakað um
tað, tí eftir tí, sum kom
fram í Løgtinginum í gjár,
er fløkja komin í ímillum
Anfinn Kallsberg, formann í
fíggjarnevndini og hansara
egna floksformann, Jørgen
Niclasen, sum eisini er lands
stýrismaður í fíggjarmálum.
Í gjár viðgjørdi Løgtingið
eitt uppskot um, hvussu stór
danska
ríkisveitingin
úr
Danmark skal verða næsta
ár.
Og eftir hansara uppskoti
skal blokkurin næsta ár
verða tann sami sum í ár
– Hetta er ikki als ikki
rætta tíðin at frásiga sær
inn tøkur.
Men hann heldur somu
leiðis, at broytingin er so
lítil, at vit eiga ikki at taka
hetta sum annað enn at alt
stendur í stað.
Hann staðfestir eisini, at
samgonguskjalið er ikki ein
lóg og er semja at víkja frá tí,
er onki í vegin fyri tí.
Men hesum er Anfinn
Kallsberg als ikki samdur í.
Hann leggur dent á, at
Fólkaflokkurin stendur við
avtalurnar í samgonguni og
ætlar at halda tær.
– Sjálvt um talið er lítið,
er tað rættiliga prinsipielt,
heldur Anfinn Kallsberg.
Tí vil hann eisini hava,
at blokkurin næsta ár skal
lækka tær 400.000 krónurnar,
sum hann eigur at lækka
eftir samgonguskjalinum.
– Tað er umráðandi at
halda fast um samgongu
skjal ið á hesum øki, legði
hann afturat.
Eisini Jákup Mikkelsen,
formaður Fólkafloksins á
tingi, nevndi, hvussu stór
an týdning tað hevur at
halda fast um prinsippið
um,
at
blokkurin
skal
lækka eftir avtaluni í sam
gonguskjalinum.
Fangaður
– Eg haldi, at Anfinn Kalls
berg er fangaður á skeiva
beininum,
segði
Jóannes
Eides gaard.
Hann staðfesti, at tað er
júst Jørgen Niclasen, for
maður
í
Fólkaflokkinum,
sum er samdur í, at danska
ríkis veitingin
skal
vera
óbroytt næsta ár.
Hann staðfesti eisini, at
tað hetta er eitt mál, sum er
viðgjørt í landsstýrinum og
tað er sátt og semja um, at
blokkurin skal vera obroyttur
næsta ár.
– Og eisini Jørgen Niclasen
hevur góðtikið, at blokkurin
skal verða óbroyttir næsta
ár.
– Tað eru ikki bara tríggir
landsstýrismenn, men tað
eru tríggir floksformenn,
sum eru samdir um hetta.
Jóannes
Eidesgaard
ávar aði eisini um, at fer
Anfinn Kallsberg at krevja,
at blokkurin skal lækkast,
kann tað føra til eitt mótkrav
frá Sambandsflokkinum um
at hann skal hækka, tí nett
upp
Sambandsflokkurin
ført fram nakrar ferðir, at
blokkurin eigur at verða
hækkaður ella í minsta lagi
at avtaka skipanina, har
hann er frystur fastur á ein
um ávísum krónutali.
– So so vænti eg, at vit
hava ein alvorligan trupul
leika, segði Jóannes Eides
gaard.
aki@sosialurin.fo
Anfinn Kallsberg fangaður
á skeiva beininum
FLØKJA Í FÓLKAFLOKKINUM Anfinn Kallsberg krevur, at samgonguskjalið skal
haldast, men hansara egni floksformaður hevur góðtikið, at tað er ikki neyðugt
Endur
nýtsla
í Vági
Um vikuskiftið verður
eitt serligt grønt átak
í Vági, sum hevur til
endamáls at fáa fólk at
hugsa seg um áðrenn
tey bara tveita burtur
og keypa nýtt.
Tvørturímóti
er
enda málið at vísa fólki,
at tað, tey tveita burtur,
sakt ans
kann
verða
til gleði og gagns hjá
onkrum øðrum.
Tiltakið
verður
í
Fram tíðini í Vági og har
kunnu fólk koma við
brúktum barna klæðum,
leikum og barnaútgerð
annars, og lata tað inn.
Somuleiðis stendur
tað øllum er frítt at
koma í Framtíðina at
fáa sær ymiskt heim
við, sum onkur hevur
lat ið inn.
Tey hava lagt tað so
leiðis til rættis, at í dag,
fríggjadagin kunnu fólk
koma við teirra klæðum
og lutum frá klokkan 17
til 19.
Í
morgin,
leygar
morg un fra klokkan 10
til 13 kunnu fólk koma
og fáa sær tað tey vilja
hava, men tá ber eisini
til at lata lutir inn
Sunnudagin
frá
klokk an 15 til 18 er opið
og tá kunnu øll at koma
at fáa sær tað tey hava
brúk fyri.
Fyrireikararnir vóna,
at fólk taka væl undir
við átakinum.
Endamálið er at fáa
okkum at hugsa um
natúr una, eisini tá ið
tað snýr seg um klæðir,
leikur og barnutgerð
og endamálið er eisini
at royna at broyta inn
grógvnu mentanina um
at brúka, tveita burt og
keypa nýtt.
108 milliónir til Boðanes heim og skúlar
Sami blokkur
Jóannes Eidesgaard hevur lagt uppskot fyri tingið um,
at næsta ár skal danska ríkisveitingin úr Danmark
verða tann sama sum í ár, nevniliga 615,5 milliónir.
Annars stendur í ABC samgonguskjalinum, at ríkis
veitingin skal lækkast 15% av veruliga av inn tøku
vøkstrinum seinastu 5 árini.
Skal samgonguskjalið haldast, skal blokkurin sostatt
minka 400.000 krónur næsta ár,
úr 615,5 milliónum, niður í 615,1 milliónir.
Landsstýrið metir kortini at henda lækking er ov
lítil, tí verður ríkisveitingin ikki lækkað í 2011, sigur
Jóannes Eidesaard.
ALvOrLIgUr trUpULLeIKI
– Stendur Anfinn Kallsberg
fast um síni krøv, kunnu
vit vænta eitt mótkrav frá
Sambandsflokkinum og
so vænti eg, at vit hava
ein alvorligan trupulleika,
sigur landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum