Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 158 · 12. november 2010 4 VIKUSKIFTI Samrøða Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo – Eg eri ein frísinnaður og eldhugaður føroyingur, sum eg einaferð lýsti meg sjálvan í einum stíli í studentaskúlanum. Eins og amerikanarar, haldi eg, at fólk skulu verða politisk aktiv fyri at fáa ávirkan sum veljarar og borgarar. Eg havi tað, sum mín fyrimynd, Winston Churchill, segði: Fólk skulu fyrst hava sína egnu sannføring, og síðani velja flokk in, sum passar teimum best – um neyð ugt, so vel av nýggjum. Tí fólka ræð ið krevur, at fólk kunnu um­ bestemma seg. 37 ára gamli Kári á Rógvi hevur tikið fast um stýrisvølin á sjálvstýrisskútuni. Eftir gott og væl trý ár sum tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, bíðar hann eftir størstu persónligu avbjóðingini sum politikari. Flokkurin, sum Jóannes Patursson stovnaði í 1906 og myndaði í fýra áratíggju, og sum Edward Mitens, Hilmar Kass og aðrir seinni hava stjórna, fyrireikar seg so smátt til løg­ tings valið, sum verður í seinasta lagi um 14 mánaðir. Oddamaðurin í flokkinum er Kári á Rógvi, framfýsni akademikarin úr Havn við teimum stóru oyrunum. Eftir átta ár sum formaður, mynstraði Kári P. Højgaard av í farna mánaði. Hóvligi og jarðbundni arbeiðsmaðurin av Skálafjørðinum helt, at tíðin var búgvin at lata meira liberala bóklingin úr høvuðsstaðnum sleppa framat. Kári á Rógvi kom flúgvandi á ting á valinum í 2008. Á einari tekning við stóru oyrunum og slagorðunum »Eg lurti eftir tær«, var undirtøkan fyri hon um stór. Við 572 atkvøðum var hann topp skjúttin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann sigur nú, at hann bjóðaði seg fram í sjálvverju. Politiska skipanin og raðfestingin var so av lagi, at hann hevði ikki kunnað hugt í eyguni á sínum børnum og sagt, hví hann einki gjørdi, tá hann hevði møguleikan. Men Kári á Rógvi tók av. Nú hevur hann tikið við sum formaður, og sam­ stundis eru politisku tannáringaárini lið ug, sum hann tekur til. – Tað er sum í veruliga lívinum. Tann áringurin kann vera trúgvur móti egnum sannføringum og siga tingini við stórum bókstavum, men hann hev­ ur oftast lítla ávirkan. Tann vaksni má býta seg í tunguna viðhvørt og lata sum einki, men hann fær størri ávirkan. Eg vóni, at næsta val gevur okkum fleiri nýggjar politiskar tannáringar, sum kunnu siga tingini bart út, sigur for­ mað urin í Sjálvstýrisflokkinum. Kári á Rógvi hevur brett upp erm­ ar. Tingmanningin hjá Sjálv stýris flokk­ inum næsta løgtingsval skal tvífaldast, úr tveimum og upp í fýra. Happingin Stóru og sjáldsomu oyrini á Kára vóru funnin fressur hjá hinum skúla­ børunum fyrstu skúlaárini. Í náði leysa skúlagarðinum var hann, sum tað dimma lambið, við jøvnum millum bil­ um mintur á, at hann líktist ikki hinum børn unum. Lýsingarorð sum »flúgvaraoyru« og »Dumbo« regnaðu stundum oman yvir gløgga og nærlagda havnardrongin, sum fór keddur til hús. Kári staðfesti skjótt, at tað tænti ong um endamáli at taka synd í sær sjálv um. Hugsunarsami drongurin lærdi at seta spurnartekin við alt, og brád liga snaraði hann øllum á høvdið. Stóru oyruni vórðu keldan til, at hann fór at undrast storliga. Tað undraði hann, hví útsjónd hevur so stóran týdning fyri fólk. Og tá hann fór at skemta við oyr­ unum og gera hinum børnunum greitt, at hann skuldi millum annað skriva sær happingina aftan fyri oyrað, var tað ikki eins stuttligt at arga hann longur. – Eg eri ikki harmur um oyruni. Tey eru frálík, ikki minst at avdúka grunn og ónd fólk, sum ikki síggja innara virðið í menniskjum, sigur Kári á Rógvi. Lítlibeiggin Heri á Rógvi er 10 ár yngri enn Kári. Hann lýsir beiggja sín sum heil­ hjartaðan og sjáldsaman. Kári hevur ongantíð havt áhuga fyri ítrótti, og tí kundi hann ongantíð erpa sær av at vunnið heiðursmerki í fótbólti og hond­ bólti eins og vinmenninir í skúlanum. – Skúlin hevur ongantíð verið hon­ um ein avbjóðing, tí hann hevur loyst uppgávurnar sum einki. Men tað gav honum ikki somu viðurkenning, sum tá hinir høvdu vunnið føroyameistaraheitið í fótbólti. Tá hann fór undir hægri lestur kom hann meira til sín rætt, sigur Heri á Rógvi, og leggur afturat, at Kári hev­ ur ongantíð hugsað um siðbundnu før­ oysku normarnar, men heldur hevur gjørt tað, hann tímir best. Framburðsrørslan sum fyrimynd Kári var sera samansettur sum tann­ áringur. Umframt at røkja sínar dagligu skyldur í skúlanum, var hann skóti, var í CISV, og honum dámdi væl at ganga í kirkju og sunnudagsskúla. Tíðin fór hinvegin mest við at fáast við seyð og at lesa bøkur. Orðaskiftini í samfelagsflokkinum í Hoydølum vóru ofta hvøss og beinrakin. Kári sat í somu hølum sum Ben Arabo, Joel undir Leitinum, Jóannes Jacobsen, Hans Ellefsen, Christian Danielsen, Birgir Kass, Olav Guttesen og aðrir og vardi síni sjónarmið. Lærumeistari var Christian Ihlen. Kári gjørdi manngarð um framburðsrørsluna. Framburðsfelagið varð stovnað í 1903 við sjónarmiðum um javnstøðu, skúla og búskaparmenning, frælsi og tjóðskap, sum er stóra fyrimyndin hjá Kára. Felagsskapurin er gloymdi upp­ runin til føroyskan flokspolitikk, har fram burðsinnað fólk vóru við, og sum seinni fóru í báðar teir nýggju flokk­ arnar í 1906. Sorgarsogan er, sambært Hann Heldur, at føroyingar dyrka ofta taparan og rópa vinnarar fyri arrogantar. Hann Heldur, at vit krevJa ov lítið av okkara tingfólkUm. Hann saknar politikk í føroyskum politikki. Hann Hevur avdúkað ónd og grunn fólk við sínum stóru oyrUm. Hann Heldur ikki, at Hann er arrogantUr. og Hann verður stressaðUr av tí, sum Hann ikki fær gJørt. Hann er kári á rógvi VIT DYRKA OV NÓGV TAPARAN