fríggjadagur 12. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Í seinastu viku var læknin
Domenico Stefania, sum áður
arbeiddi í Føroyum, aftur her
og vendi.
Ørindini vóru, at hann
skuldi møta í rættinum, tí
hann hevur stevnt grann
anum og Tórshavnar komm
unu í einum byggimáli.
Men mótparturin møtti
ikki.
Hann brúkti tí alla tíðina
til at tøma hús síni á Argjum.
Hann og konan eru flutt
til Noregs, har hann hevur
fingið gott arbeiði.
Um hann flytir aftur til
Føroya, veit hann ikki, men
hann hevur í hvussu er ikki
hug at búgva í húsunum á
Argjum, orsakað av granna
stríði.
Men sárt er kortini at
fara frá húsunum, sum hann
keypti í 2003. Tey hava gjørt
stóra íløgu í hús ini og ikki
minst í økið utt an um hús ini.
Har hava tey plant að, gjørt
gosvatn við vatn plant um í,
og túnið niðan fyri húsini er
steinsett. Stóra stoypi jarns
portrið inn til økið teknaði
Demenico Stefani sjálvur og
fekk tað gjørt í Bretlandi fyri
50.000 krónur.
Óskilligt
Hann hevur framvegis ikki
skilt, at kommunan ikki
steðg aði grannanum við síni
bygg ing, ið hann sigur vera
ólóg liga.
Upprunaliga
ætlaði
grann in at byggja eitt stórt
átta metrar høgt bilhús og at
byggja í mark.
Domenico Stefania mót
mælti við tí grundgeving, at
hann fór at missa útsýnið,
og hann mælti grannanum
til at gera bilhúsið oman fyri
húsini, men tað vildi grannin
ikki.
Sambært Domenico Ste
fania fekk grannin loyvi til
at gera altan, men umframt
altanina gjørdi hann eisini
ein vegg út frá húsunum,
soleiðis at Domenico Stafania
ikki kundi hyggja inn, men
læknin misti eisini vakra út
sýnið yvir móti Havnini.
– Eg haldi meg einki galið
hava gjørt. Eg vísi bara til
byggisamtyktina fyri Argir,
sigur Domenico Stefania.
Hann hevur fleiri ferð ir
roynt at tosa við komm un
una, men tað hevur einki
útslit givið.
Tí fekk hann sær sakførara
og stevndi grannanum og
kommununi.
Málið hevur kost að hon
um nógv, tí sakførara út
reiðsl urnar má hann gjalda,
og hann er bangin fyri ikki
at fáa nóg mikið fyri húsini,
so leiðis sum støðan er.
Hevur ampa av høgum grannagarði
Domenico Stefania góðtók ikki, at
grannin bygdi ein høgan garð og
tók útsýnið hjá honum av Argjum
til Havnar. Málið er í rættinum
Teppi hjá Gjáar Miu
Í vikuni vóru húsfólk av Ellisheiminum í Havn,og vitjaðu áhugaverdu framsýningina, sum er í Norðurlandahúsinum.
Tá sjónvarpið hevði ein tíðindastubba um framsýningina, vóru fleiri av húsfólkunum, sum ikki kendist við
navnið Katrina Maria Hansen, sum millum fólk flest er betur kend sum Gjáar Mia.
Í mong ár vitjaði Gjáar Mia Ellisheimið saman við fólki frá KFUK, sum javnan koma at hava andakt á heiminum.
Onkur visti at siga teimum, at har vóru teppir o.a., at síggja sum teirra Gjáar Mia hevur gjørt . Tey fóru so í Norðurlandahúsið og vóru sera hugtikin.