fríggjadagur 12. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 158 · 12. november 2010
6
VIKUSKIFTI
Kára, at vit mistu tað savnandi Fram
burðsfelagið, sum fekk fólk vald í 1903
og vann valið í 1905, men syndraðist á
valinum í 1906.
– Vit fingu óhepna flokkabýtið, sum
hevði við sær, at vit ongantíð fingu
rein an frælslyntan framburðsflokk
aft ur, sigur Kári á Rógvi.
Tjóðveldi hevur ongantíð verið hans
ara rørsla. Republikk og suverenitetur –
fullveldi – eru abstrakt navnorð í hans
ara hugaheimi, sum ikki siga honum
nakað.
– Eg vil, at vit ráða sjálvi. Vilja danir
eiga hatta hálvreligiøsa hugtakið, mugu
teir gjarna fyri mær. Men teir skulu
gjalda fyri tað. Tá høvi býðst, kunnu
vit lýsa okkum óheft fyri at fáa mest
møguliga altjóða viðurkenning, men
enn er landið ikki førleikament til tess,
heldur Kári á Rógvi.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er
millum hægst útbúnu løgfrøðingarnar
í Føroyum. Kári vardi í fjør sína PHD
ritgerð við Háskóla Íslands.
Tað er ofta sagt um løgfrøðina, at
hon er turr, keðilig og tung.
Kári á Rógvi tekur ikki reiðiliga
undir við tí.
– Justianus er turrur sum mjøl og
má sum alt annað skolast niður við øli!
So tekur Tonglatummas til. Nei, álvara,
turr jura eitt ógvuliga skandinaviskt
fyribrigdi. Orsøkin er tann miseydnaða
positivisman. Aðrastaðni er lóg kunn
leiki fakið hjá teimum, sum vilja
broyta og betra. Til dømis eru flestu
ting fólkini í USA lógkøn, men tey hava
tikið aðra útbúgving fyrst, sum ger
teirra løgfrøðingar so fjølbroyttar og
førar fyri at loysa landsins vandamál
og av bjóðingar, sigur Kári á Rógvi, og
vísir á stóra áhugan fyri jura á Fróð
skapar setrinum. Jura er viðkomandi
fyri meiniga málsviðgeran og borgaran.
Um øll kenna lógina, nærkast vit einum
veru ligum fólkaræði, og ikki minst
rætt vísi. Og tá er alt annað keðiligt,
sigur hann.
Ikki arrogantur
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum
verður ofta skírdur sum gløggi og arro
ganti løgfrøðingurin. Sum akademik
arin, sum tilvitað tosar niður á onnur.
Skoðsmálini og ákærurnar heglaðu
oman yvir Kára á Rógvi, tá hann hartaði
ein løgfrøðing í umsitingini fyri at hava
verið ov óformell, tí løgfrøðingurin
byrjaði ein teldupost við at skriva »Hey
Kári«. Innihaldið var niðurlátandi boð
um, at tingmaðurin kundi ikki orða seg
sum hann ætlaði í ávísum tingmáli.
Fleiri hava tikið skemtandi til, at
hans ara oyru eru bara til pynt, tí hann
lurtar bara eftir sær sjálvum, og ongum
øðrum.
Per Højgaard, samskiftisráðgevi,
heldur, at Kári á Rógvi leitar framvegis
eftir sínum stíli, og at tað kann vera
ør kymlandi.
Kári á Rógvi kennir seg ikki aft
ur í atfinningunum, at hann er arro
gantur.
– Eg eri ikki arrogantur. Tað er sum
við oyrunum. Hini skulu hava okkurt
at rópa eftir, tí tey duga ikki at svara
mín um lesarabrøvum. Eg eri í grundini
ikki annað enn Pál Joensen. Tað eru
helst summi, sum rópa eftir honum, at
hann er arrogantur ella okkurt annað.
Legg til merkis, at vit noyddust báðir av
land inum at fáa neyðugu venjingina.
Føroyingar virða ikki vinnarar, og vit
skilja ikki, at rættir vinnarar eru fremst
av øllum sera arbeiðssamir. Ikki há
stórir, sigur hann.
Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi
hava mannað tingsessirnar hjá Sjálv
stýrisflokkinum í hesum val skeiðnum.
Fyrrverandi formaðurin heldur ikki, at
maðurin, sum hevur loyst hann av í
formansessinum, er arrogantur.
– Hansara útbúgving ger, at hann
hevur ein øðrvísi samskiftishátt. Vit
hava sjálvsagt havt sera tætt samband
í okkara politiska arbeiði seinastu árini,
og eg havi ongantíð upplivað hann sum
arrogantan, sigur Kári P. Højgaard.
Heri á Rógvi skilir partvís, hví stóri
beiggin verður stundum lagdur undir at
vera hástórur. Kári kundi verið meira
greiður í sínum samskifti, sigur hann.
– Kári hevur savnað sær eina rúgvu
av vitan, og hansara fakliga støði er
sera høgt. Tað er nátúrligt, at hann er
øðrvísi, tá hann er frammi alment. Tað
er kanska okkurt, hann skal arbeiða við.
Men tað hevur einki við arrogansu at
gera. Kári vil, at úrslitini tala sína søk.
Hann dugir kanska politiska spælið ov
illa í so máta, tí hann hevur ikki áhuga
fyri at vera populistiskur og selja seg og
sín politiska boðskap fyri ein og hvønn
prís, sigur Heri á Rógvi.
Seyðamaðurin
Gerandisdagurin hjá Kára kann tykjast
einstáttaður.
Hann ferðast dagliga millum snurr
andi myndatól, mikrofonir, rokn skapar
tøl, hátíðarligar fundir og lógar upp
skot.
Tá hann ikki er upptikin av ting
ar beiði, stendur hann framman fyri
skúlatalvuni við hvítum kriti í hondini
og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.
Men tá hann er burtur frá dagliga
resinum, dámar honum best at fáast
við seyð.
Hann hevur verið hagastýrislimur,
og tá Zacharias Wang legði frá sær sum
formaður í Óðalsfelagnum, var tað við
orðunum ‘vit skulu nú velja formann –
eg haldi, vit velja bara Kára.’
– So var eg brádliga oddviti hjá
lands ins moldátarum og knæbøndum,
sum okkara øvundarmenn taka til. Eg
royni altíð at taka við ábyrgd og taka
mítt tørn, men eg royni eisini at takka
fyri meg rættstundis. Um fólkaræðið
skal rigga, so mugu øll taka um endan
í stýrum og nevndum í stovnum, fel
øgum og hjá myndugleikum. Tað
krevur samskipan og samstarvsevni
at sita í einum stýri. Tú lærir at skilja
millum egin áhugamál og og felags
gagn, sigur hann.
Kári er ofta stressaður av tí, sum
ikki fæst frá hondini. Hann noyðist
stund um at minna seg á, at hann er
ikki í samgongu, ikki í valbólki við sam
gonguna og ikki partur av fíggjar lógar
semjuni, tí tey fólkini mugu vera nakað
so ómenniskjasliga strongd av tí, sum
liggur á láni, heldur hann.
Kári gavst sum formaður í Javn
støðunevndini í 2008. Hann er for maður
í Orðabókagrunninum og nevndar for
maður í Fasta Gerðarætti.
Føroyingar dyrka taparan
Tað hevur mestsum verið bíðað eftir, at
Kári á Rógvi setti seg í formansessin í
Sjálvstýrisflokkinum. Tað var lagt upp
til stríðsval, tá Kári P. Højgaard boðaði
frá sínum ynski, at ungi og frísinnaði
akademikarin skuldi standa á odda fyri
flokkinum til næsta løgtingsvali.
Kári á Rógvi veit, hvørja kós Sjálv
stýrisflokkurin skal halda. Flokkurin
stevnir móti framburði, miðvísum
sosial politikki, sum hjálpir teimum
óhepnu aftur á føtur, sjálvberandi bú
skapi og upplýstum stýri. Hann heldur,
at hini reka bara ørindapolitikk, og tí er
Kári skjótur, greiður og hvassorðaður,
tá hann verður spurdur, hvat vantar í
føroyskum politikki.
– Politikkur! Grikkar kallaðu øll við
samfelagsáhuga fyri politikarar, og tey,
sum ikki settu seg inn í stjórn landsins,
fyri idiotar (egin, sjálvupptikin). Vit
krevja ikki av okkara tingfólki, at tey
vísa kunnleika til stjórn og dygdir. Vit
dyrka heldur taparan og tað lokala um
boðið, sum mest at kalla vinnur ein
lutaseðil at ferðast og hugna sær fyri
í nøkur ár. Minni skil er á, meira hann
tvassar, jú betur. Um hann er falleraður
fiska seljari ella rørleggjari, sum hevur
koyrt eina kommunu á heysin, so er
alt praktfult. Vit elska ein tapara,
sum tykist líka so hjálparleysur, sum
vit sjálvi høvdu verið, um vit skuldu
stýrt.
Flestu tingfólkini bjóða seg ikki
fram, tí tey vilja stýra landinum,
men at ganga ørindi fyri fólk og sita
í teim um nevndum, har ørindi kunnu
gang ast. Rómverjar tosaðu um cursus
honorum, heiðurs kósina, at royna at
sita stutt í øllum høgum embætum. Tað
kann sam metast við at ganga tær ymsu
ódnirnar á fjalli. Tað manglar full kom
iliga hjá okkum. Flestu tingfólk fyri
reika seg ikki at flyta og átaka sær aðrar
sessir, og koma tí ongantíð runt í skip
anini. Hygg at løgmanni, sum nær um
ongar viðkomandi royndir hevur, og
sum aftur og aftur spælir uppá, at »nú
er hann ikki…« – álvaratos! Skiparar
mugu søkja sær loðs, um teir ikki kenna
far vatnið, men um teir hava fingið
skipara kjans, so hava teir ábyrgdina,
og kunnu ikki sleppa undan henni við
at siga, at »nú eri eg ikki navigatørur«.
Ert tú á brúnni, so ert tú á brúnni, sigur
Kári á Rógvi, sum veit, at hann skal
gera skjótt av at vinna flokkin fram,
tí allir floksformenn hava sín seinasta
søludag.
– Eg livi sjálvur upp á lænta tíð,
sigur Kári á Rógvi.
Vilja danir eiga hatta hálvreligiøsa
hugtakið, mugu teir gjarna fyri mær.
Men teir skulu gjalda fyri tað
Fakta
Navn: Kári á Rógvu
Aldur: 37 ár
Familja: giftur við Jóhonnu á Rógvi.
Saman eiga tey tveir synir:
Braga og Brestir.
• Kári stillaði upp til fólkatingsvalið í 2007, men varð ikki valdur.
Hann var fyrstvaldur fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingsvalinum
í 2008 við 572 atkvøðum.
• Hann varð settur sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya
í september 2008.
• Hann er av hægst útbúnu løgfrøðingunum í Føroyum.
• Cand.jur. frá Københavns Universitet í 1998.
• Master of Laws (LL.M.) frá Aberdeen University í 1999.
• Doktari í lóg (PhD), var liðugur við sína PHD-ritgerð,
og vardi hana í 2009 við Háskóla Íslands í Íslandi. Ritgerðin
hevði heitið ‘West Nordic Constitutional Judicial Review.’
• Umframt løgtingsarbeiðið, undirvísir hann á Fróðskaparsetrinum
• Hann var eisini deildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini frá
1. februar til 1. november í ár
mynd: Álvur Haraldsen