fríggjadagur 12. november 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Umleið 230 bileigarar bíða
eftir avgerðini hjá Eystara
Landsrætti í málinum um
heimildina at krevja inn MVG
av skrásetingargjaldinum.
Málið var fyri í Eystara
Landsrætti mikudagin, og
ser liga Bjørn á Heygum
nýtti nógva tíð at sannføra
dóm ar ar nar um, at hann
hevði grein í sínum máli.
Proseduran hjá Bjørn á
Heygum
vardi
í
fyrsta
umfari í ein heilan tíma,
og eftir at hinir báðir sak
førararnir høvdu nýtt um
leið fimm minuttir í part,
tók Bjørn á Heygum saman
um aftur í eitt korter.
Hann segði, at málið snúði
seg um tríggjar spurningar.
Fyri tað fyrsta var tað heim
ildin, ella rættari sagt vant
andi heimildin, sum støða
skal takast til, og hann var
ógvu liga avgjørdur í, at
heim ildin ikki var til staðar
at krevja MVG av skráset
ing ar gjaldinum inn.
Fyri tað næsta var tað
spurn ingurin, um bileig ar
ar nir kundu fara beinleiðis
til TAKS við stevningini, ella
hetta mátti gerast um vegis
bilhandlararnar.
Bjørn
á
Heyg um vísti á, at bil handl
ararnir í hesum førinum vóru
at rokna sum umboðsmenn
hjá TAKS, og at bileigararnir
tískil kundu fara beinleiðis
til TAKS eftir pengunum.
Og í seinasta lagi er tað
spurningurin um fyrn ings
freistina. Her var Bjørn á
Heygum meiri varin, men
argu menteraði kortini fyri
einum undantaki í praksis.
»Springende regress«
Sakførarin segði, at TAKS
átti at havt gjørt kunnugt,
at bileigarar, ið høvdu keypt
nýggjan bil í tíðarskeiðinum
1. mai 1999 fram til 28. apríl
2005, høvdu møguleikan
fyri at fáa goldna MVG’ið
av skrásetingargjaldinum,
aftur.
– Tá Skatta og avgjalds
kæru nevndin viðgongur, at
borgarin hevði rætt at fáa
MVG’ið aftur, so átti hetta
at merkt, at sum hægsti
embætisligi
myndug leik
in átti avgerðin hjá kæru
nevnd ini merkt, at fyrn ing
ar freistin var útsett, segði
Bjørn á Heyg um.
Hann nevndi eisini, at
bila sølurnar høvdu onga
ábyrgd og onga plikt til
at krevja inn MVG av
skrásetingargjaldi,
og
at
talan tískil kundi verða um
»springende regress«, tað vil
siga, at bileigararnir kundi
fara beinleiðis til TAKS eftir
pengunum.
Sakførarin
segði
eis
ini, at tað, at lógin varð
broytt í 2005, var týðiligt
prógv fyri, at heimildin at
krevja inn MVG av skrá set
ingargjaldinum ikki var til
staðar í lógini frá 1. mai 1999
fram til lógar broyt ingina í
2005.
Bjørn á Heygum segði,
at talan verður um nógvar
pengar, um rætturin gongur
pástandinum um útsetta
fyrn ingsfreist á møti. Áður
hevur verið tosað um so
høgar upphæddir sum eitt
stað millum 100 og 120 milli
ónir krónur.
– Verður talan hinvegin
um teir umleið 230 bileig
ar arnar, ið hava gjørt vart
við seg undan, at fyrn
ingarfreistin var farin, so
verður ikki talan um nógvar
pengar, nakrar fáar milliónir,
segði Bjørn á Heygum.
Í tíðarskeiðinum frá 1.
mai 1999 til 28. apríl 2005 eru
seld tilsaman umleið 12.200
akfør, og samlaða MVG’ið
av skrásetingargjøldunum
verður mett at liggja millum
100 og 120 milliónir krónur.
Dómur fellur í málinum í
seinasta lagi 19. januar 2011.
Drúgt at bíða
eftir dóminum
SAKARMÁL At málið um heimildina hjá TAKS at krevja inn
MVG av skrásetingargjaldinum er torskilt og prinsipielt, sæst
best av, at teir tríggir landsrættardómararnir taka sær tíð
kanska heilt fram til 19. januar at koma við einari avgerð
Mekanikari /
lastbilførari
Til verkstað okkara
søkja vit eftir dugna ligum
mekanikara / lastbilførara
til verkstaðið / flut nings
hjálpina.
Kranaprógv er fyrimunur
Byrja skjótast gjørligt
Stiðjagøta 3 · Postsmoga 1234 · tel. 35 88 88
bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo
Bilvask
Vit vaska bilin
innan og uttan
Verkstaður
Dekk, oljuskift
og umvælingar
Leigubilar
Persón- og
vøruvognar.
Góðir og bíligir
Flutnings-
hjálp
Vit flyta bilar,
maskinur o.m.a.
Sambært avgerðini hjá Skatta- og
avgjaldskærunevndini og dóminum í Føroya
Rætti hevði TAKS ikki heimild at krevja inn
MVG av skrásetingargjaldi á bilum