Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 158 · 12. november 2010 8 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Dagarnir hjá teimum køldu og naknu veggjunum eru taldir. TapeT og hillar eru liTrík og fanTasifull. nú bókaDagur er um vikuskifTið velja vit at vísa, hvussu bøkur eisini kunnu gerasT eitt prýði í heiminum Matstovan "Pontus" í Stockholm er bókstaviliga tapetserað við bókum. Fyritøkan Your Wallpaper hevur gjørt tapetið, og matstovan hevur fingið nógv rósandi orð fyri hugnaligu og øðrvísi inrættingina. Ein moðernaður klassikari er henda hillin. Orginal hillin eitur "Pilaster", men sera nógvar møblafyritøkur hava gjørt kopi av henni, og hon er at fáa hjá teimum flestu. Ein rættur klassikari er hendan "String" hillin, ið upprunaliga var at fáa í 1940- 50, men er aftur vorðin vælumtókt og er nú at fáa í ymiskum tilfari og litum. Endaði einaferð í einum kjaki um, hvussu vit stilla okkara bøkur í hillar. Onkur hevði bøkurnar eftir stavraði, onkur hevði tær eftir evni, ein annar eftir stødd, og so vóru tað nakrar sum hildu, at tað var vakrast at hava bøkurnar eftir liti. Á hesi mynd hava tey gjørt tað, og tað kann ikki sigast annað enn, at tað er væleydnað. Eigur man eina slíka trappu, MÁ man næstan gera eina slíka bókahill! So niður í kjallaran ella út í garasjuna at smíða! Frankenstein eitur ein fyritøka, ið hevur nýtt "Billy" bókahillina hjá iKEA og tikið 20-tals myndir av henni fyltari við bókm, útstappaðum djórum og fólki, og síðani gjørt tað til hetta spennandi tapetið. Stavraðið verður eisini nýtt til hesa bókahillina. Hon er vøkur og kul, men eftir mínum tykki fáa alt ov fáar bøkur pláss í henni. Passandi til barnakamarið. Sama fyritøka, sum hevur gjørt tapetið til "Pontus", hevur eisini gjørt hetta tapetið, ið hevur fingið navnið "Alice í hillini". Tapetið kann keypast frá Yourwallpaper.se Bókmentaligir veggir