Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Løgtingsmaðurin hjá Sjálv­ stýris flokkinum, Kári P. Høj gaard, hevur nú sett lands stýris manni num í fiski vinnu málum, Jacobi Vester gaard, skriv lig an fyri­ spurn ing um við ur skift ini við hjálpar­og vaktar skip u­ n um, Tjaldrinum og Brimli, nú tað sansar at við játtan til olju til skipini. Hetta hevur longu nú ført við sær, at skipini sigla minni, og alt bendir á, at siglingin í komandi ári eisini verður skerd munandi. Skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru so­ leiðis ikki før fyri til fulnar at røkja sínar eftir lits upp gáv ur á havinum. Løgtingið hevur samtykt, at fyrispurningurin hjá sjálvs stýrismanninum skal svar ast, og vanliga kemur eitt slíkt svar eftir skipanini við skriv lig um fyrispurningum um einar tríggjar vikur ella so. Seks spurningar Tað er eingin loyna, at skriv ing in í Sosialinum í hesi vikuni, har vit í fyrsta lagi høvdu samrøðu við Jóhan Simonsen, fulltrúa á Fiskiveiðieftirlitinum og síð an við Jacob Vestergaard, lands stýrismann í fiski vin­ nu málum, hevur havt sín týdn ing fyri, at Kári P. Høj­ gaard hevur reist hesar fyri­ spurn ingar. Í fyrsta lagi spyr løg tings­ maðurin, um lands stýris­ mað urin kann veita vissu fyri, at trygdarviðurskiftir og til búgv ing eru í lagi, so skip og bátar í føroyskum sjógvi fáa neyðuga hjálp, um óhapp ella vanlukka skuldi hent? Kári spyr eisini, um lands­ stýrismaðurin heldur, at støðan er nøktandi, tá Tjaldr­ ið og Brimil stóran part av ári num ikki kunna røkja eftir litið á havinum vegna spar ingar, og pen ing ur tí ikki er tøkur til keyp av olju? Í triðja lagi spyr hann um rokn ast kann við, at Vaktar­ og Bjargingartænastan kem ­ ur í somu óvirðiligu støðu komandi ár vegna vænt­ andi játt an á fíggjar lógini til rakst ur. Eisini um tyrlu Løgtingsmaðurin spyr eisini um tyrluviðurskiftini. Í fyrsta lagi spyr hann, um lands stýrismaðurin heldur støðu na vera nøktandi, og um trygdin er í hásæti, tá eing in fult útgjørd bjarg ing­ ar tyrla er tøk í fleiri vikur. Í øðrum lagi spyr Kári P. Højgaard, um land stýris­ mað urin kann upplýsa, nær danska verjuskipið í før­ oysk um sjógvi aftur fær eina tyrlu? ­ Og nær verður før oyska bjargingartyrlan tøk, vil løgtingsmaður Sjálv stýris­ floksins eisini hava at vita frá Jacobi Vestergaard, lands­ stýris manni. Skjót hjálp Í viðmerkingum til skriv liga fyrispurningin, vísir løg­ tings maðurin á, at Før oyar eru ein fiski vinnu tjóð, og at fá lond í heiminum eru so nær knýtt at havinum sum Føroyar, og framhaldandi er fiskur og fiskaúrdráttir okkara høvuðsvinna. ­ Allahalgannardagur er júst farin afturum. Hetta er dagurin, tá vit árliga fáa áminningina um, at havið tekur og havið gevur. Prísurin er høgur, og mangan er talan um garpar í bestu árum, sum farna árið drógu andan fyri seinastu ferð umborð á skipi – ella hesir fingu eina kalda, váta grøv. Kári P. Højgaard vísir eisini á, at tá vanlukkan hend ir, og brúk er fyri skjót­ ari hjálp, er alneyðugt, at til­ búgvingin er tøk. ­ Farna ár fekk ein maður stóran skaða umborð á skipi, har brúk var fyri tyrlu, men tíverri endaði syrgiliga vanlukkan við, at maðurin doyði, sigur hann. Løgtingsmaðurin vísir á, at seinasta hendingin var, tá útróðrarbáturin Oddny fór at leka og sendi út neyðarkall. ­ Tíbetur vóru partrolarar á somu leið og komu neyð­ stadda bátinum til hjálpar og fingu bjargað manningini, áðr enn báturin sakk, leggur hann aftrat. Eingi skip Løgtingsmaðurin leggur aftrat, at serútgjørda bjarg­ ing ar tyrlan stendur ”ground­ ed”, sum hann tók til, og tí kundi hon ikki nýtast, tá Odd ny sakk. ­ Sambært Norðlýsinum var danska sjóverjuskipið Tri ton á staðnum, men einki sást til Brimil og Tjaldrið. Kári P. Højgaard leggur dent á, hvussu alneyðugt tað er, at tilbúgvingin virkar, tá brúk er fyri skjótari hjálp. ­ Tí havi eg gjørt av at seta lands stýrismanninum hesar spurn ingar fyri at fáa greiði á hesum álvarsmálum, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo Alneyðugt at tilbúgvingin virkar TILBÚGVING - Tá vanlukkan hendir, og brúk er fyri skjótari hjálp, er alneyðugt, at tilbúgvingin er tøk. Farna ár fekk ein maður stóran skaða umborð á skipi, har brúk var fyri tyrlu, men tíverri endaði syrgiliga vanlukkan við, at maðurin doyði, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum hevur sett Jacobi Vestergaard viðkomandi spurningar um tilbúgving Vilmund Jacobsen Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 200 tons av fiski á uppboðssølu fyri góðar 2,6 miljónir krónur tilsamans. Miðalprísurin fyri øll fiska sløgini samanlagt var 13,04 krónur fyri kilo. Besti prís ur var fyri 200 pund av kalva, sum fóru fyri slakar 70 krónur fyri kilo. Størstu einstøku nøgd ir­ nar á uppboðssøluni í gjár var toskur 4. Her fóru 23,5 tons fyri miðalprísin 13,46 krón ur fyri kilo. Hin besti tosk urin fór fyri miðalprísin 22,69. Sløk 15 tons vóru eisini av hýsu 2, sum fekk miðal­ prísin 13,45. Prísirnir á hýsu 2 og toski 4 eru soleiðis á leið teir somu, og er hetta ivaleyst ein orsøkin til, at áhugin fyri tí smáa toskinum er so stórur, nú so nógvur ung­ fisk ur er uppi í veiðini hjá skip um og bátum. Á Fiskamarknaði Føroya í gjár vóru eisini sløk 30 tons av brosmu og eini 36 tons av longu. Bestu miðalprísir her vóru fyri brosmu 7,82, og besti miðalprísurin á longu var 13,63. Eini 14 tons vóru av hav­ tasku, og her fór eingin miðal p rísur niður um 27 krónur. Fiskamarknaður Før oya seldi eisini 11 tons av konga­ fiski. Mest var av kongafiski 2, sum fekk miðalprísin 9,18 krónur fyri kilo. vilmund@sosialurin.fo - Er støðan nøktandi, tá Tjaldrið og Brimil stóran part av árinum ikki kunna røkja eftirlitið á havinum vegna sparingar, og peningur tí ikki er tøkur til keyp av olju, spyr Kári P. Højgaard ... serútgjørda bjargingartyrlan stendur »grounded«... KÁRI P. HØJGAARD Smátoskur og hýsa sama prís MARKNAÐUR Miðalprísirnir á toski 4 og hýsu 2 eru júst teir somu. Hetta er helst ein orsøkin til, at áhugin fyri tí smáa toskinum er so stórur, nú so nógvur ungfiskur er uppi í veiðini Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í gjár 13,04 krónur fyri kilo. Góð 200 tons fóru fyri góðar 2,6 miljónir krónur tilsamans Mynd: Vilmund Jacobsen