Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 158 · 12. november 2010 9 VIKUSKIFTI Stoffskiftið er eitt samlað heiti fyri allar tær kemisku prosessirnar, sum fara fram í øllum teimum livandi kyknunum í kroppinum. Ein prosess, sum í høvuðsheitum niðurbrýtur tey føðsluevni, ið vit eta og drekka, og harvið útvegar orku til tær lívsneyðugu funksiónirnar, sum fara fram í kroppinum. Harafturat er tað eisini prosess, har kykn urnar í kroppinum vera endurbygdar. Tá ið tú etur og drekkur líka nógvar kaloriur um dagin, sum tú brúkar til mill um annað at røra teg og sova, verður vektin verandi hin sama – tað er líkavekt, tað vil siga orkujavnvág. Um vektskálin fer til eina ella aðru síðuna, vil tú antin lætna ella taka uppá. Sum heild kann sigast, at vevnaður og yrkisgøgn í kroppinum virka sum ein »motorur«, ið syrgir fyri at hjartað pumpar, heilin arbeiðir, og tú andar og kann røra teg. “Bensinið” til motorin eru kaloriurnar í matinum og drykkjuvørunum, sum tú etur og drekkur. Um tú inntekur fleiri kaloriur, enn motorurin brennur, setur tað seg sum feitt á kroppinum. Hvat ávirkar brenningina? Orkutørvurin er ymiskur frá persóni til persón. Tørvurin er tengdur at aldri, kyni, vekt- og kropssamanseting (feittvevnaði/ vøddum). Kroppurin kann vera í einum tilstandi, sum krevur fleiri kaloriur í einum tíðar skeiði. Tað kann til dømis vera í sambandi við, at kvinna er við barn ella við bróstageving, har orkutørvurin er eitt sindur størri. Menn hava størri vøddar og tískil eina hægri brenning enn kvinnur, sum harafturímóti eru útgjørdar við meiri feitti á kroppinum. Av tí at tað eru vøddarnir, sum eru tann avgerandi fyri, hvussu høg brenningin er, er tað tí natúrligt, at menn brenna meiri enn kvinnur. Bæði kvinnur og menn kunnu vænta, at brenningin minkar við aldrinum. Hetta kemst millum annað av, at vøddarnir gerst minni við aldrinum. Síðst men ikki minst er rørsla ein týðandi partur í sambandi við, hvussu nógv tú brennur. Tá ið tú svevur ella liggur á sofuni, koyrir tín »motorur« í tómgongd, og tú brúkar tí ikki so nógvar kaloriur. Men tá ið tú rørir teg, »traðkar tú á speedaran«, og tú vil á henda hátt brúka fleiri kaloriur frá feittgoymslunum. Set gongd á brenningina Reglulig rørsla hevur tí mest jaligu ávirk- anina á brenningina. Í sambandi við harða kropsliga venjing kann brenningin fleirfaldast. Nøgdin av kalorium, sum tú kanst brúka í sambandi við rørslu, er treytað av ymiskum viðurskiftum: Tínari vekt, hvussu leingi tú rørir teg/venur umframt styrkini av rørsluni/venjingini. Tess meiri tú vigar, tess meiri brennur tú, tá íð tú rørir teg. Orsøkin til hetta er, at tað krevur meira orku at flyta ein tungan kropp. Øll rørsla – líka frá havaarbeiði og reingerð til svimjing, gongd og renning – vil gagna kaloriubrenningini. Um tú velur at sameina rørsluna við styrkivenjing, brennur tú eisini kaloriur í hvíld, av tí at styrkivenjing hevur við sær størri vøddar, sum økja um stoffskiftið. Tess eldri tú verður, tess minni gerast vøddarnir – so um tú vil varðveita tínar vøddar, mást tú gera ein virknan innsats fyri at varðveita teir og eina hægri brenning. Um tú ikki rørir teg meira í gerandisdegnum ella tillagar nøgdina av mati og drykkjuvørum til eina lægri brenning, vil tú óiva uppliva, at tú tekur uppá við aldrinum. Umframt at røra teg, eigur tú eisini at vera ansin, um maturin inniheldur nokk av proteinum. Protein kanst tú millum annað fáa frá soltnum kjøti, fiski og soltnum mjólkarvørum. Proteinir seta ferð á brenningina, av tí at tað krevur meiri orku fyri kroppin at niðurbróta protein enn onnur føðsluevni. Et eisini dagligt nógv kostfibur frá grýni, myrk um breyði, grovum grønmeti og frukt (25 – 35 g/dag). Brenningin økist, tá ið tú etur ein fiburríkan kost. Máltíðir við nógvum kostfibrum hvíla longri í maganum og syrgja fyri eini longri sodningarprosess og tískil hægri stoffskifti. Um tú hevur hoyrt um, at koffein ella sterk kryddaríir eru virkin í sambandi við vekttap, so er tað eitt sindur um tað. Ávirkanin á brenningina er verulig, men ikki ógvuslig, so tú skal ikki vænta, at tað hevur tann stóra týdningin fyri títt stoffskifti og harvið samlaða vekttapið. Um tú ikki hevur drukkið kaffi fyrr, kan koffein hava eina jaliga ávirkan á brenningina við høgum regluligum inntaki. Men við einum eftirfylgjandi regluligum inntaki venur kroppurin seg við evnið, og ávirkanin minkar. Tað sama ger seg galdandi fyri sterk kryddaríir, til dømis chili. Chili inniheldur evnið capsaicin, og tað kann í størri nøgdum deilt yvir dagin ávirka brenningina jaliga. Líka sum við koffein minkar ávirkanin við tíðini, av tí at kroppurin venur seg við tað. heIlsU síðan Jórun Klein, dietistur Nógv fólk hava eiNa meining um teirra stoffskifti. tá ið fólk byrja at taka uppá, siga tey ofta, at tað helst er nakað galið við stoffskiftinum – tað hevur tó sjáldan Nakað við veruleikan at gera. Stoffskiftið – nógv tosa um tað, men hvat snýr tað seg veruliga um? SAMANUMTIKIð: ◆ Stoffskifti snýr seg millum annað um, hvussu nógvar kaloriur tú brúkar/brennur hvønn dag. ◆ Brenningin – og harvið orkutørvurin – er ymiskur frá persóni til persón. ◆ Rørsla er ein týðandi táttur, um tú vil økja tína brenning. ◆ Maturin skal innihalda nokk av proteinum og kostfibrum. ◆ Koffein, chili og onnur kryddaríir hava bert lítla ávirkan í sambandi við vekttap.