Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158 18 Sosialurin Uml. 250 fólk starvast hjá Posta. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn. Á Posta leita vit í løtuni eftir einum dugnaligum fíggjarstjóra til at stjórna okkara fíggjardeild. Tú Títt eyðkenni er, at tú ert ágrýtin og røkkur teimum málum, tú setur tær. Tú megnar at levera mánaðar- og kvartalsroknskapir til tíðina og at stjórna okkara fíggjarstýring á proaktivan hátt. Tað er ein treyt, at tú hevur neyðuga yvirlitið, samstundis sum tú hevur skil á tíðandi smálutum, har tað er neyðugt. Soleiðis ert tú før/ur fyri at luttaka í leiðslu felagsins sum proaktivur partnari á jøvnum føti við tínar leiðslufelagar. Umframt hóskandi royndir og útbúgving hevur tú greiða fatan av møguleikunum innan KT. Á Posta nýta vit Navision til fíggjarstýring og LøttLøn til lønarbókhald. Vit Á Posta fáast vit við flutning, og seinnu árini hava vit á Posta flutt okkum nógv. Umframt kappingarføra løn bjóða vit tær eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og eitt avbjóðandi starv. Tú kanst vænta, at tín ávirkan fer at gera stóran mun á heildina. ? Spurningar um starvið kunnu setast Hjørdis Viberg, stjóra tlf. 212193 ella Tummas Hanus Dam nevndarformanni tlf. 220550 Umsóknir Umsóknir vit avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til hjordis@posta.fo í seinasta lagi 30. nov. 2010. Tendrar tú uppá tøl, og megnar tú at stjórna eini fíggjardeild í menning? So er starvið sum fíggjarstjóri á Posta kanska títt komandi starv... Fíggjarstjóri til Posta Hevur tú hug at royna tíni evni í einum arbeiðsumhvørvi í støðugari menning? So er hetta nakað fyri teg: Eitt fulltíðarstarv sum fíggjarfulltrúi á Almannastovuni er leyst at seta skjótast gjørligt. FÍGGJARFULLTRÚI til Almannastovuna Høvuðsábyrgdarøkið verður fíggjarlógararbeiði við lógarbundnu útreiðslunum á almannaøkinum og at fáa til vega hagtøl til leiðsluna á stovninum. Starvið umfatar eisini hagtalstilfar fyri at betra um grundarlagið til at gera fíggjar- ætlanir, herundir at gera búskapar- ligar lýsingar fyri stovnin. • Ráðgeva og vegleiða leiðsluni í fíggjar-, og roknskaparviðurskiftum • Gera fíggjarætlan og roknskap, og at fylgja upp og hava eftirlit við lógarbundnu útreiðslunum • Gera ársfrágreiðing • Røkja samstarv við leiðsluna á Almannastovuni • Starvast í toymi í tøttum tilknýti til rakstur. Almannastovan umsitir umleið 1 milliard krónur árliga og hevur nógvar umsitingarligar uppgávur. Vit sóknast eftir einum starvsfólki, sum hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella starvsfólki við hóskandi útbúgving og royndum innan roknskap / grannskoðan / bókhald. Herumframt krevst góður førleiki innan KT og góð evni at orða seg í skrift og talu. Okkara ynski er, at tú dugir at raðfesta og tilrættisleggja arbeiðið, ert virkisfúsin og eltir uppgávurnar frá byrjan til enda, og at tú hevur góð samstarvsevni. Vit kunnu bjóða eitt fast starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tel 35 35 10. Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum v.m. og upplýsingumum viðkomandi starvsroyndir, skulu vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 25. nov. 2010, kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Almannastovuna, Starvsfólkadeildin, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo krea . tel 60 80 80