Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 17 VIKUSKIFTI Nógv fólk vóru til tiltakið, og hóast tað var kalt í sjónum, lupu nógv á bláman ein trupulleiki, átti ikki at borið til, og hetta kann eisini vera eitt problem hjá teimum, ið starvast og ferðast á landi, tá skjótt er at vera somikið óskettin framvið fjøru og havnaløgum, at tað ringasta kann henda. Vánaligar umstøður Tórbjørn Jacobsen nevndi, at hann lærdi at svimja, tá hann var við skipi í Kyrrahavinum sum smádrongur – 4-5 ára gamal. Seinni kom hann betur eftir tí í sminjingarhylinum omanfyri skúl an við Gøtugjógv og á sandinum í Syðrugøtu, men tá hann flutti út á Glyvrar at búgva, fram ímóti miðjuni av seksti árunum, dugdi ongin annar næm ingur í tí flokkinum hann gekk í, at svimja. – Kanska er støðan batnað hjá teim um, sum búgva her, men tað er ikki myndugleikanum fyri at takka, tí um støðurnar fyri svimjing eru líka eiðasørar ídag, sum tær vóru fyri hálvt- hundrað árum síðani. Hetta, hóast kandi datar til øll býráðsval hesi ár ini við plikt og bót hava lovað veljar unum, at nú fór tað at henda, at ein svimji- hylur varð gjørdur. Stóra inn savn- ingin einaferð í sekstiárunum munaði heldur onki, hóast væl av peningi, í tá- tíðarmáti, kom á kontu til endamálið, segði Tórbjørn Jacobsen, og hann helt fram: – Jon Hestoy hevur rætt: Økið er í eini undantaksstøðu, tá tað snýr seg um møguleikar fyri svimjing. Kanska er tað orsøkin til, at fyrireikararnir hava heitt á havnarmeistaran í Runavík um at siga nøkur orð, nú fólk úr landinum eru savnað um einasta svimjingarhylin vit fjarð búgvar eiga, og tó kanska tann størsta hylin í landinum, allan Skála- fjørðin. Torbjørn Jacobsen endaði við ameri- kanska hugtakinum frá Vietnam kríg- num: »Sink or swim with Ngo Dien Diem.« – Hugtakið stavar úr amerikanskum journalistikki, eftir at amerikanarar høvdu fløkt seg so væl ella illa uppí vietna mesiskan politikk, at annaðhvørt svumu teir, ella druknaðu teir saman við korrupta forsetanum í Suðurvietnam Ngo Dien Diem. Óneyðugt skuldi ver ið at sagt, hvør søgunnar dómur gjørdist. Eftir fundin í saltfiskahúsinum leyp alt, sum krúpa kundi, á bláman, fólk hugn aði sær almikið, og eftir tað høvdu synirnir hjá Zachariasi Leitisstein latið hurðarnar á víðan vegg í neysti teirra, har møguleiki var fyri brúsing og at klæða seg aftur í gerandisdressið. Síðan prátaðu fólk saman, spælt var og sung- ið, ímeðan litrarnir af kaffi vóru konsu- meraðir í ríkiligum máti. Onkur varnaðist, at havnarmeistarin, sum fyrstur leyp á bláman, var ílatin før oysk tøvd undirklæði. Hann sig- ur, at hetta partvíst skal skiljast sum ein demonstratión ímóti, at myndug- leikarnir ikki fáa uppí lag, at fáa ein svimjingarhyl til vega, og fyri at prógva, at hetta føroyska produktið ivaleyst er heims ins besta bjálvingarklæði hjá menn iskjum ímóti kulda. Tað er prógv- að í føroyskari siglingarsøgu, og tað var aftur prógvað hendan dagin í fjøruni á Glyvrum, tí havnarmeistarin var líka spelkin, tá hann klóraði seg uppá land aftur, sum tá hann kavaði út av Hvalsis- rættarbrúnni.