fríggjadagur 12. november 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
20
Sosialurin
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
Felagið fer at leggja uppaftur størri herðslu á trivnað og heilsu hjá
fiskinum, og tí fara vit at seta djóralækna í starv.
Ábyrgdin hjá viðkomandi verður at:
· tryggja, at felagið er á odda at byrgja fyri sjúkum
· arbeiða miðvíst við at bøta um fiskaheilsuna
· tryggja at mannagongdir verða fylgdar
· menna nýggjar mannagongdir
· fylgja við viðgerðum
Djóralæknin fer at arbeiða í tøttum samstarvi við alileiðarar og
góðskuleiðara og at hava ábyrgdina av veterineru viðurskiftunum
hjá felagnum mótvegis myndugleikunum o.a. í hesum sambandi.
Krøv:
· Djóralæknaútbúgving
· Góð samstarvsevni
· Fyrimunir at hava royndir við at ala fisk
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi
skjølum verða send til
P/f Bakkafrost
Stílað: Regin Jacobsen, stjóri
Bakkavegur 9
FO-625 Glyvrar
ella við teldubrævi til reja@bakkafrost.com
Umsóknarfreist er 14. november 2010.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband
við Regin Jacobsen á tel +298 23 50 01.
djóraLæKni TIL BAKKAFROST
STARVSFóLK
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti til lidna vøru.
Bakkafrost virkar m.a. feskan laks til sushimarknaðin og lidnar vørur í verðum til stórar handilsketur. Bakkafrost
leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðarframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar.
Bakkafrost er skrásett á Oslo Børs. Umleið 450 starvsfólk starvast á Bakkafrost.
sansir.fo
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ?
Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøku-
treytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 3. januar 2011. Umsóknarfreistin er 1. desember 2010
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest
fjølbroytta og hægsta tekniska yrkis-
útbúgving, sum kann takast í Føroyum.
Útbúgvingin gevur sera stórar møgu-
leikar, bæði á sjógvi og landi, líkamikið
um tað er í Føroyum ella úti í heimi.
Maskinmeistaraútbúgvingin gevur
eisini møguleikar fyri at blíva
elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru
maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgving-
ina verður í januar og í august í 2011.
Maskinistur
Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar
fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør-
um, sum fiska á føroyskum sjóøki.
Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at
vera maskinstjóri á skipum við
maskinorku upp til 3000 kW í altjóða
sigling. Útbúgvingin tekur 9 mánaðir.
Upptøka til maskinist verður í august
í 2011. (Umsóknarfreist er 1. juni 2011).
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst
tú føra øll fiskiskip um allan heim, eins
og farmaskip, upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú
fara beinleiðis til skipsførara.
Upptøka til skipara verður í januar og í
august í 2011.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans
3 ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálv-
ár til skipsførara. Sum skipsførari kanst
tú føra øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipsførara verður í
januar og í august í 2011.
Maskinmeistara-, skipara og
skipsføraraútbúgvingarnar
eru moduluppbygdar.
krea . tel 60 80 80
Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari
Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari