fríggjadagur 12. november 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
Sosialurin
eftir eina boring sum hesa,
at oljuleitingin við Føroyar
gongur móti endanum. Vit
mugu framvegis fyrihalda
okk um til ta sannroynd,
at før oyski landgrunnurin
er eitt nýtt leitiøki, har
sera lítið er borað higartil.
Í Noregi vórðu boraðir 33
brunnar, áðrenn rakt varð
við og vestan fyri Hetland
einir 70 brunnar. Tí eiga vit
heldur ikki at síggja hvønn
einstakan brunn isolerað
men heldur sum part av eini
heild – einum puslispæli,
har hvør brunnurin er ein
týðandi brikkur í royndunum
at fáa nýggja vitan til tess at
skilja undirgrundina betur.
Vit teimum sjey brunn
un um, sum eru boraðir á
landgrunninum hesi sein
astu 10 árini, hava vit fing
ið eina nógv størri vitan um
undirgrundina, og spurn
ingurin er, um vit ikki nærk
ast eini støðu, har vit skilja
undirgrundina so mikið væl,
at teir komandi brunnarnir
fara at geva verulig úrslit.
Tað skulu borast tveir
brunnar aftrat á landgrunn
in um komandi árini. Stat
oil er fyritøðufelag. Ser
frøð ingarnir
hjá
norska
fe lag num fara uttan iva at
brúka ana lysur nar av Anne
Marie brunninum í sínum
metingum um, hvar borurin
skal setast í. Tað skilst, at
avtala er gjørd millum Statoil
og ENI um at lata hvørjum
øðrum upplýsingar frá ávika
vist Brugdubrunninum og
Anne Mariebrunninum, tað,
sum á oljumáli verður kallað
“Welltrading”. Vit loyva okk
um at gita, at slíkur handil
kann fáa stóran týdning fyri
kom andi boringarnar hjá
Stat oil á landgrunninum.
Áhugaverdi spurningurin
er tí eisini, um vitanin frá
Anne Marie boringini kann
hjálpa Statoil til at skilja
undir grundina betur og her
ikki minst tey loyvini, har
fe lagið skal seta borin í kom
andi árini. So í kjalar vørrinum
á Anne Marie bor ing ini og tí
vitan, ið fæst frá henni, fer
kanska at spyrj ast burtur
úr eitt fund um enn í øðrum
loyvi í granna lagnum.
Hvussu enn verður við
víðari
analysuarbeiðinum
av Anne Marie brunninum,
so eiga vit at fegnast um, at
Statoil hevur bundið seg til
at bora tveir brunnar á land
grunninum. Annar teirra
verður helst boraður í 2011,
men endaliga avgerðin er ikki
tikin enn skilst. Hin kemur
so árið eftir ella í 2013. At ein
brunnur ella tveir veruliga
nærkast síggja vit eisini
júst í hesum døgum, har út
lendskt kanningarskip ger
botnkanningar fyri Statoil.
Hetta fyri ma. at útvega fe
lagnum meiri vitan um hav
botnin, har ætlanin er at seta
borin í longu næsta summar.
At hetta arbeiði verður gjørt
hesa ársins tíð kundi bent á,
at Statoil veruliga roynir at
vera klárt til at bora í 2011.
Statoil roynir í løtuni at
finna fram til í hvørjum av
trimum av loyvunum tað
skal bora. Í hesum loyvum er
felagið einasti loyvishavarin,
tó at Atlantic Petroleum
hevur umleið 1% lut í einum
av loyvunum. Statoil fer so
neyvan einsamalt at bora
enn ein kostnaðarmiklan
brunn á landgrunninum, og
tað ljóðar tí, at felagið fyri at
spjaða váðan er í ferð við at
kanna, hvørji onnur oljufeløg
vilja vera við at bora annan
av brunnunum.
Hitt loyvið, har borast
skal helst í 2012, er 008, sum
liggur út móti markinum
og nær stóra oljufundinum
Rosebank hinumegin mark
ið. Í hesum loyvinum eru um
framt Statoil eisini OMV og
DONG. Og tey verða neyvan
fleiri, tí somu feløg eru eisini
partur av Rosebankfundinum
hinumegin markið, umframt
at tey nú um dagarnar hava
fingið tillutað teigar millum
markið og Rosebankfundið.
Við teimum báðum brunn
un um hjá Statoil kem ur
saml aða talið av brunnum á
land grunninum uppá 9. Vón
andi ræður ikki tá lagn unn ar
speisemi, nú tað á olju máli
plagar at verða tikið til, at tað
vanliga skulu borast 10 brun
nar, áðrenn tú ger eitt fund!
Aðrar týðandi
fortreytir
Eisini
onnur
viðurskifti
kunnu gagna leitingini við
Føroyar, eitt nú broyt ing in,
sum er gjørd í loyvis treyt
unum, har olju fe løg kunnu
søkja um leitiloyvi uttan
um vanligu útbjóðingarnar.
Hetta kann eisini gerast ein
nýggjur katalysatorur fyri
framtíðar leiting. Og tað er
nettup hetta, sum Jarðfeingi
roynir at dyrgja við fyri
at fáa nýggj oljufeløg at
leita henda vegin at bora.
Tað verður so eisini henda
lógar broyt ing nevnd “Open
door”, sum stovnurin fer at
marknaðarføra á eini stórari
oljumessu í Londonn seinast
í november.
Vit hava í eini analysu um
góðu vónirnar til Atlants
mótið í Sosialinum fyrr í
mán aðinum víst á, hvussu
oljutilgongdin nærkast før
oyska markinum fyri hvørt
ár og hvønn týdning hetta
kann hava fyri okkum og
áhugan at gera íløgur her
ma. útbygging av fleiri olju
og gassfundum og nýggjan
infrastruktur
í
økinum.
Nýggj ar útbyggingar, sum
eru á tekniborðinum, eru
ma. Clair, Rosebank, Cambo,
Suilven/Tornado, Solan og
Laggan/Tormore. Alt nakað,
sum kann fáa stóran týdning
fyri útbygging av møguligum
fundum á føroyska land
grunn inum eisini.
Tað eru so eisini fleiri
aðrar nýggjar fortreytir í
olju vinnuni, sum gera At
lants mótið – úr Føroyum
til Het lands – enn meira
áhuga vert og rentabult. Í
bretska partinum av Norð
sjónum varð herfyri tikin
í brúk ein nýggjur gass
framleiðslupallur, sum kann
flytast og brúkast aftur aðra
staðni, har gassgoymlur eru
í undirgrundini. Hetta fer at
gera framtíðar gassút bygg
ingar nógvar ferðir bíligari
enn í dag, tí tað skulu ikki
pengar setast av frá byrjan til
at taka niður aftur pallarnar
ein dag í framtíðini. Tað
verð ur longu nú tosað um,
at hesin nýggi pallurin eisini
kann fáa stóran týdning fyri
út byggingar av gassfeltum
eitt nú vestan fyri Hetland.
Bretski heimamarknaðurin
tørvar gass, og við at minka
kostnaðin fyri at taka gassið
upp vestan fyri Hetland og
flyta tað til lands, kunnu
eisini komandi gassfund á
føroyska
landgrunninum
gera sær dælt av slíkari gongd.
Enn ein tøknilig uppfinning
verður í næstum tikin í brúk
á bretska landgrunninum
60 kilometrar frá føroyska
markinum. Tað er á Solan
fund inum
sunnan
fyri
Foinaven
feltið,
har
ein
ómann að installatión fer at
avloysa mannaðar pallar og
fram leiðslu skip.
Jóannes Rasmussen
og olja
Tað er uppá sítt pláss sein
ast í hesi analysuni at minn
ast aftur á orðini hjá okk ara
fræga jarðfrøðingi, Jó annesi
Rasmussen, sála. Í sam røðu
við Sosialin fyri 25 árum
síðani vísti hann á, at oljan
helst lá goymd úti í Het lands
rennuni ella á hellingini, og
at tað fóru at ganga meira
enn 20 ár, til tøknin var so
mikið framkomin, at man
kundi fara niður eftir henni.
Síðani tá eru gjørd nógv fund
hinumegin markið. Eftir er
“bara” at finna oljuna hjá
okk um eisini. Og hesin dagur
er kanska ikki so langt vekk.
jan@sosialurin.fo
num á anne
num
Úrslitið av Anne
Marie brunninum eigur
ikki at fáa okkum at
halda, at oljuleit ing
við Føroyar nærkast
endanum
Hóast seinasti brunnurin á
landgrunninum ikki livdi upp til
vónirnar, so merkir hetta ikki,
at oljufeløgini avskriva Føroyar.
Tveir nýggir áhugaverdir brunnar
eru nevniliga á tekniborðinum
skrivar Jan Müller í hesi analysuni