Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eydna Skaale Oddvørsa buffetstjørnur tað er háárstíð fyri bókaútgávur, og í vikuni kom enn ein føroysk kókibók á marknaðin. talan er um navnframu Oddvør skarðhamar, sum áður hevur latið tvær kóki- og bakibøkur úr hondum. nú er hon farin aðra leið og gevur hesuferð fólki innlit í góðar rættir til sjálvtøkuborðið. tað eru umleið 90 uppskriftir í bókini, sum kostar 299 kr og fæst til keyps kring alt landið. Nýggj kókibók frá Oddvør Skarðhamar til Sølu um alt laNdið Les meiri á facebook undir leitiorðinum »Oddvørsa buffétstjørnur« førOyarenningin við eLi hentze hóskvøldið 18. november bjóðar eli hentze fólki við á eina stuðulsrenning av viðareiði til sumbiar og síðani úr havn til sands. strekkið verður býtt upp í styttri og longri teinar, sum skulu rennast yvir 10 dagar frá 18. - 28. november, men til ber eisini at velja sær nakrar teinar burturúr – tað er nevniliga eingin treyt, at tú skalt renna allar 145 kilometrarnar saman við eli hentze. øll eru vælkomin við, og hugsanin er, at fólk skulu stuðla eli við eini ávísari upphædd fyri hvønn km, hann leggur afturum seg. allur peningurin fer óskerdur til b71. teinurin er 145 km í alt. førOyareNNiNgiN við eli heNtze 18.-28. NOvember viðareiði-tórshavn-drelnes-sumba-drelnes- tórshavn-gamlarætt-skopun-sandur les meiri á www.b71-sandoy.com ella á facebook LívSgLEðI á SEgLhúSLoFT­ Inum Týskvøldið 16. november verður niclas heri Jákupsson á Seglloftinum á Tvøroyri við sínum áhugaverda fyrilestri um Strongd og Lívsgleði. hann hevur sjálvur roynt at verið í djúpari strongd, men hevur megnað at vent gongdini við jaligum hugburði, og hann hevur nú eina smittandi lívsgleði. Fyrilesturin verður í tveimum, fyrst um Strongd og síðani um Lívsgleði, og harímillum verður kaffisteðgur. Tilmelding fer fram á telefon 525525 ella á 211212. Kostnaðurin fyri fyrilestrarnar er 250 kr. fyrileStur um lívSgleði á Seglhúsloftinum á Tvøroyri týskvøldið 16 november kl. 19­22 ILLvEðurSSøgur úr Føroyum Annan leygardag í november er Skjala savnsdagur í øllum norður­ londum, og Lands­ skjalasavnið er við fyri áttandu ferð. hesuferð er evnið »veður og veðurlag«. Til ber bæði at síggja hagtøl um veðrið, men eisini at skjøl, sum til dømis vísa skaðar, sum hava staðist av illveðrið. Tað er rolf guttesen, adjungeraður lektari í søguligari geografi á Søgu­ og samfelagsdeildini, sum hevur savnað og sett upp tilfarið. í samband við dagin verður eisini ein fyrilestur, ið nevnist »Søguligar ill veðurs­ hendingar í Føroyum«. Tað er náttúru landa­ frøðingurin Lis mortensen, sum heldur fyrilesturin. høvuðsgoymslan og lesistovan á Debesartrøð í Tórshavn verða opnar fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Fyrilesturin verður í loftsstovuni hjá Føroyamálsdeildini leygardagin klokkan 16. Skjalasavnsdagur á landsskjalasavninum á Debesartrøð í havn leygardagin 13.november kl 14­18 og fyrilestur um søguligar illveðurshendingar í Føroyum leygardagin 13.november kl 16 tað regnar uppeftir á hvOnn Leygarkvøldið bjóðar rás2 aftur hvonn Live. Í sendingini hesaferð verða bestu fótbóltsspælararnir í ár heiðraðir, og føroya best umtókti tónleikabólkur fer at spæla live. ársins spælarar, stjørnuskot, venjarar, málverjar og toppskjúttar hjá monnum og kvinnum skulu kjósast leygarkvøldið. eftir handanirnar verður prátað við tónleikarar í páll finnur páll, og bólkurin fer eisini spæla live á hvonn. fólk eru væl komin á hvonn at uppliva sendingina beinleiðis, og tað ber sjálvsagt eisini til at hoyra alt á rás2. hvONN live hvonn í havn Leygarkvøldið 13/11 kl. 20.00 eirik jOhansen band Í høLLini á háLsi eirik johansen fer at spæla til dans í ítróttarhøllini á hálsi í havn tann 13. november við egnum bólki, sum telur seks mans. teir fara at spæla hittini hjá scandinavia, gluntan og øðrum dansibandsbólkum. eirik johansen er kendur sum sangari í dansibandinum scandinavia, og hann var eitt skifti eisini sangari í gluntan. hann hevur síðani spælt nógv undir egnum navni, og hann hevur millum annað áður spælt í høllini á skála. atgongumerkir fáast í kunningarstovuni í tórshavn, klaksvík, runavík og tvøroyri og kostnaðurin er 240 kr. í forsølu og 290 kr. vid dyrnar. daNSur við eirik jOhNSeN baNd leygarkvøldið 13. november í høllini á hálsi eat pray LOve nýggjasti filmurin hjá julia roberts, »eat pray Love«, snýr seg um at gera tað, so mong okkara droyma um í gerandisdegnum, nevniliga at sleppa teymunum og fara út at uppliva heimin við opnum sinni. Liz gilbert (julia roberts) er ein sjálvstøðug kvinna, sum eftir ein sváran hjúnarskilnað brýtur út úr tryggu tilveruni, og fer einsamøll út at uppliva heimin. á ferðini merkir hon gleðina við eini einfaldari máltíð í italia, rúsandi megina av bøn í india og kærleikans javnvág á bali. filmurin er bygdur á endurminningarnar hjá høvundanum elizabeth gilbert frá hennara egnu ferð kring heimin eftir hennara egna hjúnarskilnað. bókin lá á new york bestseljaralistanum í 187 vikur. eatPraylOve í havNar biO frá 11.11 www.bio.fo