fríggjadagur 12. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
T
að er so heppið, at í
kirkjugarðsprotokollini
verður ofta hjá børnum
tilskilað, hvør pápin er. So tá
ið tað sást, at henda lítla var
dóttir “sysselmand Petersen”,
var sloppið!
Fyrst er tað hetta forkunn
ugu
millumnavnið
Kjær
gaard, sum er ein partur av
okkara søgu.
Tað stavar frá einum
donskum skipara Poul Christ
ian Kjærgaard, sum giftist
við Maren Margrethe Jacobs
datter (17981845), dóttir Jacob
Nolsøe
handilsforvaltara,
beiggja Nólsoyar Páll.
Tað kann vera gitt, at hann
hevur siglt uppá Føroyar og
hevur tá hitt konuna. Tey
munnu hava verið búsett í
Danmark, tí bæði børnini eru
fødd har.
Helst er Poul Christian
deyður ungur, og tá er Marin
Margretha flutt aftur til
Føroya, her hon eisini endaði
sínar dagar.
Tey fingu tvey døtur, sum
hvør á sín hátt við síni ætt at
komu at merkja føroyskan
politikk.
Eldra dóttirin var Anna
Maria Nicolina Kjærgaard
f. 25. 9. 1845. Hon giftist við
Niels C. Winther, kendur sum
okkara fyrsti “sjálvstýrispoli
tikkari”. Hann varð valdur í
Fólkatingið, og hann byrjaði
eisini fyrsta blað í Føroyum,
Færingetidende, sum tó ikki
fekk langt lív lagað. Tað kom
bert út níggju ferðir.
Hin dóttirin var Anna
Cathrina Jacobina Kjærgaard
(18311871),
sum
giftist
í
Havnar Kirkju 25.11 1858 við
Enok
Daniel
Bærentsen
(18311900), umrøddur fyrr
í hesi røð. Enok var kendur
politikkari og handilsmaður.
Ein
sonur
teirra
var
Christian Bærentsen, fyrsti
og einasti føroyingur, sum
gjørdist amtmaður, eisini
umrøddur í hesi røð.
Ein
systir
Christian
Bærentsen var Valborg f.
19.12 1868 í Havn. Hon giftist
við Thomas Juul Petersen,
føddur i Streymnesi 25. 12
1868. Foreldur hansara vóru
Marie Sophie Michelsdatter
og Petur Hansen, Hvalvík.
Tað vóru tey, sum áttu
lítlu Jacobinu, uppkallað eftir
ommuni. Tað man annars
hava verið nakað sjáldsamt
at seta ein gravstein yvir eitt
vikugamalt barn. Men tað
gjørdu tey í Bærentsenættini.
Tí eru so nógv sjónlig minni
eftir tey í kirkjugarðinum.
Her eru eisini grivin børn hjá
Christian Bærentsen.
Thomas Juul hevur havt
gott orð á sær. Tað sæst í
minningarorðunum,
sum
eru skrivað um hann, tá ið
hann doyði í 1926, bert 57 ára
gamal.
Løgtingsmaður
og sýslumaður
I Onsdags er Sysselmand fyri
Nordøerne og Postekspeditør
i Klaksvig Thomas Juul
Petersen afgaaet ved Døden
57 Aar gammel.
Afdøde har i mange Aar
været sygelig og dog passet
sin
Tjenestemandsgerning
indtil midt i Sommer.
For en Uges Tid siden blev
han indlagt paa Dronning
Alexandrines Hospital, og
Tilstanden har været haabløs
siden.
Th. J. Petersen var i
mange Aar Kontorist paa
Landfogedkontoret og blev
Fuldmægtig sammested i
1896. I 1899 blev han Syssel
mand på Østerø (18981910) og
forblev i denne Stilling, indtil
han i 1910 blev Sysselmand og
Postekspeditør i Klaksvig.
Sysselmand Petersen var i
flere Aar Medlem af Lagtinget
valgt for Østerø Præstegæld.
Ellers har han ikke offentligt
blandet sig i politiske Forhold
i de senere Aar.
Han Lig blev med Smiril
overført til Klaksvig. Amt
manden,
Dommeren
og
afdødes herværende Slægt
og Venner var mødt paa
Kongebroen
for
at
tage
Afsked. Det samme var til
fældet med et stort Antal
Lagtingsmedlemmer
af
begge Partier.
Begravelsen fandt sted
paa Klaksvig Kirkegaard.
Thomas Juul var løgtings
maður 19031910, frá 1906 var
tað fyri sambandsflokkin.
Hann var í sóknarstýrinum
í Klaksvík 19141922. Í hesum
tíðarskeiði var hann formað
ur 19141917 og 19181919.
Norðingar mist
ein góðan mann
Í
øðrum
minnigarorðum
verður m.a. sagt:
Við hansara burturferð
má sigast, at norðingar hava
mist ein góðan mann. Hann
var av teimum góðu gomlu
føroyingum í lyndi og hugs
unarhátti og bar prógv av
tí arbeiðshugi og noysom
heit, sum tey gomlu vóru
uppvand í. Arbeiði var ikki
honum eina byrða ella ein
plága, sum ein ger burtur av
sær so skjótt sum møguligt,
fyri at sleppa frá tí, men ein
kær uppgáva, ið altíð var
gjølla og umhyggiliga røkt
uttan treytir.
Hann var ein pliktupp
fyllandi maður og vann sær
harígjøgnum tað sjálvbjargni,
sum merkti hann bæði í
forholdum til yvirmenn og
tey, ið treingja til at berast
yvir við.
Hann
var
smámanna
vinur av teimum bestu, altíð
ársakandi og verjandi tey, ið
minst formáa og ein hatari
av stórmannavold og kúgan.
Samstundis var hann friðar
maðurin, ið skýggjaði alla
ósemju.
Hann
fyribyrgdi
mangan
trætnað
manna
millum.
Lógkønur var hann, og
mangt forlík eydnaðist hon
um at fáa í lag, so rættar
gongd bleiv ónýtt.
Arbeiðshugur hans kom
kommununi
og
øðrum
almennum til góðar. Her
hevur hann lagt niður eitt
stórt arbeiði.
Tá hann kom higar í sýslu
mansembætið, var hann hin
fullbúgvni, erfarni og álítandi
maðurin, sum øll kundu
venda sær til í góðum treysti.
Tað krevur ídni og dugnaskap
hjá honum, ið verða skal
eftirmaður
hansara
at
uppfylla tær krevjingar, fólk
nú seta til sýslumannin í
Norðoyggjum.
Við hesum fáu minnis
orðum vil eg bera tí farna
manni mína og Norðoyinga
tøkk fyri alt tað góða, vit áttu
saman við honum. Signað
verið hansara minni!
Børnini
Børnini
hjá
Valborg
og
Thomas vóru fødd í Havn.
Tey vóru:
Aksel Petersen f. 1897,
giftist við Esther.
Maria Juul Petersen f.
1901. Hon var tvíburasystir
Jacobinu. Giftist í 1928 við
Alexander Magnus Petersen
úr Klaksvík. Men hann doyði
longu í 1930. Tey fingu eina
dóttir, Valborg.
Maria flutti til Havnar
og lat í 1938 upp postalíns
handilin Svalin, sum var har
“Ebenezer” er í dag.
Ein sera kendur sonur
var
Thorstein
Petersen
(18991960), sum gjørdi seg
galdandi
sum
sakførari,
politikkari og sum stjóri í
Sjóvinnubankanum.
Hann var løgtingsmaður
fyri Fólkaflokkin, valdur í
Suðurstreymoy
frá
1940
1954. Hann var formaður í
løgtinginum 194345, 1945
1946 og eitt skifti í 1950, og
landsstýrismaður var hann
195051. Eisini var hann fólka
tingsmaður 19431950. Hann
varð valdur í fólkatingið í
1957, men hann tók ikki sætið.
Thorstein var ein lyklaper
sónur í føroyskum politikki
alt hetta tíðarskeiðið ikki
minst undir krígnum, tá
hann eisini var norskur
konsul. Sum tað sæst hava
feðgarnir báðir verið ting
menn fyri hvønn sín flokk.
Thorstein giftist við Onnu
Sofíu Olsen f. 1901, ættað av
Lava í Havn.
Vikugamla Jacobine ímynd av politiskari søgu
Í gamla kirkjugarði eru nógvar barnagravir, sum tað kann skrivast rættulig søga burtur úr.
Í eini av teimum liggur Jacobine Kjærgaard Petersen, sum doyði bert sjey dagar gomul í 1901
JACOBINE KJÆRGAARD PETERSEN
FØDD 21. OKTOBER 1901 DEYÐ 28. OKTOBER 1901
Foreldrini hjá Jacobinu vóru Valborg og Thomas Juul Petersen
Komandi partur
Í komandi parti
verður greitt frá Onnu
og Harald Haraldsen
av teirri kendu ættini
á Trappuni.
Maria var tvíburasystir
Valborg
Ein kendur beiggi Valborg
var Thorstein Petersen