hósdagur 14. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 31 - 14. februar 2002
Nr. 31 - 14. februar 2002
3
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Síðsta hósdag, fríggjadagin
og mánadagin í hesi vikuni
keypti Fiskavirking í Vest-
manna stívliga 400.000
pund av upsa. Tað vóru
trolararnir, Eysturbúgvin,
Vesturbúgvin og Grønanes,
sum landaðu hesa veiði.
Hetta er ikki smávegis
ráfiskanøgd, og tá ið ein
stórur partur hesum fiski er
smáur upsi, er greitt, at tað
tekur drúgva tíð, áðrenn alt
er fingið ígjøgnum maskin-
urnar.
Og soleiðis var støðan í
Vestmanna, tá ið Sosialurin
frætti mikudagin.
– Nógvur fiskur lá nið-
urfyri síðsta vikuskiftið, og
mánadagin keyptu vit so
eisini lastina hjá Grønanesi.
So, her er ríkiligt at takast
við, og vit noyðast at gera
alt fyri at fáa fiskin undan
fyri vikuskiftið komandi.
Í Vestmanna siga tey, at
ein stórur partur av veiðini
hjá summum skipum er
upsi 4, og tað er rættiliga
smáur fiskur, sum tekur
drúgva tíð at arbeiða.
– Vit keypa ongan fisk
aftrat hesa vikuna, men fara
í staðin at leggja alla orku í
at fáa ráfiskin, sum er inni,
gjøgnum maskinurnar fyri
vikuskiftið, sum nú stundar
til. Vit hava ivaleyst av fiski
inni sum er, siga tey í
Vestmanna.
Sosialurin spurdi, hvussu
nógv seinni framleiðslan
gongur, tá ið nógvur upsi 4
er uppi í veiðini. Vit
spurdu,
um
framleiðslunøgdin kanska
minkar eina helvt.
– Nei, so nógv minkar
framleiðslan tó ikki, men
hon fellir rættiliga nógv, tá
ið fiskurin er so smáur, siga
tey í Vestmanna.
Mánadagin
komandi
kemur kendasti klovn-
urin í Danmark, Pjerrot,
til Føroyar. Pjerrot er
kendur av Bakkanum,
norðan
fyri
Keyp-
mannahavn, og hevur
Pjerrot verið har í útvið
200 ár.
Tað eru teir báðir
føroysku
klovnarnir,
Fjotti & Bobo, ið hava
bjóðað Pjerrot hendan
vegin, og steðgar hann
her í fýra dagar. Hesar
dagarnar skal hann hava
sýningar í Klaksvík,
Glyvrum og Havn, um-
framt at hann eisini fer
at undirvísa føroyskum
undirhaldarum.
Týsdagin verður hann
á pallinum í SMS í
Havn. Tvær sýningar
verða seinnapartin. Týs-
kvøldið verður hann í
Róðrarnestinum hjá NSÍ
á Glyvrum. Mikudagin
verður hann í Norðoya
Sparikassa og hósdagin
hevur hann skeið fyri
føroyskum undirhaldar-
um.
Tøkk
Tøkk, tit øll, sum gleddu meg á 70 ára degnum.
Heilsan
Johild Joensen
Froðba
Kendasti
klovnurin
í Danmark
til Føroyar
- Vit hava ómetaliga
nógv at gera í løtuni.
Enniberg er nú um at
vera liðugur, og síðan
kemur rækjuskipið,
Ocean Castle, sum
eisini skal hava nýggja
verksmiðju. Um mán-
aðarskiftið juni/juli
fara vit til Spaniu at
seta upp arbeiðsdekkið
á nýggju trolarunum
hjá P/F Beta, sigur
Frithleif Olsen
VINNA
Vilmund Jacobsen
Maskinverkstaðurin, FJM
við Fjørðuvegin í Runavík,
hevur keypt nýggja bygn-
ingin, sum Símun Mittún
hevur
latið
byggja
á
ídnaðarøkinum í Rytuvík.
Yvirtøkudagurin er av-
talaður at vera, 1. mars, og
tá fer FJM í smáum at flyta
sítt virksemi yvir í bygn-
ingin, sum er nógv størri
enn tann verandi.Gamli
bygningurin í Runavík er
510 fermetrar, meðan tann
nýggi er 900 fermetrar og
hevur møguleikar til skriv-
stovur í ovari hæddini, tí
bygningurin er hægri enn
tann gamli. Nakað av lofti
er gjørt í nýgga bygning-
inum, men hann verður ikki
yvirtikin við skrivstovum í
loftinum. Tó kann hann
takast í nýtslu beinanvegin,
tí skrivstovur eru eisini í
niðaru hæddini.
- Vit keypa bygningin
lidnan, tó uttan skrivstovur
í ovaru hæddini, sigur
Frithleif Olsen, sum eigur
og rekur FJM.
Hann vísir á, at ivasamt
er, nær alt virksemið, sum
nú er í Runavík, verður flutt
í nýggju hølini, tí fyritøkan
hevur so ómetaliga nógv at
gera í løtuni. Men hetta
verður gjørt so við og við.
- Í hálvan annan mánaða
hava vit arbeitt umborð á
Ennibergi, men hetta ar-
beiði er um at vera liðugt
nú. Meginparturin av verk-
smiðjudekkinum er gjørt av
nýggjum, og nýggj tól og
maskinur eru sett upp.
Annars hava vit tikið okk-
um av øðrum viðlíkahaldi
umborð, sigur Frithleif og
vísir á, at eitt av endamál-
unum við nýgerðini um-
borð á Ennibergi er at gera
tað lættari at meirvirka
fiskin, eitt nú til bitar.
Stór arbeiðir
Um stutta tíð fer FJM at
gera eitt líknandi arbeiði
umborð á rækjuskipinum,
Ocean Castle, sum í løtuni
er uttanlands og landar. Tá
ið skipið kemur aftur, fer
tað í dokk á Skála, og tá fer
FJM so smátt undir at
broyta verksmiðjuna um-
borð.
- Vit vænta, at megin-
parturin av hesum arbeiði
fer fram, meðan skipið
liggur í Saltangará, sigur
Frithleif Olsen.
Men FJM hevur eisini
onnur stór arbeiði fyri
framman.
- Um mánaðarskiftið
juni/juli skulu vit niður til
Spaniu at seta upparbeiðs-
dekkini umborð á teimum
báðum nýggju trolarunum,
sum P/F Beta byggir har
niðri. Hetta arbeiði verður
gjørt til í Føroyum, og
síðan fara fólk frá okkum
niður at seta upp.
Spurdur, um fyritøkan
hevur havt onnur slík
arbeiðir uttanlands, sigur
Frithleif, at teir hava ikki
beinleiðis útflutt arbeiðs-
dekk ella verksmiðjur, men
hava
verið
umborð
á
nógvum útlendskum skip-
um, sum hava verið í Før-
oyum.
35 fólk í arbeiði
Á FJM eru í løtuni 35 væl
kvalifiserað fólk til ar-
beiðis, og tey hava sum
nevnt ríkiligt at takast við.
Umframt
hølini
við
Fjørðuvegin í Runavík,
leigar fyritøkan eisini kjall-
aran hjá Bónus á Glyvrum.
- Vit fara møguliga at
umhugsa at selja verandi
bygning, tá ið virksemið í
Runavík er flutt yvir í
nýggja bygningin á ídnað-
arøkinum í Rytuvík, sigur
Frithleif.
Á FJM arbeiða teir mest
við rustfríum stáli.
Hetta er ein privat fyri-
tøka, ið veitir serkøna tæn-
astu og framleiðslu av
útgerð til fiskivinnuna.
FJ.M
hevur
Føroya
størstu goymslu av rustfrí-
um stáli, og kann soleiðis
altíð veita viðskiftafólkum
sínum eina góða og skjóta
tænastu.
- Fyritøkan varð stovnað
í 1986 og hevur verið í
støðugum vøkstri. Við holl-
um royndum innan menn-
ing og framleiðslu av matv-
øruframleiðslutólum,
er
fyritøkan før fyri at veita
heildarloysnir,
líka
frá
tekniborði til liðug fram-
leiðslutól, sigur Frithleif
Olsen og vísir at enda á, at
endamálið hjá FJM er at
veita tænastur í tøttum og
álítandi samstarvi við við-
skiftafólk.
Í Vestmanna stríðast tey við smáan upsa
FJM í Runavík spennir seg út:
Keypt stóran virkisbygning
á ídnaðarøkinum í Rituvík
Í Vestmanna stríðast tey við at fáa fiskin undan fyri vikuskiftið, ið stundar til
Enniberg, sum hevur ligið í Saltangará í hálvan annan
mánað, er nú um at vera liðugur. At kalla øll verksmiðjan er
gjørd av nýggjum
Mentamálastýrið er
farið undir at fyri-
reika lógaruppskot
um frískúlar, og
gongst sum lands-
stýrismaðurin við
mentamálum ætlar,
verður uppskot lagt
fyri tingið í hesu
setuni
FRÍSKÚLI
Turið Kjølbro
Eftir aðalorðaskiftinum í
tinginum um frískúlar týs-
dagin at døma, er hugburð-
urin hjá tingfólki um frí-
skúlar positivur. Framsøgu-
fólkini fyri allar flokkar
vóru fyri frískúlum, men
Javnaðarflokkurin
hevði
ávís fyrivarni. Kjakið í
tingsalinum var spakt, men
sjálvur heldur landsstýris-
maðurin, at tað var bæði
gevandi og áhugavert.
– Eg fekk eina greiða
ábending um, at tingfólk
eru sinnað fyri at royna
hesa alternativu leið. Hug-
burðurin er positivur og vit
kunnu staðfesta, at mørk
eru flutt, sigur Óli Holm,
landsstýrismaður.
Umsitingin í Mentamála-
stýrinum er longu farin
undir at fyrireika eina lóg
um frískúlar, og gongst
sum
landsstýrismaðurin
ætlar, verður ein slík løgd
fyri tingið longu í hesi set-
uni. Arbeiðast skal skjótt, tí
freistin at leggja tingmál
fyri tingið í hesu setuni er
longu úti um ein mánað.
Álitið, sum ein arbeiðs-
bólkur hevur gjørt, skal
liggja til grund fyri lógar-
uppskotinum.
– Álitið er tvey ára gam-
alt, og tí eru dagføringar og
broytingar neyðugar, sigur
Óli Holm.
Bæði og
Landsstýrismaðurin heldur
ikki, at tað er rætt at seta
fólkaskúlan upp ímóti frí-
skúlum, sum fólk hava havt
lyndi til.
– Spurningurin er ikki
um annað hvørt fólkaskúla
ella frískúla, men bæði og.
Eg óttist ikki fyri, at fólka-
skúlin fer at lúta í einum
stríði ímillum skúlarnar.
Heldur hinvegin, eri eg
sannførdur um, at frískúlar
fara at geva fólkaskúlanum
eina sunna avbjóðing. At
frískúlar fáa ein møguleika,
merkir ikki tað sama sum,
at fólkaskúlin skal raðfest-
ast lægri. Kjakið um fólka-
skúlan eigur at snúgva seg
um rættin til alternativ
undirvísingartilboð og aðr-
ar undirvísingarhugsjónir,
sum hava til endamáls at
tryggja øllum somu undir-
vísingartilboð og møgu-
leikar uttan mun til fíggjar-
ligu-, sosialu-, etnisku- ella
trúarstøðu. Fólkaskúlin er
stirvin og vit vita, at tað eru
næmingar, ið høvdu verið
betur fyri við einum altern-
ativum tilboði sum einum
frískúla.
Foreldragjaldið til frí-
skúlar varð nógv umrøtt
undir orðaskiftinum.
– Tað er rímuligt, at for-
eldrini gjalda ein part.
Sjálvsagt skal gjaldið ikki
vera so høgt, at tað verður
ein fíggjarlig forðing fyri
summi, tí tá eru grundhug-
sjónirnar settar til viks.
Fyrivarni
Framsøgufólkið fyri Javn-
aðarflokkin, Katrin Dahl
Jacobsen, segði í síni røðu,
at tað er rætt, at møguleiki
verður fyri at seta á stovn
frískúlar, men tað skal ikki
vera ímóti fólkaskúlanum.
– Motivini fyri, hví frí-
skúlar skulu setast á stovn,
eru ómetaliga umráðandi.
Mín vón er, at ætlanin at
seta á stovn frískúlar verður
framd við tí fyri eyga at
menna okkara skúlaskap
sum heild. Tað er væl hugs-
andi, at fleiri skúlatilboð
fara at hava góða ávirkan á
bæði fólkaskúla og frí-
skúla, men tað er ilt at meta
um áðrenn, tí tað veldst um,
hvat slag av frískúlum vit
fáa, hvussu nógvar og hvar
í landinum teir koma, segði
Katrin Dahl Jacobsen, ting-
kvinna, undir orðaskiftin-
um.
Niðurfeld ætlan
Í
samgonguskjalinum
stendur, at møguleiki skal
vera fyri frí- og eftirskúl-
um. Tískil setti fyrsti lands-
stýrismaðurin við menta-
málum í hesum valskeiðn-
um eina nevnd at gera upp-
skot um frískúlalóg. Ar-
beiðsetningurin var at lýsa
málið um frískúlar við atliti
at
bústaðarmynstrinum,
lýsa tørv á hesum í okkara
samfelag, og at skriva álit
um
málið.
Somuleiðis
skuldi arbeiðsbólkurin geva
landsstýrismanninum eitt
ummæli av málinum, gera
eitt lógaruppskot um frí-
skúlar at leggja fyri løg-
tingið, og lýsa væntandi
fíggjarligar avleiðingar, um
eitt lógaruppskot um frí-
skúlar verður samtykt.
Ein røð av millumtjóða
sáttmálum ásetur rættin hjá
foreldrum at skipa sínar
egnu skúlar. Rætturin til at
skipa og reka frískúlar er
ein almennur rættur, ið er
ásettur í ST-sáttmálunum
um fíggjarlig, sosial og
mentanarlig rættindi, og í
barnakonventiónini hjá ST.
Landsstýrismaðurin við
mentamálum torir ikki at
spáa um, nær fyrsti frískúl-
in sær dagsins ljós og
hvussu nógvir koma.
– Eg kann ikki ímynda
mær, at vit fáa eitt stórt tal
av frískúlum. Ongar kann-
ingar eru gjørdar av, hvussu
stórur tørvurin er á frískúl-
um. Ei heldur havi eg nakr-
an varhuga av, at áhugin at
seta á stovn frískúlar er øgi-
liga stórur millum skúla-
fólk.
Tingið er fyri frískúlum
Landsstýrismaðurin við mentamálum, Óli Holm, hevur nú
loddað dýpið millum tingfólk, hvørt tey eru fyri frískúla ella
ikki. Aðalorðaskiftið vísir greitt, at tingfólk eru fyri, og tí verður
lógaruppskot um frískúlar nú fyrireikað
– Mín vón er, at ætlanin at seta á stovn frískúlar verður framd
við tí fyri eyga at menna okkara skúlaskap sum heild, sigur
Katrin Dahl Jacobsen, tingkvinna
– Í farnu viku fingu
23 pedagogar prógv,
men hetta er bert ein
dropi í havinum, um
vit tosa um at nøkta
tørvin, sigur Carita
Björklund, forkvinna
í Føroya Pedagogfelag
PEDAGOGAR
Turið Kjølbro
Síðani kommunurnar yvir-
tóku dagstovnaøkið, er
rættiliga ferð komin á
bygging av dagstovnum í
Føroyum. Fleiri hundrað
stovnspláss eru útvegað um
alt landið stutta tíðarskeiðið
síðani, um somu tíð sum
fleiri serstovnar eru komn-
ir, men tað sum verri er, er
at pedagogar ikki fylgja
við. Tørvurin á útbúnum
pedagogum er ógvuliga
stórur og veksur alsamt.
Hvussu stórur tørvurin er,
er ilt at meta um, men ein
ábending er limatalið hjá
Føroya
Pedagogfelag.
Umleið 1000 limir eru í fel-
agnum, harav gott og væl
helmingurin eru hjálpar-
fólk. Í farnu viku fingu 23
pedagogar prógv, men hetta
er bert ein dropi í havinum,
um vit tosa um at nøkta
tørvin.
– Í serstovnalógini eru øll
størvini normerað til peda-
gogar, meðan dagstovna-
lógin ásetur, at í minsta lagi
tveir triðingar á stovninum
skulu
vera
pedagogar.
Veruleikin er ein heilt ann-
ar. Á nógvum dagstovnum
er bert leiðarin pedagogur,
serstovnarnir eru eitt sindur
betur fyri í so máta. Um alt
landið eru stovnarnir eins
fyri, vit síggja, at eisini í
Havn er trupult at útvega
pedagogar. Seinastu tvey
árini hava vit tíbetur sæð, at
fleiri útbúnir pedagogar
søkja størv á dagstovnun-
um, sigur Carita Björklund,
forkvinna í Føroya Peda-
gogfelag.
Bert ein pedagogflokkur
verður tikin inn á Pedagog-
skúlan um árið. Á hvørjum
ári liggur talið á umsóknum
um hálvt annað hundrað. Í
viðtali í blaðnum í farnu
viku, sigur rektarin á Før-
oya Læraraskúla, at Lær-
araskúlin hevur leingi gjørt
vart við, at stórur tørvur er
á pedagogum, og at tørvur-
in er alsamt vaksandi, men
tað tykist at vera trupult at
fáa ljóð fyri hesum. Hann
heldur, at eitthvørt átti at
verið gjørt í bræði.
– Vit vístu leið, tá ið vit
fyri næstan tíggju árum síð-
ani høvdu eina roynd við
samlestri millum lærarar og
pedagogar fyrsta árið. Hetta
er leiðin, sum gingin verður
nú í londunum uttan um
okkum, segði Pauli Niels-
en.
Forkvinnan
í
Føroya
Pedagogfelag sóknast eftir
at vita, um ætlanin er at
taka fleiri pedagogflokkar
inn fyri at nøkta tørvin á
pedagogum. Hon heldur
eisini, at tíðin er komin at
kjakast nærri um útbúgv-
ingina.
– Spurningurin er, um vit
skulu seta á stovn eina út-
búgving fyri seg, um út-
búgvingin skal halda fram í
verandi líki, ella um felags-
grundár verður gjørt fyri
bæði pedagog- og lærara-
lesandi, sum vit síggja
nógva staðni. Felagsgrund-
støðið er ein góður møgu-
leiki fyri at leggja grund
undir einum góðum sam-
starvi millum fakbólkarnar
frameftir til frama fyri
barnið. Vit kundu eisini
hugsað okkum at frætt
nærri, hvør politiski viljin
er á økinum.
Stórur tørvur á pedagogum
Forkvinnan í
Føroya Peda-
gogfelag, Carita
Björklund,
sóknast eftir at
vita, um
ætlanin er at
taka fleiri
pedagogflokkar
inn á Pedagog-
skúlan
C
M
Y
K
3
2