Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 31 - 14. februar 2002 Nr. 31 - 14. februar 2002 5 – Løgtingslimir úr ymsum flokkum halda, at Løgtingið gjørdi eitt mistak, tá ið tað í 1999 gjørdi Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag og tað mistakið vilja teir nú rætta OGNARRÆTTUR Áki Bertholdsen - Tá ið Løgtingið í 1999 gjørdi Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag, var tað eitt mistak. Løg- tingið átti nevniliga onki í Føroya Lívstrygging og hevði tískil heldur ikki rætt til at leggja seg út í eigara- viðurskiftini. Sostatt var talan um ognartøku. Tað halda løgtingslimir úr fleiri flokkum. Ein av fyrstu døgunum fara teir tískil at leggja uppskot fyri tingið um at fáa hesa avgerðina broytta. Tað eru løgtingslimir úr javnaðarflokkinum, sam- bandsflokkinum, mið- flokkinum og kanska eisini tjóðveldisflokkinum, sum fara at leggja uppskotið fram. Hinvegin hava fólka- flokkurin og sjálvstýris- flokkurin boðað stigtak- arunum frá, at teir verða ikki við til at leggja upp- skotið fram. – Ætlanin er at fáa Løg- tingið at samtykkja at heita á Landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja uppskot fyri Løgtingið, har Føroya Lívstrygging við lóg verður umskipað til ein sjálveigandi stovn, har tryggingartakararnir hava fulla ávirkan og innlit, ella sum eitt sínámillum felag, har tryggingartakararnir hava ognarrættin og harvið eisini fulla ávirkan og innlit., Lagt verður upp til, at lógaruppskotið skal fáa gildið frá 1. juli 2002. Ivi sáddur um ognarviðurskiftini Ein av stigtakarunum, Hans Pauli Strøm, sigur, at tá ið Løgtingið umskipaði Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag til eitt alment partafelag beint fyri jól í 1999, var tað stór misnøgd við ætlanina. – Tíðin var knøpp. Upp- skotið um at gera Føroya Lívstrygging til alment partafelag varð lagt fyri tingið í desember og tað skuldi vera avgreitt fyri jól, tí tað skuldi setast í gildið longu 1. januar, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at viðgerðin varð hareftir, men upp- skotið varð samtykt. – Men longu tá varð ivi varð sáddur, hvør ið yvir- høvur átti Føroya Lívstrygg ing. Hann sigur, at tryggingin varð stovnað í 1965 og tá stóð í skjølunum frá lógar deild Løgtingsins, at talan var um ein sjálvsognar- stovn. – Tá ið Lívstryggingin hevur teknað tryggingar, hevur hon eisini ført fram, at tað vóru tryggingartak ararnir sjálvir, sum áttu tryggingina. – Spurningurin er tí, sum Løgtingið yvirhøvur hevði heimild at gera Lívstrygg- ingina til eitt alment parta felag, tí er talan um ein sjálvsognarstovn, er talan um ognirnar hjá øðrum og tað kann Løgtingið ikki taka sær ræðið á. – Løgtingsmaðurin sigur, at tá ið Lívstryggingin varð gjørd til alement partafelag, setti landið 500.000 krónur í felagið. – Fyri hesa hálvu milli- ónina hevur Løgtingið so- statt tikið sær ræði á øllum tí uppsparda peninginum í tryggingini, sum táttar í eina milliard. Nýggj skjøl undan kavi Hans Pauli Strøm sigur, at tey allarflestu, sum hava teknað trygging, eru limir í fakfeløgunum og tey mót- mæltu, at Lívstryggingin varð gjørd til alment partafelag. Men beint eftir, at Løg- tingið hevur samtykt, at Lívstryggingin skal vera alment partafelag, kemur eitt skjal undan kavi, sum ongantíð kom Løgtinginum í hendi, tá ið uppskotið varð viðgjørt. – Hetta er eitt skjal, sum stjórin fyri Lívstryggingina og sakførari hennara, skriv- aðu longu í 1997 og har verður staðfest, at ongin ivi er um, at tryggingin er ein sjálvsognarstovnur. Tvs, at tað eru tryggingartakar- arnir sjálvir, sum eiga tryggingina og ikki Løg- tingið ella landsstýrið. Hann sigur, at hevði Løgtingið vitað um inni- haldið í hesum skjali, hevði tað neyvan tikið tað avgerð sum tað tók um at gera tryggingina til eitt alment partafelag. – Sum umboð fyri nógv tann størsta partin av trygg- ingartakarunum, royna fakfeløgini síðani at fáa avtalu í lag við Landsstýrið um at lata tryggingar- takararnir fáa tað ávirkan á tryggingina, sum teir eiga. – Tað eydnaðist ikki og tí ætlaðu fakfeløgini at stevna landsstýrinum. Hans Pauli Strøm sigur, at politikarar úr nøkrum flokkum fara tí at royna at loysa málið politiskt fyri at sleppa undan stevning og tí er uppskotið lagt fyri ting- ið. Hann sigur, at verður uppskotið ikki samtykt, er ongin ivi um, at fakfeløgini fara at stevna landsstýrin- um. Hann sigur, at málið hevur rættiliga stóran, prin- sipiellan týdning. – Samansparingin í Lívs- tryggingini táttar í eina heila milliard. Av hesum meta fakfeløgini, at teirra limir eiga eini 80%, ella 800 milliónir og tað eru hesar upphæddir, sum tryggingartakararnir vilja hava ávirkan á. Stríð um eina milliard endar nú í Løgtinginum Løgtingslimir úr fleiri flokkum vilja nú hava Løgtingið at staðfesta, at tað eru tryggingartakararnir sjálvir, sum eiga Føroya Lívstrygging og at hon tískil ikki longur skal vera eitt alment partafelag Leygardagin varð nýggja neystið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ alment tikið í nýtslu. Pláss er fyri fimm bátum í neðra, og stórur salur er í erva KAPPRÓÐUR Stefan í Skorini – Tað er fyri at geva ítrótt- arfólki okkara betri um- støður, at vit hava bygt hetta nýggja neystið, sigur Sunvard Vang, nevndar- limur í Kappróðrarfelag- num NSÍ, nú nýggja neyst- ið varð tikið í nýtslu leygar- dagin. Limirnir í felagnum eru ógvuliga fegnir um at hava fingið eitt ordiligt neyst til bátarnar og eini felagshøli, har tey kunnu hava sam- veru eftir venjingar. Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í dag fimm bátar, og í fjør vóru seks manningar knýttar at felagnum. Hetta er tí eitt stórt og virkið felag, ið hevur sett dám á føroyskan kappróður sein- astu árini. Pláss er fyri fimm bátum í neðra, og harumframt eru umklæðingarrúm og brúsu- rúm í kjallaranum. Í erva er stórur salur, ið kann nýtast til alskyns endamál. Sunvard Vang væntar, at hesin salurin kann geva eitt fitt ískoyti til raksturin av felagnum og nýggja bygn- inginum. Leygarkvøldið var stór veitsla í salinum, og tá varð borðreitt fyri umleið 200 fólkum. Hesin salurin er tí væl egnaður til brúdleyp og onnur stór tiltøk. Fleiri nýggjar bátar Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í dag fimm bátar. Tríggir teirra eru heilt nýggir. 10-mannafarið Eysturoyingur varð bygdur fyri 4 árum síðani. 5- mannafarið Tjaldrið og 6- mannafarið Sølmundur eru enn nýggjari enn 10- mannafarið. Síðani er tað 8-manna- farið Heiðabáturin, ið er gamli Skopuningurin, sum róðrarfelagið keypti frá skopuningum. 5-manna- farið Spógvin varð bygdur í 1961, og var hann tann fyrsti báturin hjá felagnum. Sunvard Vang sigur, at felagið enn ikki hevur mannað allar bátarnar til komandi kappingarár. Onk- ur av bátunum er so gamal, at tað er torført at fáa manningar at bjóða seg fram. Góðan stuðul Sunvard Vang sigur, at felagið hevur fingið sera góðan stuðul frá vinnu- lívinum og fyritøkum á Skálafjørðinum til bygg- ingina av nýggja neystin- um. Uttan hesa fíggjarligu hjálpina hevði verið torført at farið undir byggingina. Umframt henda privata stuðulin hevur felagið eisini fingið 30% av kostnaðinum úr landskass- anum. Byrjað varð at byggja neystið í 1998, og árið eftir kundu bátarnir standa undir taki í neystinum. Nú eru tó allir snøklar gjørdir. Tað mesta av arbeiðinum hevur verið sjálvboðið, og tí hevur tað eydnast at halda ein lágan kostnað. Neystið hevur kostað einar tvær milliónir krónur. Leygardagin var eisini ein uppboðssøla, har máln- ingar hjá lokalum politik- arum vórðu seldir. Kapp- róðrarfelagið fekk einar 80.000 krónur frá hesum tiltakinum. Nú eru karmarnir kring virksemið hjá Kapp- róðrarfelagnum NSÍ avbera góðir, og runavíkingar vóna sjálvandi, at hetta fer at síggjast aftur í úrslitunum í ár. Í fjør fekk felagið eitt FM-heiti. Tað vóru dreing- irnir á Tjaldrinum, ið gjørd- ust vinnarar. Harumframt fingu menninir á Sølmundi silvur. Rættarmálið um tey kendu sethúsini úti á Bakka er byrjað. Landsstýrið og býráðið vilja hava eigaran av húsunum at viður- kenna fútabannið, sum er sett ímóti byggingini. Dóm- arin segði týsdagin tann fyrsta úr- skurðin, sum hevur við sær, at málið heldur fram, og at enn fleiri rættar- fundir vera BYGGIMÁL Stefan í Skorini Føroya Rættur er farin undir at viðgera rættar- málið millum Tórshavn- ar Býráð og Føroya Landsstýrið øðrumegin og Jóhan Mac Donald hinumegin. Býráðið gav mannin- um loyvi at byggja eini sethús á eini neystatekju úti í Bakka, sum er úti á Reyni í Havn. Leigu- sáttmáli varð undirskriv- aður og farið varð undir at byggja húsini. Men so senda tríggir grannar eina kæru til Landsstýrið, har víst verður á, at byggingin er í stríð við byggisam- tyktina fyri økið. Kæran er undirskrivað at Ólavi Ellefsen, Jonhardi Elia- sen og Elin Holm. Landsstýrið gevur teimum viðhald, og gevur býráðnum boð um, at byggingin ikki kann halda fram, uttan at byggisamtyktin verður broytt samstundis. Meirilutin í býráðnum metir tó, at talan bert er um eitt smávegis frávík frá byggisamtyktini, og tí var ikki neyðugt at broyta alla samtyktina fyri økið, og tí fær mað- urin loyvi at halda fram. Hesum sjónarmiði tekur Landsstýrið ikki undir við og áleggur tí býráðnum at steðga byggingini alt fyri eitt. Maðurin, ið byggir húsini, metir seg tó ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum málinum, og hann heldur tí fram at byggja. Býráðið sendir síðani málið í Fúta- rættin, ið setir fútabann ímóti byggingini. Síðani hava Lands- stýrið og Tórshavnar Býráð stevnt Jóhan Mac Donald, har tey krevja, at maðurin viðurkennir bannið. Halgir Winther Poul- sen, ið er advokatur hjá manninum, krevur frí- kenning, tí hann ikki hevur forbrotið seg á nakran hátt. Hann fílist á, at maðurin onga upplýsing hevur fingið hvørki frá býráði ella landsstýri. Hann hevur einki bræv ella kunning fingið um málið, og har- við hevur umsitingin brotið fleiri reglur. Vegna hesi brot skuldi maðurin so fríkennast. Fyrsti úrskurðurin Dómarin, Henrik Møll- er, segði týsdagin fyrsta úrskurðin í málinum. Hann var, at Jóhan Mac Donald ikki kann frí- kennast vegna formell mistøk hjá umsitingini í Landsstýrinum. Dóm- arin metti eisini, at Landsstýrið hevur heim- ild at taka slíkar av- gerðir, sum tað gjørdi í hesum førinum. Tó leggur dómarin dent á, at rætturin enn ikki hevur tikið støðu til, um henda umsitingar- liga avgerðin hjá Lands- stýrinum er røtt og eigur at standa við. Hetta verður tikið uppaftur seinni. Stríðið um sethúsini úti í Bakka heldur nú fram í rættinum. Vænt- andi verður hetta eitt drúgt og umfatandi rættarmál. Húsini úti í Bakka: Rættarmálið verður drúgt NSÍ fingið nýtt neyst Nýggja neystið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ varð leygardagin tikið í nýtslu. Pláss er fyri fimm bátum í neðra, og stórur salur er í erva Mynd: Álvur Haraldsen Nógv fólk var komið saman til hátíðarhaldið. Leygarkvøldið vóru eini 200 fólk savnað í neystinum Mynd: Álvur Haraldsen Tórbjørn Jacobsen seldi ein málning á uppboðssølu. Fleiri málningar vóru til sølu, og uppboðssølan gav 80.000 krónur Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4