Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 31 - 14. februar 2002 Nr. 31 - 14. februar 2002 7 – Tað hevði verið betri og lættari, um Bjarni Djurholm bara meldaði seg inn í Sambandsflokkin, sigur Høgni Hoydal, nú Bjarni Djurholm hevur meldað úr, at hann fegin sær ein loysn innanfyri ríkisfelagsskapin VALSTRÍÐ Heri á Rógvi Bjarni Djurholm hevur í fjølmiðlunum úttala seg um, at hann metir, at ríkis- rættarligi spurningurin væl kann verða loystur innan- fyri ríkisfelagsskapin. – Vit eiga at fara burtur frá øsingini um viðurskift- ini millum Føroyar og Dan- mark – og í staðin skipa eitt samveldi millum londini, skrivaði Bjarni Djurholm m.a. í Sosialinum leygar- dagin. Í sama blaðið var eisini ein grein, har fólkafloks- maðurin, Poul Michelsen, bjóðaði seg fram sum val- evni við teirri treyt í einari samgongu, at full-veldis- tilgongdin sleppur at halda fram í einari samgongu. Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldisflokkin, heldur ikki nógv um út- sagnirnar hjá Bjarna Djur- holm. – Tað er eingin loyni- dómur, at Bjarni Djurholm ikki hevur verið samdur við fullveldisætlanini. Við hesum roynir Bjarni Djur- holm at skapa trupulleikar, sigur Høgni Hoydal. Formaðurin fyri Tjóð- veldisflokkin sigur, at Tjóð- veldisflokkurin heldur seg til gjørdar avtalur. – Tað kann tykjast løgið, tí tað er Fólkaflokkurin, sum eigur uppskotið til tann leist, ið sjálvstýristil- gongdin nú koyrir. Tað, ið Bjarni Djurholm sigur, gongur beint ímóti øllum tí, ið samgongan stendur fyri. Tað hevði verið betri og lættari, um Bjarni Djur- holm bara meldaði seg inn í Sambandsflokkin, tí hetta, hann nú førir fram, liggur nógv tættari upp at Sam- bandsflokkinum enn nøkr- um øðrum, sigur Høgni Hoydal. Bjarni Djurholm hevur, sambært Høgna Hoydal, altíð vent sær nógv ímóti ætlanunum ímóti sjálvstýri. Høgni Hoydal ætlar sær at taka málið innanhýsis í samgonguni og ikki fara út í fjølmiðlarnar at kjakast um evni. Høgni Hoydal: Bjarni roynir at skapa trupulleikar – Bjarni Djurholm vendir øllum á høvdið við sínum útsagnum um samveldi við Danmark. Hann flytir seg rættiliga tætt upp at okkara nýskipanar- uppskotið, sigur Alfred Olsen VALSTRÍÐ Heri á Rógvi Næstformaðurin í Sam- bandsflokkinum, Alfred Olsen, heldur tað vera undrunarvert, at Bjarni Djurholm nú kemur fram alment við tonkum um eitt samveldi við Danmark. – Bjarni Djurholm vendir øllum á høvdið við sínum útsagnum um samveldi við Danmark. Tað er eingin ivi um, at hetta er valstríð, og Bjarni roynir við hesum at tekkjast teimum mongu fólkafloksveljarunum, sum eru sambandssinnaði, sigur Alfred Olsen. Formaður í Javnaðar- flokkinum, Jóannes Eides- gaard, fegnaðist í Sosialin- um um, at Bjarni Djurholm kom við tílíkum útsagnum. Í so máta er Jóannes Eides- gaard ikki tann einasta at fegnast, tí Alfred Olsen heldur, at Bjarni Djurholm leggur seg heilt nær upp at nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum. – Eg haldi, at Bjarni við hesum leggur seg heilt nær upp at okkara uppskoti. Hetta skal tó fyrst og fremst metast sum eitt íkast til valstríðið, og tað er eingin ivi um, at Fólkaflokkurin við hesum roynir at leggja seg í miðjuna, sigur Alfred Olsen. Næstformaðurin í Sam- bandsflokkinum metir tó ikki, at Fólkaflokkurin kann vera verandi í miðj- uni, tí hesi seinastu fýra árini hava víst, at Fólka- flokkurin er loysingarsinn- aður flokkur. – Tað kann harafturat tykjast ógvuliga løgið, at Fólkaflokkurin fer í hernað móti sjálvstýristilgongdini, ið teir sjálvir hava staðið aftanfyri, sigur Alfred Olsen. Tulking Alfred Olsen vísir á, at útsagnirnar hjá Poul Mich- elsen og tær hjá Bjarni Djurholm ikki heilt passa saman, og hetta kann tykj- ast ørkymlandi. Poul Michelsen sjálvur heldur tó ikki, at tað er nak- að serligur munur á hugs- anum hjá partamonnunum í Fólkaflokkinum. – Tað veldst um, hvussu tú tulkar orðini hjá Bjarni Djurholm. Eg meti, at hann hugsar um eitt framtíðar- samstarv millum tvey sjálv- støðug lond, og hetta er eisini ein áhugaverdur spurningur, sum eg heldur ikki eri ósamdur við, sigur Poul Michelsen. Alfred Olsen: Vendir øllum á høvdið Eg eri púra ósamdur við tí, ið Bjarti Mohr sigur um Búskapar- ráðið. Ráðið ger eitt gott arbeiði, sigur Karsten Hansen BÚSKAPARRÁÐ Heri á Rógvi Tað var Bjarti Mohr, sum í Dagblaðnum vildi vera við, at Búskaparráðið ikki megnar at gera sína upp- gávu til lítar. Hann vísti m.a. á, at Hermann Oskars- son, formaður fyri Búskap- arráðið, hevði ført fram nakrar rættiliga, eftir hans- ara tykki, skeivar meining- ar um fiskivinnuna í Føroy- um, meðan hann fekk løn frá tí almenna. Ráðini frá Bjarta Mohr vóru, at Her- mann Oskarsson skuldi stilla upp til løgtingsvalið, um hann legði í. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, hevur Búskapar- ráðið liggjandi undir sínum málsøki. Fyri stuttum varð ráðgevandinevndin fyri Føroyar spard burtur, tí mann ikki meinti, at tørvur var á nevndini longur, eis- ini tá hugsað varð um, at vit høvdu eitt Búskaparráð í Føroyum. Karsten Hansen er eisini glaður fyri arbeið- ið hjá Hermanni Oskars- syni og hinum í Búskapar- ráðnum. – Eg havi fult álit á teim- um í Búskaparráðnum. Sjálvandi kann eg vera ósamdur við teimum við- hvørt, men tað er eisini ætl- anin, at ráðið skal vera eitt óheft ráð, sigur Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin heldur fyri sovítt heldur ikki nógv um mátan, ið Bjarti Mohr velur at taka málið upp. – Eg kann ikki siga ann- að enn, at henda staðiliga niðurgeringin av fólki, eins og hana Bjarti Mohr kemur við, er langt úti, sigur Karsten Hansen. Tá hetta stendur í Dagblaðnum, so má hatta verða roknað fyri at vera meiningin hjá Fólkaflokkinum. Manningin í Búskapar- ráðnum skal ikki vænta at fáa sekkin frá Karsten Han- sen fyrsta dagin. – Bæði Hagstovan og Bú- skaparráðið hava gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði tað tíð- ini, ið eg havi verið lands- stýrismaður. Tað eru gjørd- ar uppgraderinagar, sum hava gagnað okkum sera væl, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen heldur harumframt, at Hermann Oskarsson sum privatur persónur eigur at kunna siga sína hugsan um bú- skaparlig viðurskifti. Hann heldur tað bara vera posit- ivt, um fólk koma við krit- ikki. UPPSTILLING Heri á Rógvi Sambandsflokkurin stillar sjey valevni upp til løgtingsvalið. Listin varð gjørdur liðugur á síðsta uppstillingar- fundi, ið varð hildin mánakvøldið. Á listan- um teljast nøkur kend nøvn. Borgarstjórin á Strondum, Eivind Jac- obsen, og búskaparfrøð- ingur teljast millum nøvnini á valevnalistan- um. Betta Joensen, ið hevur verið tann stóri at- kvøðuslúkarin hjá Sam- bandsflokkinum í Norð- oyggjum stillar ikki upp til løgtingsvalið. Listin sær soleiðis út: Erikka Elttør, Klaksvík, Erlands Frederiksberg, Klaksvík, Eivind Jacob- sen, Strendur, Hans Jac- obsen, Klaksvík, Karl Olgar Joensen, Klaks- vík, Magni Laksafoss, Klaksvík, og Absalon Matras, Norðoyri. Sambandslistin í Norðoyggjum liðugur Karsten Hansen: Eg havi fult álit á Búskaparráðnum Karsten Hansen er bara heilt glaður fyri sítt Búskaparráð Alfred heldur talan vera um valstríð, nú Bjarni Djurholm er farin at tosa um samveldi millum Føroyar og Danmark Høgni Hoydal ætlar at halda áfram á somu leið, hóast Bjarni Djurholm hevur hug til at venda kós Í eina tíð hava mót- mælisbløð verið at sæð í teimum flestu handlunum í mið- býnum, og í gjár vórðu 1076 undir- skriftir handaðar Jan Christiansen, borgar- stjóra, sum mótmæli, at farið verður undir at byggja bygningin Skálaborg á Skálatrøð MÓTMÆLI Ingrid Bjarnastein – Vit mótmæla ikki bygn- inginum sjálvum, men vit mótmæla, at hann verður bygdur niðri á Skálatrøð, søgdu tær tríggjar kvinn- urnar, sum í gjár handaðu Jan Christiansen tær 1076 undirskriftirnar. – Vit halda ikki, at bygn- ingurin hóskar inn í um- hvørvið har niðri, og vit vilja eisini helst varveita parkeringsøkið, sum er har, tí hatta er einasta stóra parkeringspláss, sum fólk, ið skulu í miðbýin, kunnu brúka. Tær tríggjar, Kirstin Hansen, Tóta Sørensen og Elspa Hardlei, umboðaðu í gjár 1076 havnaborgarar. Sagt varð millum annað, at hetta var teirra ábyrgd, sum havnafólk at gera vart við, at henda ætlan var ikki nakað, ið fall í góða jørð. Jan Christiansen tók væl ímóti undirskriftinum. – Tað er ógvuliga gott hjá okkum sum politikkarar fáa eina slíka reaktión, tí so- leiðis fáa vit eisini at vita, hvat rørir seg millum borg- ararnar. Á henda hátt upp- daga vit eisini, at borgarar- nir hava áhuga í miðbý- num, og tað er ikki annað enn positivt. Borgarstjórin segði, at undirskriftirnar komu við á borðið tá verkætlanin varð førd víðari til byggideild- ina. Parkerings- trupulleikar – Tað er ongin loyna, at miðbýurin hevur ein stóran parkeringstrupulleika, sig- ur Jan Christiansen. – Men henda verkætlanin var eitt uppskot, sum gjarna eisini skuldi tilført meira lív í miðbýin, soleiðis, at tað verður stuttligari hjá fólki at koma at keypa har. Tikið varð eisini fram, at ein slík verkætlan førdi við sær, at fólk fóru at dyrka eitt mál, og nógv kundu hugsað sær, at fingið stóra parkeringsøkið niðri á Skálatrøð at sæð eitt sindur hugnaligari út. Pyntað eitt sindur um, soleiðis – Bygningurin sjálvur er als ikki føroyskur arki- tekturur og hann er eisini frammandur í okkara um hvørvi, sigur Jan Christian- sen. – Hann hevði verið fyrst av sínum slagi í Før- oyum, men ein tílík verk- ætlan staðfestir eisini ak- tivitetin í samfelagnum, og markerar ein tørv, sum er vaksandi og allarhelst eisini fer at vaksa meira. Men undirskriftirnar verða tiknar til eftirtektar, og nú kemur bert framtíðin at vísa um teir 1076 borg- ararnir fáa teirra vilja ella ikki. 1076 ímóti Skálaborg Í gjár vórðu 1076 undirskriftir handaðar Jan Christiansen, borgarstjóra. Mótmælt varð ímóti bygninginum Skálaborg, ið uppskot er lagt fram um at byggja niðri á Skálatrøð Mynd: Jens Kr. Vang Albert Isfeldt og Gudmund Hansen eru arkitetkarnir aftanfyri Skálaborg, ið nú verður mótmælt so harðliga ímóti C M Y K 7 6 Hósdagin Fríggjadagin dag Leygardagin eyg ALLAR ÚTSØLUVØRUR ENN MEIRA NIÐURSETTAR