hósdagur 14. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 31 - 14. februar 2002
Nr. 31 - 14. februar 2002
9
Norðuratlantiski hav-
súgdjóra felagsskap-
urin, NAMMCO,
hevur havt sín 11.
aðalfund. Kaj P.
Mortensen úr Før-
oyum varð aftur-
valdur til næstfor-
mann
AÐALFUNDUR
Jóanes N. Dalsgaard
Í døgunum 5 - 7 februar var
árligi
aðalfundurin
hjá
NAMMCO hildin í Ilulisat
í Grønlandi. Á fundinum
vóru, umframt umboð úr
limalondunum Føroyum,
Grønlandi, Íslandi og No-
regi, eisini eygleiðarar úr
Kanada, Danmark, Japan
og Russlandi.Grønlendski
landsstýrismaðurin Hans
Enoksen, sum setti fundin,
tosaði um týdningin av
burðardyggari gagnnýtlsu
av súgdjórum í havinum
við Grønland. Hann tosaði
eisini um, hvønn týdning
NAMMCO hevur og segði,
at felagsskapurin eftir 10
væleydnað ár, nú er búgvin
at taka á seg enn størri
ábyrgd og avbjóðingar.
Hans Enoksen segði, at
hesi 10 árini hevur NAM-
MCO megnað at fingið
altjóða viðurkenning, og at
stovnurin hevur skapt sær
eitt trygt vísundaligt grund-
støði at standa á.Ovarlaga á
dagsskránni hjá NAMMCO
stendur arbeiðiq at lýsa
samanspælið ímillum livi-
líkindi hjá súgdjórum í hav-
inum
og
fiskivinnuna.
NAMMCO samskipaði í
fjør stóru hvalateljingina
NASS 2001, sum fevndi
um stóran part av Mið- og
Útnyrðingsatlantshavi. Tað
var í sambandi við hesa
kanning, at enskir myndug-
leikar noktaðu føroyskum
og norskum kanningarskip-
um at koma í enskan sjógv.
Aðalfundurin
harmaðist
um ensku avgerðina og helt
at hon var eitt afturstig fyri
royndirnar at varðveita og
gagnnýta tilfeingi í økin-
um. Á aðalfundinum kom
fram, at ætlanin er at halda
eina ráðstevnu í íslandi í
januar komandi ár, har evni
verður, hvussu til ber at
samansjóða praktiska og
vísundaliga vitan í sam-
bandi við gangnnýtslu av
havinum.Á fundinum varð
Amalie Jessen úr Grøn-
landi afturvald til formann
og Kaj P. Mortensen úr
Føroyum varð afturvaldur
til
næstformann.Næsti
aðalfundur í NAMMCO
verður í Tromsø í Noregi í
marts 2003.
Eitt gott ár
fyri IBM
servarar
TÍÐINDASKRIV
Sp/F Kervi
Árið í fjør gjørdist
hart fyri teldufram-
leiðarar. Á ameri-
kanska marknaðinum
lækkaði samlaða søl-
an við einum fimt-
ingi til 4,3 milliardir
dollarar, og tað rakti
serliga teir sum fram-
leiða
servarar.
Á
amerikanska mark-
naðinum varð tað
bert IBM sum økti
søluna av servarum.
Hetta kemur fram í
eini kanning sum
Gartner Group hevur
gjørt.
Kappingin
um
marknaðarlut gerst
støðugt harðari - og í
løtuni vinnur IBM
sær størri marknaðar-
lut enn aðrir. Grein-
ingarfelagið Gartner
Group hevur kannað
søluna av servarum í
USA og vísur á, at
IBM hevur økt sín
marknaðarpart
frá
21,5 procent í 2000
til 29,3 procent í
2001, fyri Unix- og
Intelgrundaðir serv-
arar undir einum. Hjá
Sun lækkaði parturin
av tí samlaðu serv-
arasøluni frá 22 til
21,4 procent, meðan
Compaq hevði eina
lækking frá 16,5 til
14,5 procent á ameri-
kanska
marknað-
inum.
Av partinum av
seldum Unix-grund-
aðum servarum økti
IBM sín marknaðar-
part við 3,1 procent-
um til 20,9 procent,
meðan parturin av
Intel-servara mark-
naðinum er hækk-
aður frá 1,6 procent
til 12,4 procent. Á
Unix-marknað-
inum helt Sun fast
um sína førarastøðu
við 46,4 procentum
av samlaðu søluni.
Aftaná Sun kom IBM
og síðani HP við
16,6 prosentum og
Compaq við 5,1 pro-
sentum av marknað-
inum.
IBM servarir verða
í Føroyum umboð-
aðir av Kervi spf.
NAMMCO 10 ár á baki
Skiparin á hetlendska
trolaranum
Maranatha noktar
fyri, at hann hevur
fiskað í stongdum
øki. Veiðuna hevur
hann fingið í ES-
sjógvi
FISKISKAPUR
Stefan í Skorini
Síðan mánadagin hevur
trolarin Maranatha ligið við
bryggju í Havn. Hann varð
mánamorgunin tikin av
Brimli vestanfyri Mykines.
Trolarin fór úr Peterhead
leygardagin.
Skiparin er skuldsettur
fyri ikki at hava boðað frá,
at hann var komin í
føroyskt sjóøki og fyri at
hava fiskað á eini stongdari
leið.
Skiparin noktar seg sek-
an í hesum skuldsetingum.
Hann sigur, at veiðan, ið
trolarin hevur umborð, er
fiskað, áðrenn skipið kom í
føroyskan sjógv. Í sam-
bandi við at hann ikki
hevur boðað Fiskiveiðu-
eftirlitinum frá, tá hann
kom innum markið, sigur
skiparin, at hann royndi at
senda eitt telex, sum tó ikki
er komið fram.
Fiskifrøðingar vóru í
lastini mánadagin, tá trol-
arin kom á Havnina, og teir
siga, at fiskurin var ný-
fiskaður.
Fútin skal nú taka støðu
til, um ákæra skal reisast
móti skiparanum.
Norðmaðurin, Lars Saabye
Christensen fær Norður-
lendsku Bókmentavirðis-
lønina 2002 fyri ritverikið
"Halvbroren." Lars Saabye
Christensen er føddur í
1953. Hann kom, fyri
fyrstu fer, rættuliga fram í
sambandi við skaldsøguna
"Beatles" í 1984. Fyrsta
ritverk hansara, yrkinga-
savnið "Historien om Gly"
kom út í 1976. Rithøvund-
urin, Lars Saabye Christen-
sen, hevur gjørt vart við seg
innan nógvar ymiskar bók-
mentagreinir, og verður
hann mettur at vera ein tann
besti rithøvundurin í sínum
ættarliði.
Í grundgevingini fyri at
lata Lars Saabye Christen-
sen Norðurlendsku Bók-
mentavirðislønina stendur,
at skaldsøgan "Halvbroren"
ríkt og margfalt lýsir søg-
una hjá fleiri ættarliðum.
Rithøvundurin lýsir til tíðir
tað realistiska og til tíðir
tað fantastiska, og er frá-
søgnin merkt bæði av harð-
rendum humori og hjarta-
nítandi
sorgarleikum.
Skaldsøgan snýr seg um
Barnum Nilson og hálv-
bróður hansara Fred. Sam-
bandi teirra millum verður
sæð gjøgnum eygu Barn-
ums. Alt í lívinum hjá
Barnum og familju hansara
snýr seg um Fred, ið hevur
eitt kriplað sinn, ið er merkt
av vónloysi. "Halvbroren"
er skaldsøga um fráveru,
men eisini um vinarlag,
felagsskap og kærleika.
Hon gongur fyri seg í Oslo,
sum rithøvundurin er ein
meistari í at lýsa.
Skiparin noktar seg sekan
Norðurlendska Bókmentavirðislønin til Noreg
Sølustevna við øllum,
sum hoyrir húsi og
heimi til, verður í
Runavík fyrsta
vikuskifti í mai
SØLUSTEVNA
Edvard Joensen
Hjá teimum, sum ætla at
byggja ella umvæla bústað-
in, býðst serligt høvi at fáa
hugskot og hjálp á sølu-
stevnu, sum hildin verður í
Runavík í døgunum tríðja
til fimta mai.
Stór
søluframsýning,
nevnd Hús og innbúgv,
verður í ítróttarhøllini í
Runavík fyrsta vikuskifti í
mai. Umframt ítróttarhøll-
ina vænta fyrireikararnir
eisini at fáa brúk fyri einum
stórum tjaldi, sum setast
skal upp uttan fyri høllina.
Hans Petur Ellingsgard
úr Runavík og Niklas Heri
Jákupsson
úr
Klaksvík
standa fyri stevnuni, sum
verður tann fyrsta av sínum
slag í Føroyum.
Ætlanin
hevur
verið
frammi síðan í januar,
greiddu teir frá á tíðinda-
fundi, ið hildin var á Tórs-
havnar Sjómansheimi í
gjár. Tilmeldingarfreistin er
sett il 1. mars, og higartil
eru nakrar tilmeldingar
komnar. Umframt er væl av
fyrispurningum. Bæði úr
Føroyum og uttanlands.
Hans Petur Ellingsgaard
greiddi frá, at ætlnin er at
hava alt, sum yvirhøvur
kann hugsast at hava við
húsabygging og búseting at
gera, á hesi stevnuni. Tað
verið seg líka frá fíggjar-
ráðgeving til sjónvarpstólið
í stovuni.
– Vit ætla okkum at bjóða
fólki alt frá tí, spakin verð-
ur settur í, til tey standa
undir brúsuni, sum hann
tók til.
Fyrireikararnir siga, at
teir avgjørt meta tørvin á
slíkar stevnu at vera til
staðar. Í grundini halda teir
tað vera eitt sindur løgið,a t
eingin slík stevna hevur
verið fyrr, siga teir.
At júst Runavík er vald til
stevnustað, kann hava yms-
ar orsøkir. Annar fyrireikar-
in er úr Runavík, har hann
millum annað er virkin
kommunalpolitikari.
Royndirnar
frá
stóru
fiskivinnustevnuni,
sum
var í Runavík í fjør, tykjast
eisini hava givið áræði til at
royna eina messu.
Umframt at økið rundan
um ítróttarhøllina tykist
væl egnað til at seta tjald
upp, sum fyrireikararnir
vænta neyðugt.
Sjálv ítróttarhøllin hevur
umleið 500 fermetrar, sum
leigast kunnu til framsýn-
ingina, greiðir Hans Petur
Ellingagaard frá. Tað meta
teir ikki vera meira enn um-
leið helvtina av tí, teir fáa
brúk fyri til framsýningina.
Væntandi fara framsýnar-
arnir at hava brúk fyri væl
størri básum, enn á vanlig-
um sølustevnum.
Tann tøruvrin, sum verð-
ur aftur at ítróttarhøllini
skal so loysast við at seta
tjald upp uttanfyri. Tað
kann so fáast eftir tørvi
heilt upp til 1.000 fermetrar
eyka.
Ymisk tiltøk verða í sam-
band við stevnuna, greiða
fyrireikararnir frá. Eitt nú
verður skipað fyri barna-
parkering, so foreldur í frið
og náum kunnu gera síni
ørindi á stevnuni, eins og
helst eisini verður skipað
fyri øðrum tiltøkum fyri
børnini, vænta teir.
Umframt verður cafeteria
á stevnuni. Tí fer ítróttarfel-
agið NSÍ at taka sær av,
sigur Hans Petur Ellings-
gaard.
Bústevna í Runavík
Hans Petur Ellingsgaard og
Niklas
Heri
Jákupsson
greiddu á tíðindafundi í gjár
frá sølustevnuni Hús og
innbúgv,
sum
verður
í
Runavík í mai
Mynd: Jens Kristian Vang
Uppstillingar-
fundirnir eru nógvir
um dagarnar. Í
Norðurstreymoy hava
bæði Javnaðarflokk-
urin og Fólkaflokk-
urin havt fyrsta
uppstillingarfund
UPPSTILLING
Edvard Joensen
Javnaðarflokkurin í Norð-
urstreymoy hevði fyrsta
uppstillingarfund til løg-
tingsvalið um vikuskiftið.
Fólkaflokkurin hevði sín
fyrsta fund týskvøldið.
Tosið undan javnaðar-
fundinum hevur verið, um
Helena Dam á Neystabø fór
at stilla upp í Norður-
streymoy. Sjálv hevur hon
avsannað hesi tíðindi, og
tað er heldur einki, sum
bendir á, at felagið í Norð-
urstreymoy er sinnað til at
seta onnur enn lokal fólk á
listan.
Á fyrsta upptillingar-
fundinum varð ein fyribils
listi gjørdur, og mangt er,
sum bendir á, at hann fer at
standa
óbroyttur
eisini
aftan á triðja uppstillingar-
fund, sum eftir ætlan fer at
verða hildin sama dag, sum
annar uppstillingarfundur
verður, tann 24. februar.
Á fyribilslistanum eru
fýra nøvn. Tvey mannfólk,
og tvey konufólk. Kvinn-
urnar eru Soffi Egholm í
Leynum, sum fyrr hevur
búð í Danmark, har hon
hevur verið virkin í polit-
ikki og onkuntíð enntá ver-
ið tiltakslimur til fólka-
tingssess. Hin kvinnan er
Gunnvá
Mortensen
úr
Hósvík, sum var uppstillað
til fólkatingsvalið seinast.
Menninir báðir eru eisini
gamlir kenningar á javnað-
arlistanum. Hans Jacob
Simonsen á Signabø var
uppstillaður til kommunu-
valið í Havn seinast, meðan
Hans Pauli Strøm, løgtings-
maður, sum vera man eisini
er á listanum.
Eisini
Fólkaflokkurin
hevur havt fyrsta uppstill-
ingarfund
í
Norður-
streymoy.
Frá tí fundinum frættir
Sosialurin, at eingin avgerð
av nøkrum slagi er tikin, og
einki navn er sett á nkran
lista.
Nevnt verður, at til sein-
asta løgtingsval varð eingin
listi gjørdur fyrr enn á
triðja uppstillingarufndi, og
soleiðis verður væntandi
eisini hesaferð, sigur kelda
okkara.
Spenningur er um, hvørt
Jákup Suni Joensen, løg-
tingsmaður, fer at stilla
uppaftur. Sosialurin hevur
spurt hann, um so verður
ella ikki, men hann sigur, at
tað hevur hann ikki avgjørt
enn.
Uppstilling í Norðurstreymoy
Gunnvá Mortensen er eitt av
valevnunum á
fyribilslistanum hjá
Javnaðarflokkinum í
Norðurstreymoy
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8