fríggjadagur 12. november 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 158 · 12. november 2010
11
VIKUSKIFTI
Hvussu trívist tú í nýggja starvinum?
Hetta er eitt ótrúliga spennandi og fjøl
broytt starv, hetta er so nær upp á
dreyma starvið, sum tú kanst koma við
nógv um spennandi fólki rundan um.
Saknar tú at arbeiða við ungdóminum?
Nú er so stutt fráliðið, men nú eri eg so heppin,
at so nógv ung fólk ganga uppi í SMS. Men
reint pedagogiskt so sakni eg tað ikki, tú nú
er tað hetta her, sum eg fokuseri upp á.
Røkkur tíðin til at røkja bæði
starvið og politikkin?
Tíðin røkkur altíð til at røkja starvið her í SMS,
men tá tað kemur til tað politiska, so nei, og
tí verður tann parturin niðurraðfestur. Annað
ber ikki til, tí tað politiska lívið fyllir so nógv,
at tað saktans kundi verið eitt fulltíðarstarv
burturav. So politiska starvið verður numm
ar trý, tí familjulívið kemur framum.
Fær familjan nóg nógva tíð?
Skal eg vera púra erligur, so sigi eg nei,
men eg arbeiði dag og dagliga við at vera
tilvitaður um tað. Eg royni at finna ta tíðina,
sum skal til, men tað er ein ring samvitska,
sum plágar, og tíðin kundi verið meiri
Hvat harmast
tú mest um,
ikki at hava
tíð til?
Tað eru míni
børn, mína
familju. Tað er
nummar eitt í
mínum lívi, og
eg eri harmur um
ikki at hava meiri
tíð til dreing
irnar og
konuna.
Hvat fekk teg at fara upp
í býráðspolitikk?
Tað var tí eg helt, at eg kundi gera ein mun,
og tí eg hevði nakrar verkætlanir gangandi,
har eg helt, at kommunan ikki gjørdi tað
nóg væl. So eg hugsaði: Lat meg fara upp í
politikk, og lat meg broyta nøkur ting. Hartil
haldi eg, at eg havi nokk so nógv at geva, bæði
innan mentanarliga økið, innan barna og
ungdómsøkið og innan vinnu eisini. Vinnulívið í
Havn kundi havt ein profil í kommunalpolitikki.
Hevur tú ambitiónir um at
gerast borgarstjóri?
Tað kundi verið stuttligt at roynt tað,
men ikki beint nú. Um tvey, trý ár
so kanska. Tað veit man aldrin.
Hvat er týdningarmesta mál at fáa
framt, áðrenn valskeiðið er av?
Tað dugi eg ikki heilt at siga, men eg haldi, at
Hoyvíkin burdi fingið nøkur ting, so handilslívið
og mentanarlívið høvdu meira at bjóða. Tað
er for lítið har uppi, so eg kundi hugsa mær,
at gjørt nøkur ítøkilig ting, fyri at betra um
trivnaðin. Eg skal ikki siga, at tað er tað mest
týdningarmikla, men tað er í hvussu er nakað,
ið liggur frammarliga í mínum tonkum.
Stillar tú upp aftur?
Tað havi eg ikki tikið støðu til. Tað er
nakað, eg má tosa við konuna um.
Hvør er besta árstíðin?
Tað er summarið. Summarið í Føroyum
er fantastiskt, ikki orsakað av veðrinum,
men tað er tíðin, tá fólk koma heim, tú
hevur festivalar og stevnur. Føroyar er
eitt fantastiskt land at ferðast í eisini, so
summarið er avgjørt besta árstíðin fyri meg.
Ferðast tú nógv?
Nei, alt ov lítið. Eg kundi hugsa mær at
ferðast tvífalt so nógv. Sjálvandi, eg eri
nakrar ferðir uttanlands um árið, men
tað er sum oftast í arbeiðsørindum.
Hvat er besta frítíðarmál
tú hevur vitjað?
Vit vóru í Lalandia í Billund í fjør, og tað
var sera hugnaligt. Har var alt á sama
stað, og sum barnafamilja er tað sera
gott at kunna gera alt á sama stað.
Bogi AndreAsen
Familjuna fram um politikk
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Bogi AndReASen hevur fingið nakað nær sítt dReymAStARv sum BýlingSStjóRi í
sms. tað fer við nógvARi tíð, og tí er politikkuRin niðurraðfestur, men koRtini
hevur HAnn ringa samvitsku av ikki at brúka nóg nógvA tíð saman við Synunum
og konuni. og so kundi hann hugsað SæR at verði BoRgARStjóRi um nøkur ár.
mynd: jENS kriSTiAN VANg