Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158 12 Sosialurin Leo Poulsen Rithøvundafelagið heldur fast við gomlu traditiónina at skipa fyri einum árligum bókadegi. Vanliga verður hesin dag­ urin hildin í Norður landa­ húsinum, men í ár er húsið upptikið av sangleikinum Jesus Christ Superstar, og tí hevu verið neyðugt at funnið onnur høli. Loysnin er eitt býti millum Miðlahúsið og Hvonn, har barnatiltakið, pall borðið og bókasølan um­ framt onkur upplestur verð­ ur í Miðlahúsinum, meðan flestu upplestrarnir so verða á Hvonn. – Vit halda tað verða stutt ligt og spennandi at royna nøkur nýggj høli, og tað verður áhuga vert at vita, um bóka dag urin verður eins væl vitj aður sum hann plag­ ar, sigur Rakel Helms dal, sum er forkvinna í Rit høv­ undafelagnum. Á bókadegnum verða fyrst og fremst uppruna føroyskar bøkur vístar fram, men eisini týddar bøkur eru við. – Tað eru ikki so nógvar før oyskar bøkur komnar í ár, men hinvegin er ein rúgva av týddum bókum. Talan er í fleiri førum um heims bók­ mentir, sum jú eisini hava stóran týdning, sigur Rakel Helmsdal. Bókadagurin er hildin fyri at seta fokus á bókmentir. – Bókmentir er tann list­ ar grein, sum er minst sjónlig. Fólk lesa bøkurnar heima í síni egnu stovu, og ljós verð­ ur ikki varpað á hesa list ar­ grein á sama hátt sum eitt nú málningalist, tónleik ella sjón­ leik, sigur Rakel Helms dal. Signera bøkur Dagurin byrjar klokkan 14 sunnu dagin við einum barna tiltaki, sum verður í Miðla húsinum. – Har verður millum ann­ að eitt barnakór, sum fer at syngja, og síðani verður høvi hjá børnunum at tekna. Klokkan trý byrjar so sjálvur bókadagurin, sigur Rakel Helmsdal. Rithøvundarnir til nýggju bøkurnar verða sjálvandi til staðar, og fleiri teirra fara at hava upplestur. – Flestu upplestrarnir verða á Hvonn, tó at onkur verður í Miðlahúsinum. Sjálv bóka sølan verður eisini í Miðlahúsinum, og so kunnu fólk ganga ímillum. Tað verð­ ur spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga, sigu Rakl Helmsdal. Rit & Rák hevur í fleiri ár staðið fyri bókasøluni, og tað gera teir eisini í ár, og sum vanligt kunnu fólk fáa bøkurnar signeraðar av høvundanum. Rithøvundafelagið er eitt rímiliga stórt felag við oman fyri hundrað limum. – Treytin fyri at gerast limur í Rithøvundafelagnum er, at tú í minsta lagi skal hava skrivað eina bók. Limatalið er rímiliga stórt, men tað eru sjálvsagt ikki allir limir, sum eru aktivir, sigur Rakel Helmsdal. Ynskja fleiri føroyskar skaldsøgur BÓKADAGUR Árligi bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum verður sunnudagin, og temaið fyrwi pallborðið í ár er fáu føroysku skaldsøgurnar, og hvussu økjast kann um hesar Barbara Holm Løgmaður hevur heitt á landsstýrismannin við Vinnumálum, Jo­ han Dahl, um at steðga ætlanunum hjá Rús­ drekka sølu Landsins at lata ekslu sivan handil upp í SMS. Samgongufundur er mánadagin, og tá skal sam gongan viðgera hetta málið. – Eg havi nakrar hugs anir um, hvussu vit kunnu hjálpa Rúsuni at náa tí politiska krav in­ um, sum er álagt henni, og tað ætli eg mær at greiða samgonguni frá mánadagin, sigur Johan Dahl. Hann heldur, at skal samgongan steðga ætlanunum hjá Rúsuni at lata upp í SMS, so noyðist samgongan at vísa á aðrar møguleikar hjá Rúsuni at náa tí politiska kravinum. – Eg havi fleiri ferðir víst á, at samgongan noyð ist at lækka avlops­ kravið hjá Rúsuni. Vil samgongan ikki tað, so mugu vit finna onkr­ an máta, at náa avlops­ kravinum, sigur Johan Dahl. Hann slær fast, at ætlanirnar um at lata upp í SMS enn ikki eru sleptar. – Eg havi lovað løg­ manni, at seta málið á standby, inntil sam­ gongan hevur viðgjørt málið, men einki er slept enn, sigur Johan Dahl. Rúsan má fáa aðrar møgu leikar – Eingin ætlan er steðga enn. Vit hava sett SMS ætl­ an ir nar á standby, men so má sam gongan vísa á aðrar møgu leikar hjá Rúsuni, sigur Johan Dahl, lands stýris­ maður í Vinnu málum. Ætlanirnar um handil í SMS eru lagdur á ís, men ikki steðgaðar Rakel Helmsdal, forkvinna í Rithøvundafelagnum, er spent upp á, hvussu bókadagurin fer at rigga í øðrum umhvørvi FOKUS Á BÓKMENTIR