Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 158 · 12. november 2010 12 VIKUSKIFTI úlvurin Føroyar kunnu næsta summar rokna við at koma undir størri altjóða trýst enn nakrantíð áður. Tveir umstríddir umhvørvis­ menn, sum áður hava verið við til at fremja víðgongd átøk, ætla sær til Føroya at steðga grindadrápinum. Annar av teimum er Paul Watson, sum er ein gamal kenningur hjá føroyingum. Hann hevur fleiri ferðir verið í Før oyum og roynt steðga grindadrápi. Paul Watson er leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd og eitt av teirra stóru átøkum komandi summar verður í Føroyum. Paul Watson ætlar sær sjálvur at føra skipið, sum kemur hendan vegin at órógva føroyska grindadrápið. – Eg havi verið í stríði við japanarar, russarar og normenn, og eg ræðist ikki føroysk løgreglufólk ella donsk hernaðarskip, sigur Paul Watson við Sosialin. Sea Sheperd ætlar at gera sjón varps­ upptøkur í Føroyum, sum skulu brúkast í røðini Whale Wars, og felags skapurin fer eisini at senda myndir og sjónvarpsupptøkur til alheims fjøl miðlar at brúka. Sigldi á hvalaskip Ein annars umstríddur umhvørvismaður hevur í vikuni eisini boðað frá, at hann ætlar sær í grindakríggj í Føroyum kom­ andi summar. 45 ára gamli Pete Bethune er ættaður úr New Zealandi, og hann gjørdist víða gitin, tá ið hann í fjør rendi sítt skip á eitt japansk hvalaveiðiskip í Suður høvum. Hann er eisini dømdur fyri til burðin og hevur sitið fýra mánaðir í fongsli í Japan. Nú er Pete Bethune í holt við at skaffa sær fígging til nýtt umhvørvisskip, og hann ætlar sær ikki aftur í suðurhøv at stríðast. Nú skal kósin setast í ein norðan, tí hann vil steðga føroyska grinda drápinum. – Eg ætli mær at gera vart við árliga grindadrápið í Føroyum, og harvið økja um altjóða trýstið at fáa grindadrápið steðga, sigur Pete Bethune. Lagt er harvið upp til eitt rúkandi heitt føroyskt summar 2011. Umstríddir umhvørvismenn erU á veg til Føroya fyri steðga grindadrápinUm. Blóðugar myndir verða sendar um allan heim, og Føroya koma undir størri altjóða trýst enn nakrantíð áður. spUrn ingUrin er nú, hvat mótspæl føroyingar skulu hava Tað ræður um ikki at leypa fram av, fyri tað um umhvørvisfelagsskapir ætla sær til Føroya næsta ár í eini roynd at steðga grindadrápi. Vit eiga bara at lata sum einki og ikki at øsa okkum. Kemur eingin grind, meðan Paul Watson er her, er tað bara spell fyri hann, og hann tímir neyvan at vera her leingi og keða seg. Skuldi grind komið, meðan Paul Watson er her, eru frægasta loysnin bara at lata grindina fara. Grind kemur altíð aftur. Eg eri ikki bangin fyri, at grinda­ drápið fer at skaða ferðavinnuna, og hann mælir til at gera sum íslendingar og ikki at geva mótmælisfólkunum so stóran ans. Hóast mótmæli frá umhvørvis­ felagsskapum móti hvalaveiðu í Íslandi, er ferðafólkatalið í Íslandi ikki minkað. Tvørturimóti vitja ferðafólk Ísland fyri at síggja hvalir, og fyri ferðafólkini er ein grindabúffur ein uppliving. Tað er eingin ivi í mínari verð, at trýstið, sum Føroya koma undir komandi summar, verður nógv størri enn tað, sum vit upplivdu fyrr í ár. Føroyar standa framman fyri einari truplari tíð. Okkara handilssamstørv uttanlands fara at leggja merki til umtaluna av grindadrápinum, og tað kann hótta okkara livibreyð. Tí er frægasta loysnin at gevast við grindadrápinum, tí tað kann heilt einfalt kosta okkum ov nógv at halda fram. Ein millumloysn kundi verið at steðga við grindadrápinum, meðan Paul Watson er her. Velja vit at halda fram við grinda drápinum, so fer tað at krevja ein óvanligan innsats frá Føroyum bæði áðrenn, undir og eftir vitjanina hjá Paul Watson. Vit fáa brúk fyri serfrøðingum í altjóða kreppu stýring. Fólk, sum vita hvønn tey skulu ringja til hjá CNN og á New York Times. Og tað fer at kosta pengar. mugu hava eitt mótspæl Jákup Sverri Kass formaður í Ferðvinnufelagnum steðgið grinda­ drápinum Høgni Rasmussen stjóri á Sansum lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein