fríggjadagur 12. november 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
15
VIKUSKIFTI
Kvinna
til lækna
Ein kvinna hevði til vana at
fara til lækna hvønn mikudag.
Men ein mikudag møtti hon
ikki, og tá hon so aftur kom
til lækna mikudagin eftir,
mátti læknin spyrja hana:
- Hví vart tú ikki her
seinasta mikudag?
- Tí eg var sjúk
Ruskdagur. Svartifossur er stórur
og gráur og hvítur. Áin buldrar
und ir brúgvunum við ferð á
bláman.
Fólk í 21.aldar oljudansi við
hundi í bundnum jakka í undan
vindinum.
Eg berji meg ímóti váta lands
synn ing inum, omaneftir.
Nei, tað er lygn! Arroganti
heima veðr urin, í ár er hann
svart ur, er ikki har. Eg hyggi til
vinstru, til høgru. Nei, hann er
horv in. Í ár var hann svartur.
Segði hey við hann hvønn
einasta dag, har hann stóð ella lá,
tjóðraður antin eystan fyri gøtu
na ella vestan fyri hana. Fluttur
hvønn dag. Tú sást á stykkinum,
hvussu langt tjóðrið rakk, hvør
radi us var, tvey grøn litbrigdi.
Ann að runt.
Hann ønti mær ongantíð
aftur, hugdi sjáldan upp. Hansara
lív var at eta og sova og fitna.
Einki annað. Skeitti ikki so frægt
eftir ærini hinu megin ánna og
hegn ið.
Eina ferð, lagið og veðrið vóru
góð, eg klappaði honum á høvdið,
svar aði hann við at stanga. Legði
eftir knænum. Tíbetur var tjóðrið
ov stutt.
Annars eitt óføra gott lív, tí
hann visti ikki endamálið við tí.
Ikki sum kalkunin í einum
goml um Disneyteknifilmi, sum
fór undir ein beinharðan avfit
ing ar kur. Gavst at eta og gjørdi
hard core fimleik, tí hundurin
segði við hana, at hon fekk so
nógv og gott at eta fyri at hon
skul di verða so feit sum gjørligt
á jólum.
So fór eisini hann, hesin
veðr ur in. Sum tann ikki minni
arro gan ti mórreyði í fjør og tann
svar ti í átta.
Heystið er ein sovorðin
sorgar tíð. Tá alt vársins og
summar sins lív fer. Krákurnar
eru eftir og smáfuglarnir og gæs
nar. Gæsnar sleppa ongan veg
utt an til gongu til næsta hegn.
Tær ganga nógv.
Krákan er ein íspegil, hon er
ikki í ordan so at siga. Tí rým ir
hon ikki sum flestu hinir fugl
ar nir.
Hetta er tann endaleysa mal
a ndi ringrásin. Men nú siga tey,
at hon endar kortini, um 200
millión ir ár, um 200 millió nir
veðr ar í feitilendinum í stór býn
um.
Um 200 milliónir ár, um vet
ur in sjálvsagt, hendir okkurt við
sólini, so ikki verður livandi long
ur her á jørðini. Ikki bara í Før
oyum, her er ikki livandi sum er,
halda nógv og rýma, men í øllum
heimi num verður ikki livandi.
Og um seks milliardir ár
svølg ir sólin jørðina. Tá er so
eing in vegur aftur ella fram.
Men longu nú verður hugsað
og eisini tosað hart um at flyta
jørð ina longur burtur frá sólini,
burt ur av vandaleið so at siga.
Heystið er sum ein jarðarferð,
nógv ur deyði. Og fyri at leinga
pín u na verður klokkan stillað
mitt í øllum myrkrinum, so
heyst ið varar ein tíma longur. Ein
myrk ur tími verður fluttur eitt
hálvt samdøgur, meðan sam døgr
ið gerst myrkari og myrkari í
báð um endum.
Heystið er fíggjarlógartíð, tá
al man na stovan Føroyar krevur
peng ar til øll síni neyðstøddu.
Onn ur savna pengar inn frá
neyð stødd um í Føroyum til neyð
stødd í øðrum londum.
Og so eru tað tey, sum ganga
hús úr húsi og biðja um pengar
til neyðstødd í Føroyum frá fólki,
sum noyðast at lata 60 prosent
av lønini í skatti og avgjøldum í
teirri veiku vón, at nøkur pro sent
fara til tey neyðstøddu í Før
oyum.
Føroyingar eru gávumildir
og hjálpsamir, so tey lata nøkur
pro sent afturat til ymiskt, sum
átti at verið tikið av teimum
pro sent unum, sum landið tekur,
ikki biður um, við dyrnar, áðrenn
peng ar nir koma inn um dyrnar
at venda.
Heystið er innsavningartíð.
Talv an gongur og bússurnar
fyll ast.
Verðin er ikki, hon hevur
ong an tíð verið og hon verður
onga ntíð rættvís.
Tað var ikki Guds vilji, bara
ein ynskidreymur.
Tí beinir hann sólina eftir
okk um.
Jarðargonguferð
UmaftUrafturum
Høgni djurHuus
Hundur ella maður í grasinum?
Maður funnin av hundi í grasinum
Vágaportalurin
Kanska tí, tey fingu húkin
Framtíðar fiskivinna í Klaksvík
Portal.fo
Skjýtur hann seg í fótin?
Skotvápn kann fella
sníkiskjúttan í Malmø
Kvf.fo
Vónandi væl og leingi
Landsliðini venja
Sosialurin
Á bláman?
Motorur datt út á Sundsverkinum
Vagaportal.fo
Nei, tað er ikki gott at vita
Ein maður er nú í varðhaldi í sambandi
við innbrot í Rúsuna í Saltangará.
Enn er ikki staðfest, hvørjum
maðurin hevur brotið inn eftir.
Vágaportalurin
Tað gongur fínt
Yvir 100 milliónir landskassakrónur
eru nú aftur í váða.
Kringvarp.fo
Leingi at bíða
Teir skutu haru í Sjendum í gjár,
og var ein maður so óheppin at
detta. Tyrlan hjá Atlantic var
eftir manninum í morgun
Vágaportalurin
Skilja púrt einki!
Fyrrverandi stjórin í alnetsbankanum
í Eik Banka undrast á, hví
e-bankin hevur mist 50.000
kundar so stutta tíð.
Vágaportalurin
ranga
í
strúpan
Blondinurnar vóru savnaðar til árliga
ráðstevnu, og ein av blondinum
fekk møguleikan at vinna
ein bil, um svaraði einum
spurningi rætt. Hepna
blondinan kom á
pallin og varð spurd:
- Hvat er 5 ferðir 5?
- øh 10, svaraði
blondinan.
- gev henni ein
kjans afturat, rópti
onkur úr salinum.
dómararnir umhugsaðu
støðuna og góvu blondinuni
ein nýggjan spurning.
- Hvat er 2 ferðir 5?
- øh 10, svaraði blondinan.
- gev henni ein kjans
afturat, rópti onkur
úr salinum.
Hvussu sleppur
Watson
til Føroya?
Paul Watson er ikki serliga vælkomin
til Føroya. Hann var útvístur úr
Føroyum á sinni, og ætlar hann sær í
land í Føroyum, noyðist hann at verða
kreativur. so næsta summar ræður um
at hava eyguni opin og vita, um tað ber
til at síggja Watson. Hann kundi kanska
verið ílætin eitt sindur øðrvísi.
Kanska sum hesi dømini.
Blondinan á ráðstevnu