fríggjadagur 12. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158
16
Sosialurin
Í stríð við ta avtalu, sum
varð
gjørd
við
lands
stýriskvinnuna í almanna
málum, um hvussu ymsar av
hennara spariætlanum í eldra
røktini skuldu tillagast, so
frætta vit nú í fjølmiðlunum
um nýggjar sparingar á ellis
og
røktarheiminum,
sum
stendur í gerð í Vági.
T.d. frætta vit, at 6 av teim
24 plássunum skulu standa
stongd alt árið, hóast longu
nú hava 30 fólk søkt um at
fáa pláss á heiminum.
Tá
landsstýriskvinnan
hvørki hevur fingið undir
tøku fyri tí ella hevur kunnað
okkum um hetta ógvisliga
sparitiltak, men vit bert lesa
um tað í bløðunum, vil eg á
henda hátt loyva mær at seta
nakrar spurningar:
• Er tað ikki rætt, at í
fíggarlógaruppskotinum
hevur
landsstýriskvinnan
í almannamálum fingið 9,9
mió.kr. sum fulla framskriv
ing til rakstur av 24 plássum í
nýggja røktarheiminum í Vági
frá 1. mars 2011 og árið út?
• Er tað ikki rætt, at av
tí at nýggja røktarheimið í
Vági ikki verður klárt at taka
í nýtslu fyrr enn 1. mai 2011,
so gevur tað eina sparing
ella minniútreiðslu, svarandi
til rakstrarútreiðslur av 24
plássum í tveir mánaðir, tvs.
uml. 2 mió.kr.?
• Er tað rætt, sum tað
frættist í fjølmiðlunum, at
hóast seinkaða upplatingin
av nýggja røktarheiminum
gevur hesa óætlaðu sparing
uppá 2 mió. kr. til eldrarøktina,
so ætlar landsstýriskvinnan
kortini at spara aðrar 12 mió.
kr. uppá nýggja røktarheimið
í Vági, við at 6 búpláss skulu
standa stongd alt 2011?
• Hvussu ætlar lands
stýriskvinnan ítøkiliga at
fremja sína ætlaðu skerjing
av virkseminum á nýggja
røktarheiminum: við at skerja
burturav teirri játtan, sum
heimið skal hava sambært
fíggjarlógaruppskotinum,
so hon bert røkkur til
18 pláss, ella skal ovasta
leiðslan fyri Nærverkið í
Havn stýra upptøkuni av
búfólkum til heimið í Vági
eftir spariætlanini?
• landsstýriskvinnan fram
vegis halda uppá, at tørvurin
í Suðuroy bert er 7 búpláss,
hóast 30 longu nú hava søkt
um at sleppa inn á nýggja
røktarheimið í Vági?
Fjølmiðilin, sum umrøddi
spariætlanina, vísti til, at
grundin til at landsstýris
kvinnan nú ætlar at leggjast
á røktarheimið í Vági, er tí at
semja er gjørd um at minka
sparingarnar
á
ellis
og
røktarheiminum á Tvøroyri
niður í helvt. Tvs. hon flytir
ta helvtina av tí upprunaligu
sparingini, sum hon ikki
fekk ígjøgnum at fremja á
Tvøroyri, suður til Vágs.
Hetta er politiskt álitisbrot
móti samgongufeløgum. Men
eg vóni at landsstýriskvinnan
er greið yvir tað og tí hugsar
seg um enn einaferð, áðrenn
hon ger nakran skaða.
Kjak
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Spurningar um sparingar í eldrarøkt í Suðuroy
til landsstýriskvinnuna í almannamálum
Oddur Johansen
oddur@olivant.fo
Tað, sum Jan Højgaard, for
maður, og teir tríggir nevnd
arlimirnir, ið renna aftan á
honum, hava gjørt ímóti Olaf
Johansen, skelkar Føroya
fólk almikið. Eitt er at verða
uppsagdur úr starvi, men at
verða skírdur brotsmaður
og tjóvur, illoyalur, og tað,
sum verri er, er ikki hissini
ákæra. Tað, sum er mest
skelkandi, er, at tað er ein
STÓR LYGN úr einum enda
í annan. Hetta man koma
undir
ÆRUMEIÐING
av
grovasta slag, og átti hetta,
um nakað rættvísi er til,
at fingið fylgjur fyri hesar
persónar. Tað kundi verið
áhugavert, um allir limir
fiskimannafelagsins
taka
undir við hesari viðferð, Olaf
hevur fingið. Eg loyvi mær
at ivast. Sum øllum kunnugt
hevur Olaf arbeitt av fullum
hjarta fyri fiskimannin, har
hvør
einasti
fiskimaður
og familja hansara hevur
kunnað ringt inn á kontórið,
og altíð hevur fingið svar
upp á spurningar um ivamál.
Trúfastur hevur hann verið
móti
fiskimanninum
og
teirra avvarandi í samfull 35
ár. Umframt tað hevur hann
havt so ófatiliga nógvar
aðrar týdningarmiklar upp
gávur í FF, og alt, hann hevur
fingist við, er væl úr hondum
greitt, og tað uttan grenj ella
viðmerkingar.
Eg kann leggja aftrat,
at Randi, kona Olaf, sum
tíverri ikki er ímillum okkum
meira, men sum altíð var
honum ein dyggur stuðul,
mangan segði við hann: Hví
flytur tú ikki bara heim á
Fiskimannafelagið? Tú ert
altíð har kortini. Hetta lýsir
væl, hvussu nógv Olaf ofraði
seg fyri FF og fiskimannin.
Olaf er tann triði per
sónur, ið stendur mær næst,
sum hevur eina sjúku, har
likamið spakuliga viknar.
Olaf er greiður um sína støðu
og veit, hvønn veg tað ber.
Sum onkur annar hevur
orðað tað, veit eg, at Olaf
flýtur tungt á sjónum og
hevur fingið alt ov nógvar
brotasjógvar
oman
yvir
seg. Kortini hevur hann
hvørja ferð hórað undan og
er farin oman á FF at gera
tað, sum hevur ligið honum
fremst á hjarta við tí nær
lagni, samvitsku og góðsku,
hann altíð hevur kent fyri
fiskimanninum.
Men nú er hann av for
manninum í FF og hansara
viðhangi trýstir undir vatn
skorpuna og hildin har. Hann
fær ongantíð luft aftur og
kemur aldri fyri seg aftur.
Olaf hevur onga orsøk at
skammast!
Skomm fái tykkum!
Mong fólk munnu undr
ast á orsøkina til, at tríggir
nevndarlimir hava valt at
stuðla Jan Højgaard, for
manni. Hevði Jan Højgaard
lopið
á
bláman,
høvdu
teir so lopið aftaná? Næst
formaðurin var at síggja
í sjónvarpinum og skuldi
líkasum traðka til, tí formað
urin var uttanlands. Eg haldi,
at allir føroyingar krympaðu
tær, tá hann slongdi út, at
hann ikki kendi mun á burtur
vísing og uppsøgn. Hann helt
tað vera meira lempuligt eftir
at hava hongt Olaf út sum
ein BROTSMANN! Hetta eru
menn, sum skulu eitast at
stýra eitt av størstu fakfeløg
um í Føroyum! Eg meini tað!
Eg frøddist, tá Gunnleivur
Dalsgarð var í sjónvarpinum
og øtaðist um framferðina
hjá Jan Højgaard. Hann helt
tað vera eina framferð, sum
fakfeløgini og serliga Samtak,
sum umboðar fakfeløg, teirra
millum Fiskimannafelagið,
átti at tala at, men higartil
hevur bara verði TØGN frá
Samtaki? Ímyndi mær, at
hevði onkur privatur arbeiðs
gevari ella onkur almennur
givið einum løntakara hesa
skammiligu
viðferð,
Olaf
hevur fingið, skuldi Samtak
nokk farið upp á barrikad
urnar og geylað. Ella er tað
veruliga so galið, at øll fak
feløgini í Samtak sláa ring
um formannin í FF eftir eina
so lemjandi viðferð av Olafi?
Samskiparin í Samtaki,
Sonja Jógvansdóttir, segði
seg taka fult undir við av
gerðini hjá meirilutanum í
FF. So er spurningur mín:
Tekur hon fult undir við
skammiligu
ákærunum,
Olaf verður lagdur undir
nærmast at hava stolið úr
kassanum og framt innbrot,
og hálaður ígjøgnum hetta
sjúkliga Watergate’ið hjá Jan
Højgaard, sum er blivið so
staðiliga afturvíst?
Henda skemdargerð, sum
Jan Højgaard og hansara
stuðlar hava framt ímóti
Olafi, krevur onki minni enn
eina almenna og treytaleysa
umbering frá teimum fýra
fýrunum, ið standa aftanfyri,
um tað yvurhøvur er nakað
mannfólk í teimum!
Hinir
tríggir
nevndar
limirnir, Fríðrik Sivertsen,
Eyðun Johannesen og Karl
Isaksen, eiga eina stóra tøkk
fyri at hava stuðlað Olafi.
Tað veit eg, at hann gleðist
um í allari neyðini og hesi
sváru tíð.
Niðurstøða mín er hon: At
sum formaður í Føroya Fiski
mannafelag, er SKOMMIN
eina og aleina tín, Jan
Højgaard.
Størsta skemdargerð í søgu Føroya