fríggjadagur 12. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 158 · 12. november 2010
16
VIKUSKIFTI
Havsvimjing
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mentanarvikan í Runavík endaði við
ein um tjumsi á sjálvum Skálafjørðinum.
Seinasta dagin í oktober mánaði høvdu
leiðarin á Kunningarstovuni, Herbjørg
Jøkladal, og svágarskapur hennara Vanja
Justinussen skipað fyri havsvimjing –
ella fjarðar svimjing – sum man vera
tað rætt ara í hesum førinum.
Komið var nakað væl út á hendan
seinnapartin sunnudagin, tá fólk í
hópatali úr øllum landinum møttust í
gamla saltfiskahúsinum hjá Napoleon
á Glyvr um - á Langanesi, sum var
snák að nakað væl til, nú hetta ný-
brotið skuldi fara av bakkastokki.
Kaffi og køkur í ríkiligum máti vórðu
ser verað, og áðrenn sjálv svimjingin
byrj aði í ófýsiliga veðrinum, spældi
búskaparfrøðingurin Sverri Justinussen
nøkur løg á harmoniku síni, og eftir
tað flutti havnar meistarin í Runavík,
Tórbjørn Jacobsen, fram røðu, sum í
stóran mun snúði seg um svimjing og
vantandi møguleikarnar í so máta – í
økinum.
Í vikuskiftinum frammanundan hevði
formaðurin í Svimjisambandinum, Jon
Hestoy, eina spíska grein í bløðunum,
har hann hartaði kommunalu myndug-
leikarnar á Skálafjørðinum fyri ikki
at skipa fyritreytirnar fyri svimjing í
økinum á nøktandi hátt. Hann róði í
greinini framundir, at kanska fór nýggi
havnarmeistarin í Runavík at boða frá
onkrum nýbroti í so máta, við komm-
unalum mandati, tá setanarrøðan fór at
verða hildin. So var ikki, mandatið var
ikki til, men Tórbjørn Jacobsen var av
heilum huga samdur við Jon í hansara
at finn ingum.
Søgan um svimjingina
Torbjørn Jacobsen segði í røðuni, at
ong in vitsti, nær fyrsta menniskja í
heim inum hevði lært at halda sær
uppi.
– Kanska var tað onkur óskettin á
tíðar innar slóð, sum av óvart hevði
funn ið útav, at hetta var ein møguleiki,
fyri at bjarga egnum lívi, og stendur
hetta í grellari andsøgn til býfluguna,
sum verk frøðiliga ikki kann flúgva,
hon ger tað bara, tí hon veit ikki betur.
Í okk ara tíðarmáti er tað gamalt at
svimja, Ezekiel og Jesajas nevna tað
í heilagu skriftunum, og eisini verður
talað um svimjing í Apostlasøguni,
segði Torbjørn Jacobsen
– Ongastaðni er tað meira neyðugt
at duga at svimja enn í Føroyum. Tað,
sum upp undan fjarar, er ikki meira enn
1399 ferkilometrar til støddar, ímeðan
hav víddin vit varða av er 275 túsund
fer kilo metrar til støddar.
– Hyggja vit hagtalsliga rátt eftir
hesum tølum, er statistiski møguleikin
fyri at drukna 99,5%. Hevði meira ver ið
gjørt við hendan spurningin frá øll um
síðum, ikki minst landspolitiskt og frá
kommunalari síðu, hevði mong van-
lukkan helst verið spard. At mangir
av teimum, sum manna skip okkara,
ikki duga at flóta í sjóvarmálanum, er
MEntanarviKan á SKálafjørðinuM endaði við SviMjing á sjónum,
og í tí SaMbandi hugleiddi havnaMEiStarin um uMStøðurnar at
SviMja, áðrenn hann leyp á bláMan í føroyskum undirKlæðuM
Á blÁman í
føroyskum
undirklæðum
Havnameistarin, Tórbjørn Jacobsen,
ger seg til reiðar at leypa á bláman