mánadagur 15. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Hetta er eitt mál, sum vit
mugu tora at tosa um.
John Johannessen, polit
iskur formaður Javn aðar
floksins, reisti ein rætti liga
umstríddan
spurn ing
á
landsfundinum hjá Javn
aðar flokkinum í Trongisvági
leygardagin.
Og tað er spurningurin
um allar teir nógvu føroy
ingarnar, sum arbeiða undir
ymsum serligum skipanum.
Hetta eru skattaskipanir,
sum ávísum førum gera, at
teir sleppa lættari skatti.
Men í øðrum førum gera
hesar serskipanir tað, at teir
betala skatt, men at landið
so betalir reiðarum skattin
aftur í stuðuli.
Undir øllum umstøðum
eru hetta skattainntøkur,
sum landið og kommunurnar
missa, staðfestir John Jo
hannes sen.
Sjeyndi hvør
føroyingur
Hann sigur, at veruleikin er,
at sjeyndi hvør føroyingur
hevur onkra serliga skip an,
sum førir við sær, at sam
felagið missur skatta inn tøk
ur.
Talan er um yvir 4.000
løntakarar av teimum 30.000,
sum eru í Føroyum, sum ikki
rinda skatt eftir sama leisti,
sum øll hini.
Men samstundis sum at
landið
og
kommunurnar
missa skattin frá hesum fólk
unum, fáa tey akkurát somu
tænastutilboð frá tí almenna
til skúla, heilsuverk og annað,
sum øll onnur hava.
John Johannesen stúrir
eisini fyri rákinum, sum nú
er uppi í tíðini um, at fleiri
og fleiri skattir verða gjørdir
til brúkaragjøld.
Hetta eru nevskattir, har
øll betala líka, sama, hvussu
nógv tey annars hava í løn.
– Og tað rakar tey lágløntu
harðari enn tey hægri løntu,
staðfesti politiski formaðurin
í Javnaðarflokkinum.
Mugu tora
Hann staðfestir, at nú á døg
um verður nógv tosað um,
hvussu neyðugt tað er at fara
undir nýskipanir á ymsum
økj um í samfelagnum fyri at
at varðveita vælferðar sam
felagið.
Hesum er hann samdur
í. Men hann heldur, at tað er
ein nýskipan, sum er gloymd
og tað er ein nýskipan á
skattaøkinum.
– Vit mugu nú sum skjót
ast undir at endurskoða
alla skattaskipanina og út
greina hvussu hon skal vera
samansett, so at hon at hon
lýkur tey krøv, sum Javn
aðarflokkurin setir til eina
skattaskipan, har teir breið
astu herðarnir bera tær
tyngstu byrð arnar.
Hann segði, at onkusvegna
tóktist tað sum um, at javn
aðarflokkurin tordi illa at
taka hetta málið upp, men
tað má gerast, helt hann.
– Hetta er ein serstakliga
týdningarmikil
partur
í
stremb anini eftir at fram
tíð ar tryggja vælferðar sam
felagið, segði John Johannes
sen.
Hann leggur afturat, at
vit royna at byggja upp eitt
sam halds fast sam felag, har
øll vilja gera sítt til felags
skapin.
– Men samhaldsfesti dett
ur burtur, tá ið vit hava so
nógvar
serskipanir,
sigur
polit iski formaður Javnaðar
floksins.
Hetta leggur eisini upp til
at skeivleiki kemur í aðrar
skipanir, tí hjá hóast inn
tøkan hjá nógvum av hesum
fólkum er høg, stendur null á
sjálvuppgávuni og tað elvir
so eisini til sosial frípláss í
barnagørðum og aðrar ágóð
ar.
aki@sosialurin.fo
Dýrt
fyri
útjað
aran
Kirstin Strøm Bech,
borgarstjóri í Vági,
fegn ast um, at John
Jo hannessen
hevur
tikið hendan eyma
spurn ingin upp.
Hon staðfestir, at
øll hesi fólkini eru væl
komin í teimum komm
unum, tey búgva í.
– Men veruleikin er,
at tey flestu av øllum
teimum, sum eru und ir
hesum ser ligu skatta
skip an um,
búgva
í
út jað ar an um
og
tí
kost ar hetta komm
un unum kring landið
øgi liga dýrt í mistum
skattainntøkum, sigur
Kirstin Strøm Bech.
391 milliónir
Skatta-
Tal av
Mistar
Skipan
fólki
milliónir
DIS
502
168,0
FAS
511
117,5
Fiskimenn
2.620
80,4
Farmaskip
320
25,0
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Tilsamans
3.953
390,9 mió
Hendan talvan vísir, hvussu nógv føroysk sjófólk sigla
undir ymsum serskipanum, hvat skatti viðvíkur, bæði
DIS og FAS, umframt tey, sum fáa fiskimannafrádrátt
og tey, sum sigla við farmaskipi og fáa frádrátt fyri
tey.
Her til skal viðmerkjast, at ongi tøl eru fyri tey, sum
sigla undir NIS, sum er tann norska serskipanin fyri
sjófólk
Missa 391 Mió
í skatti uM árið
SERSKIPANIR Hvørt ár missa landskassin og kommunurnar skatt frá yvir
4000 føroyingum, tí tey hava ymsar serligar skattaskipanir
– Tað vísir seg sum um at Javnaðarfólk tora illa at viðgera málið, men tað sleppa vit ikki
undan, heldur John Johannessen, politiskur formaður Javnaðarfloksins
MISSA INNTØKUR
Samhaldsfesti í sam-
felagnum dettur sundur
John JohAnneSSen
Hetta er neyðugt
fyri at framtíðartryggja
vælferðarsamfelagið
John JohAnneSSen