Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Arbeiða 120 tímar um vikuna Henrik Old, fyrr verandi tingmaður fyri Javn aðar­ flokkin, var ikki serliga fegin um ætlanina hjá John Johannessen um at endurskoða skattaskipanina. – Hann staðfesti, at tey, sum sigla undir FAS, betala skatt, men teir kunnu ikki gera við, at Løgtingið hevur samtykt eina lóg, har reiðararnir fáa skattin útgoldnan aftur í stuðuli. Men skal skattafrádrátturin til fiskimenn avtakast, er tað eisini upp á pláss at seta eina lóg í gildi, sum sigur, at fiskimenn bara hava 40 tíma arbeiðsviku, akkurát sum øll hini. Hann sigur, at veruleikin er, at nógvir fiskimenn hava eina arbeiðsviku upp á einar 120 arbeiðstímar. Hann helt eisini, at ber heldur ikki til at happa hesi fólkini so illa, tí tey skulu eitast ikki at betala skatt, at tey føla seg noydd at taka til rýmingar av landinum, tí tað er komið fyri. Tað er lættasta sak av verðini at avtaka hesar skipanirnar, tí so rýma fiskimenninir av landinum til Noregs, har teir fáa nógv betri umstøður. Eyðun Johannesen, stuðlaði upp undir Hendrik Old og helt, at teir, sum sigla, kunnu ikki gera við, at danska stjórnin hevur sett eina serliga skattaskipan í gildi. Betala ikki lima gjald til føroyska sam felagið – Skatturin er okkara limagjald til føroyska sam­ felagið. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, gav John Johannessen rætt, táið hann í aðrari grein her á síðunum, førir fram, at tað eru nógv, sum ikki betala hetta limagjald til føroyska samfelagið. – Tað er ikki tí, at teir sjálvir vilja sleppa und­ an, men tí at teir eru endaðir í eini serligari skatta­ skipan. Og formaðurin í Javnaðarflokkinum væntaði, at tað er eisini ein trupulleiki hjá tí einstaka, at hann ikki sleppur at taka lut í at betala fyri tað, føroyska samfelagið kostar at reka. Men hann gav kortini ikki sínum politiska for manni nakra tilsøgn um at endurskoða skatta skipanina. Áki Bertholdsen Tað liggja stórar fyrimunir í eini kommunusamanlegging í Suðuroy. Tað var boðskapurin hjá Jóannes Eidesgaard, for­ manni Javnaðarfloksins, á landsfundinum í Trongisvági leygardagin. Á fundinum varð spurn­ ingurin reistur um, hví Fíggj­ armálaráðið ikki vildi játta Vágs Kommunu lán til ein barna garð og samstundis hevur spurningurin um eftir­ skúla ligið og spøkt rættiliga leingi. Røttu loysnirnar Men formaður javnaðarflok­ sins helt, at tað ræður um at síggja og velja tær røttu loysnirnar. Vágs Kommuna kann ikki fáa lán til nýggjan barnagarð, tí kommunuskuldin er so longu frammanundan so stór, at at hon er farin upp um ena álíkning, sum er tað mesta ein kommuna hevur loyvi at skuldabinda seg eftir lógini. Ístaðin mælti Jóannes Eidesgaard til at síggja fyri­ munirnar við eini saman­ legg ing. – At hugsa sær til: Tað eru tríggjar kommunur rundan um Vágsfjørð, bæði Sumbiar Kommuna, Vágs Kommuna og Porkeriskommuna. – Í Porkeri er ein skúli, har tað ganga gott 20 børn. – Tað er onki í vegin fyri, at Vágs Kommuna og Porkeris Kommuna tóku upp samstarv, so at skúlabørnini í Porkeri vórðu flutt til Vágs at ganga í skúla og so høvdu umstøður verið til at havt heimsins besta barnagarð í skúlanum í Porkeri. – Frástøðan frá heiminum í Vági til skúlan í Porkeri er munandi minni enn so nógv onnur foreldur hava at fáa børnini í barnagarð. Hann sipaði eisini til ætlanina at byggja nýggjan eftirskúla í Hvalba, har ein skúla bygningur fyri 80 milli­ ónir hevur verið nevndur. – Tað er ein øgiliga stór avbjóðing, sum tíðirnar eru nú. Hann vísti eisini á, at vit hava ein góðan skúlabygning í Sumba. – Kunnu vit hugsa okkum, at tey fáu skúlabørnini í Sumba, koyra tað lítla kor­ terið, tað tekur at koyra til Vágs, og ganga í skúla har, stendur ein góður skúla­ bygn ingur í Sumba tøkur til eftir skúla. Jóannes Eidesgaard segði, at hann nevndi hetta fyri at vísa tvey dømi um, hvussu stórir møguleikar liggja í eini kommunusamanlegging í Suðuroy. – Er dirvi, ryggur og vilji til at síggja møguleikarnar, skulu teir eisini vísa seg, legði hann afturat. Ikki semja Kirstin Strøm Bech, borgar­ stjóri í Vági sigur, at tað vísir seg sum um at nýskipanir eru svarið upp á allar trupul­ leikar. Men tá ið tað kemur til eina nýskipan á kommunu­ økinum, er veruleikin tann, at samgongan er als ikki samd um nakra nýskipan á kommunuøkinum. – Eg havi sjálv verið á fundi við umboð fyri landsstýrið og Løgting um eina framtíðar kommunuskipan og eg veit, at tað er als ikki semja um tað, segði borgarstjórin í Vági. Og hon spurdi um vit so heilt skulu halda upp at at byggja landið út, til sam­ gongan hevur funnið semju um framtíðina hjá komm­ unum. Kundu spart nógv við samanlegging FYRIMUNUR Hava suðuroyingar vilji og dirvi til at ásanna tað, eru nógvir fyrimunir í at leggja kommunurnar í Suðuroy saman HappINg Tað er lættasta sak av verðini at styggja fiskimenn av landinum, helt Henrik Old, fyrrverandi tingmaður Javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard heldur, at hava suðuroyingar vilji, rygg og dirvi til tað, eru fyrimunirnir stórir við eini kommunusamanlegging í Suðuroy Skúlin Porkeri hevði verið verðins besti barna garður – hjá vág­ bing um Jóannes eidesgaard DIRVI Og VILJa Skúlin í Sumba hevði verið fínur til eftirskúla Jóannes eidesgaard