Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Vilmund Jacobsen Uttanríkisráðið undir Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 1,37 miljónir krónur til tvær stórar verkætlanir í ávikavist Eysturtimor og El Salvador. Báðar hesar verkætlanir hava føroyska luttøku sum hevur við sær, at føroyingar ogna sær royndir og kunn­ leika innan altjóða menn­ ingarsamstarv, samstundis sum føroyskur serkunnleiki verður gagnnýttir uttan­ lands. Uttanríkisráðið sigur, at onnur verkætlanin er ein fiskivinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna og lýsa fiski vinnu­ møguleikar í Eysturtimor. – Partur av hesi verk­ ætl an er at seta í verk eina royndarætlan, sum skal økja um fiskivinnuna og inntøkugrundarlagið í tveim­ um sera fátækum lands­ lutum í landinum. Sambært Human Development Index er Eysturtimor millum tey allar fátækastu londini í heiminum. Tað er felagsskapurin Mercy Corps, sum stendur fyri hesi verkætlan. – Umframt at lata fíggj­ ar ligan stuðul, inniber sam­ starvið við Mercy Corps eis ini fakliga ráðgeving frá Havstovuni, sum skal sam­ starva við felagsskapin um at kanna og lýsa fiski vinnu­ møguleikarnar í Eystur­ timor, sigur uttanríkisráðið. Reint drekkivatn Hin verkætlanin, sum uttan ríkisráðið eisini stuðl­ ar, er í El Salvador og hevur til enda máls at geva íbúgv­ un um í La Paz­økinum, sum er sera tilafturskomið, betri atgongd til reint drekki­ vatn og at betra um kloakk­ viðurskiftini har. – Mett verður, at fleiri enn 2000 fólk fáa beinleiðis gagn av hesi verkætlan kom andi tvey árini, sigur uttan ríkisráðið. Tað er felagsskapurin Christian Aid, sum stendur fyri verkætlanini í samstarvi við lokalar felagsskapir í El Salvador. – Samstarvað verður eis­ ini við Reyðakross í Før oy­ um, og ætlanin er at senda eitt fólk hjá Reyðakrossi til El Salvador í eitt styttri tíðarskeið at luttaka í hesi verkætlan, sigur uttan­ ríkisráðið í morgun. vilmund@sosialurin.fo íbinding Havstovan lýsir fiski­ veiðimøgu­ leikar í Eysturtimor MENNING Uttanríkisráðið letur 1,37 miljónir krónur til tvær stórar verkætlanir í fjarskotnum londum. Í aðrari verkætlanini, sum er í Eysturtimor, fer Havstovan eisini at stuðla við at kanna og lýsa fiskivinnumøguleikar, sum landið hevur Umframt at lata fíggjarligan stuðul, fer Havstovan eisini at kanna og lýsa fiskivinnumøguleikarnar í Eysturtimor Mynd: Vilmund Jacobsen