mánadagur 15. november 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
12
Sosialurin
Kjak
Jógvan Arge
Formaður í mentamálanevndini í Havn
Nógv er at fegnast um á
fíggjarætlanini, sum Tórs
havnar býráð hevur samtykt
við fyrstu viðgerð. Eg fari ser
liga at nevna slíkt, sum menta
málanevndin varðar av.
Men fyrst havi eg hug at
siga, at tað var løgið gjára
morgunin at lesa støðuna
hjá minnilutanum til fíggjar
ætlanina 2011. Har vóru fleiri
misskiljingar ella snaringar,
tí í roynd og veru var lítið og
onki hjá minnilutanum at
koma eftir.
Víst er fíggjarætlanin 2011
minkað í mun til árið í ár, og
heilt fitt er gjørt burtur úr at
trimma hana, har trimmast
kann. Tó er ansað væl eftir
ikki at ganga ov nær á økjum,
har sparingar kunna koma
meinast aftur um brekku.
Gjøgnumgongdin
av
fíggjarpolitikkinum
hevur
eisini havt við sær, at íløgur
nar tilsamans eru minni enn
tær hava verið seinastu árini.
Eg hevði skilt minnilutan,
hevði hann havt at okkum
fyri at ætla at minka um
virksemið
í
kommununi
næsta ár.
Árini undan hevur hann
lagt dent á at finnast at, at
Tórshavnar kommuna hevur
tikið eitt sindur av láni til
neyðugar íløgur. Hesaferð er
fíggjarætlanin løgd soleiðis,
at lántøkan hjá kommununi
veksur ikki í árinum. Vit
verða standandi á 225 mió
krónum í láni.
Íløgur fluttar fram
Skula vit bara meta okkum
eftir tølunum á fíggjarætlan
ini 2011, so verður minni
virksemi. Men vit eiga eisini
hava í huga, at í hesum
árinum og onnur ár hevur
peningur verið settur av til
íløgur, sum ikki eru framdar.
Vit hava í 2010 hava havt
góðar 20 mió kr standandi
til røktarheimið á Boðanesi.
Hesin
peningur
er
ikki
brúktur, tí byggingin er ikki
farin í gongd. Pengarnir koma
nú í spæl saman við teimum
22 miónunum, sum standa á
íløguætlanini næsta ár.
Umvælingar og umbygg
ingar av ítróttahallunum á
Hálsi og í Hoyvík fyri umleið
10 mió krónur, sum hava
staðið á fíggjarætlanini 2010,
eru ikki framdar. Men tær
verða framdar í 2011 og fara
sjálvsagt at hava virksemi
við sær fyri byggivinnuna.
Fólkaskúli og
Musikkskúli
Við nýggju fíggjarætlanini
eru
møguleikar
at
gera
bæði stórar og smáar íløgur.
Skúlabyggingin á Argjahamri
stendur fyri teirri størstu
íløguni upp á 32 mió krónur.
Hetta er seinasta ratan av
eini megnaríløgu, sum verður
liðug í summar.
Bygt verður upp í Sankta
Frants Skúla og hann stend
ur við sløkum 9 mió kr á
íløguætlanini
2011.
Har
aftrat standa 23 mió kr til
umbyggingar og neyðugar
dagføringar á øðrum skúlum
á íløguætlanini, umframt tað,
sum verður játtað av rakstri.
4 mió krónur eru settar
av til nýggjan Musikkskúla.
Henda bygging hevur verið
undir
fyrireiking,
síðani
býráðið samtykti at játta
eina halva mió til tað. Tær 4
mió skulu brúkast til at pro
jektera Musikkskúlan, sum
verður bygdur í 2012 og 2013.
Hetta
mál
hevur
ov
leingi rikist sum tongul í
brimi. Ætlanin fekk breiða
undirtøku millum valevnini
til seinasta val. Tí er bæði
rætt og rímiligt at fremja hesa
ætlanina nú. Eisini til tess at
Tórshavnar Musikkskúli fær
ta viðurkenning, sum hann
hevur uppiborið.
Reinsaríið og
Kollafjørður
Talan er sum vant eisini um
fleiri smærri átøk á ment
anarøkinum. Eitt nú verða
Reinsarínum
í
Tórsgøtu
játtaðar 1,5 mió kr. Hendan
íløgan er ætlað til at inn
rætta niðastu hæddina til
mentanarendamál.
Reinsaríið
kann
ikki
verða standandi sum tað ger,
umvælt og snøggað uttan,
men
við
ongum
líkinda
innmati.
Vónandi
verður
hetta spælistaðið, sum so
mongum tónleikarum og
tónleikahugaðum
leingist
eftir. Tær ovaru hæddirnar
verða tiknar fyri komandi
árini.
Ítróttarhøllin í Kollafirði
stendur á íløguætlanini við
hálvari aðru mió krónum.
Hesir pengar eru ætlaðir til
at gera høllina lidna. Tað, sum
eftir er, er tann parturin, har
feløg og almenningur kunnu
koma saman um annað enn
akkurát at íðka ítrótt.
Vit kenna slík hølir frá
øðrum hallum og vita, hvussu
stóran týdning tey hava fyri
ungdóm og bygdalív sum
heild. Hvussu innihaldsligu
viðurskiftini verða skipað, er
ein spurningur, sum stendur
eftir at loysa.
Men tað er ongin loyni
dómur at hugsað verður eitt
nú um tilboð til ungdómin
a
la
Margarinfabrikkina
eins og í Nólsoy og í Hoyvík.
Somu ætlanir eru á Norðasta
Horni, sum ikki hevur nakað
serligt at skipaðum virksemi
fyri tey ungu í dag.
Skúlin í Kollafirði verður
endaliga
fíggjaður.
Har
hava einar 3 mió hingið
eftir í sambandi við ymsar
ósemjur, sum tóku seg upp.
Tað verður nú alt fingið frá
hondini. Í kortunum liggur
eisini, at farið verður undir
at fyrireika nýbygdan dag
stovn í Kollafirði, so teir
møguleikarnir eisini verða
dagførdir har.
Tórsvøllur og svimjing
Seinasta skotið á sjálvari
íløguætlanini eru 5 mió kr til
Tórsvøll. Møguleikin hevur
tikið seg upp at hampa og
fullføra Tórsvøll við góðari
fígging frá UEFA og FIFA.
Tey fyrstu stigini verða at
seta ljós upp, skifta grasið
um við graslíki og at tekja
onkur áskoðarapláss.
Hesi stigini tryggja, at
Tórsvøllur framvegis verður
okkara meginstadion. Eitt
endamál hjá UEFA og FIFA
er at fíggja umstøður til fót
bólt – eisini hjá okkum, men
nakað av eginfígging vilja
teir altíð hava uppií.
At bøta um møguleikarnar
fyri at svimja og spæla í vatni
hjá ungum sum gomlum
liggur í kortunum í eini ikki
so fjarari framtíð. Hetta
hevur alstóran týdning fyri
trivnaðin saman við øðrum
møguleikum, sum eru fingnir
til vega.
Virksemið í Havnar Svimji
felag er øgiligt. Drivið verður
á allar aldursflokkar, men
umstøðurnar til at umsita
hetta og hava eitt sindur av
felagslívi uppi á turrum eru
ikki góðar í svimjihøllini. Til
tess at bøta um tær, hevur
kommunan í hyggju at seta
neyðugan pening av eins og
til betri útbúnað í sjálvari
høllini.
Hetta vóru nakrar av
teimum nýggju ætlanum,
sum liggja í fíggjarætlanini
fyri Tórshavnar kommunu
næsta ár. Har er mangt
annað gott at frøast um, og
vit fara við góðum treysti inn
í nýggja árið.
Bæði stimbrandi og varin í 2011
Harry Jensen
Skúgvi
Rætting til útvarps
sendingina Álvaratos
Fríggjadagin 12. nov. lurtaði eg eftir
sendingini Álvaratos. Ikki nakað
óvanligt við tí, eg lurti eftir teimum
flestu.
Henda sendingin skuldi millum
annað
viðgera
áheitanina
frá
Skúvoyar kommunu um saman
legging við Havnina, tí var hon nakað
meir áhugaverd fyri okkum í Skúgvi.
Eg
havi
eftirhondini
verið
nakrar ferðir spurdur um ymiskt av
fjølmiðlafólki, tey hava altíð ringt
áðrenn og spurt, um eg vil siga
nakað, og sagt hvat tey ætla at spyrja
um. Á henda hátt veit man, hvat tey
vita, og kann so eisini rætta tað, sum
møguliga ikki er rætt, áðrenn tað
kemur alment út.
Tað, sum hendi í hesari sendingini,
ið Jákup Magnussen stendur fyri
var, at har bleiv sagt ymiskt, sum er
beinleiðis skeivt.
Tey søgdu, at vit bara vilja saman
við Tórshavnar kommunu, fyri at fáa
tey at gjalda alt møguligt, sum okkum
mangla í bygdini.
Tey nevndu millum annað: vatn
reinsiverk, sparkivøll og asfalt á
vegirnar.
Eg kann her upplýsa, at vit
fyri
fáum
árum
síðan
fingu
sparkivøll, seinasta summar varð
vatnreinsiverkið liðugt, í summar
blivu
vegirnir
inni
í
bygdini
asfalteraðir, og helvtin av trappunum
oman í fjøruna umvældar. Hin helvtin
verður gjørd næsta summar.
Eisini hava vit góða sløkkiútgerð
í bygdini.
Eitt annað, sum ikki er komið fram,
er at Stóra Dímun hoyrir til Skúvoyar
kommunu. Stóra Dímun hevur eisini
vatnreinsiverk.
Vit skilda onki, so tað er heldur
ikki fyri, at fáa onnur at gjalda gamla
skuld fyri okkum.
Vit eru í gongd við eini ætlan um
kloakkirnar, so tað rokna vit eisini
við at fáa í ordan.
Tað er sera vánaligt av Jákupi
Magnussen at velja hatta til evni í
sendingini, og ikki seta seg so mikið
inn í tað, at hann veit, hvussu støðan
er í kommununi.
Eg haldi Jákup Magnussen skyldar
okkum at taka hetta upp aftur í næstu
sending, um ikki annað so mikið, at
hann rættar hasi ósannindi.