Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Bøkur Í Oyggjablaðnum mikudagin seta vit fokus á bøkur og útgávu av bókmentum. Í hesum blaðnum kanst tú millum annað lesa hetta: • Fleiri rithøvundar á sama arbeiðsplássi • Hesar bøkurnar koma út í ár • Bókmentir fyri dummies Alt hetta og meiri aftrat verður at lesa í blaðnum, sum kemur út seinnapartin mikudagin. Hví sovnaði heim bygdin, Gjógv? Soleiðis skrivar tú eina bók Hvørt fríkorter á bókasavninum Tað er skakandi at skriva Tíðindaskriv Hoyringin er fyriskipað í samstarvi við danska uttan­ ríkisráðið, og endamálið er, at borgarar og áhugabólkar kunnu fáa høvi at sig sína hugsan um mannarættindi í Føroyum. Hoyringin verður hildin, tí at Føroyar, Danmark og Grønland hin 2. mai 2011 fyri fyrstu ferð skulu fyri ST Mannarættindaráðið í sam­ band við tilgongdina Uni­ versal Periodic Review (UPR). Hetta er ein nýggj tilgongd, har øll ST limalond skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta støðuna viðvíkjandi mannarættindum. Enda mál­ ið er at tryggja, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi bæði í lóg og í verki. Í hesum sambandi skal danska stjórnin sam an við grønlendska og før oyska landsstýrinum rita eina frágreiðing, ið lýsir støðuna viðvíkjandi manna rætt ind­ um. Dentur verður lagdur á, at frágreiðingin er tilevnað við støði í eini almennari hoyr­ ingstilgongd við virknari luttøku frá sivilsamfelagnum. Danska stjórnin hevur í samstarvi við Institut for Menneskerettigheder í sep­ tember mánaði skipað fyri almennum hoyringum í År­ hus og í Keypmannahavn, har sum borgarar, áhuga­ bólkar (NGO’ar) og onnur kundu koma við íkøstum til frágreiðingina. Hin 25. oktober var almenn hoyring í Katuaq í Grønlandi og hin 17. november verður almenn hoyring í Føroyum. Jørgen Niclasen, uttan rík­ isráðharri, setur hoyringina. Umboð úr danska Uttan­ ríkis ráðnum greiða frá UPR tilgongdini, og umboð fyri Uttanríkisráðið fer síðan at greiða frá, hvussu føroyski parturin av frágreiðingini er skipaður. Eftir stutta inngangin er ætlanin, at fundarfólkið fær høvi at koma til orðanna við egnari meting av, hvussu støð an er viðvíkjandi manna­ rættindum í Føroyum og av teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman. Tað, sum fundarfólkið førir fram undir hoyringini, verður nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST. – Øll eru hjartaliga væl­ komin til almennu hoyringina um mannarættindi, sum verð ur mikukvøldið 17. no­ vemb er frá kl. 19.30 til 21.30 í Miðlahúsinum, sigur Uttan­ ríkisráðið. Jan Müller Felagsskapurin hevur stevnt ongum minni enn bretsku stjórnini og vil hava hana at steðga boring til havs í kjalarvørrinum á óhappinum í Meksikanska flógvanum. Endamálið hjá sakfør ar­ unum hjá Greenpeace er at fáa Hægstarætt (Royal Courts of Justice) at stegða stjórnini at lata loyvini í nýggjasta út bjóðingarumfarinum at bora á djúpum vatni, til or­ søkirnar til óhappið í Meksi­ ko flógvanum eru kannaðar til botns. Hetta skrivar Shet land News, sum veit at siga, at ein hoyring um málið verður í næstum. Um átakið hjá Greenpeace fær viðhald í rættinum, so fer tað at steðga meira enn 20 olju framleiðsluloyvum og kann eisini koma at steðga framtíðar útbjóðingum. Før oyska oljufelagið Faroe Petrol eum, Statoil, DONG og OMV, sum øll eru sera virkin á føroyska landgrunninum, eru millum feløgini, sum hava fingið tillutað leitiloyvi í seinastu útbjóðingini vestan fyri Hetland. Sakførararnir hjá Green­ peace vísa á, at leitiloyvini liggja tætt upp at økjum, sum eru umhvørvisliga viðkvom, har hvalur og delfinar hoyra til og sum eru vard sambært lógini. Stjórnin kann ikki vera vís í, í kjalarvørrinum á BP vanlukkuni, at boring í hesum økjum ikki kann skaða umhvørvið, og kann tí heldur ikki lata loyvini fyrr enn ein umfatandi um­ hvørviskanning er gjørd, sum lógin eisini krevur sigur Greenpeace. Felagsskapurin sigur, at stríðið í Hægstarætti fer heilt vist at fáa klokkurnar at ringja í oljuídnaðinum. Green peace hevur áður megn að at steðga oljuboring júst í hesum økinum, og tað var í 1999. Stjórin í Greenpeace, John Sauven sigur: – Tað letur til, at stjórnin letur út oljuloyvi til høgru og vinstru sum um eingin vanlukka hevði verið í Meksikoflógvanum yvirhøvur. Og tað má hon gevast við. Oljuvinnan borar í meira váða­ og vandafullum økjum í bretskum sjógvi, har oljudálking kann gerast ein vanlukka fyri djóralívið. Tað er tí, at vit nú fara við stjórnini til Hægstarætt. Eitt óhapp vestan fyri Hetland fer at gera tað nógv torførari at rudda upp orsakað av oftani ringa veðrinum í øki­ num og tað verður eisini nógv torførari at sleppa av við oljuna í kalda sjógvinum, sum tí fer at hava nógv álv­ arsligari avleiðingar fyri djóra lívið enn í Meksikanska flógvanum. Vit hava spurt stjóran í Faroe Petroleum, Gra ham Stewart, hvørjar avleið ingar ein møgulig avgerð í Hægstarætti at steðga framtíðar boringum fer at fáa fyri felagið. –Eg havi onga viðmerking til hetta í løtuni er stutta svarið. jan@sosialurin.fo Almenn hoyring um manna- rættindi í Føroyum MANNARÆTTINDI Uttanríkisráðið skipar fyri almennari hoyring um mannarættindi mikukvøldið hin 17. november kl. 19.30-21.30 í Miðlahúsinum. Greenpeace í Hægsta- rætt at steðga boring HÆGSTIRÆTTuR Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er nú farin í Hægstarætt í London fyri at steðga boring á djúpum vatni. Stena Carron borar í løtuni ein brunn vestan fyri Hetland, nevndur Lagavullin, har eisini Faroe Petroleum er partnari. Chevron er fyrsitøðufelag. Brunnurin verður boraður einar 50 kilometrar frá føroyska markinum.