mánadagur 15. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
14
Sosialurin
Kjak
Niels á Reynatúgvu
Vegna Samstarv
Uppleggið frá Fíggjarmála
ráðnum
hesaferð
hevur
verið, at eingin lønarhækkan
skal verða innan fyri tað
almenna.
Tvs.
at
longu
áðrenn partarnir settu seg
við
samráðingarborðið
høvdu politikarar verið úti
í miðlunum, og proklamera
null lønarhækkan. Hettar
er óseriøst av politikarum,
og eitt beinleiðis álop á
okkara samráðingarrætt. Vit
selja okkara arbeiðskraft til
arbeiðsgevaran, og treytirnar
fyri hesi sølu verða ásettar
við samráðingum, sum fara
fram hvørja ferð sáttmálin
gongur út.
Ein fíggjarlóg skal gerast
og samtykkjast á hvørjum
ári. Fakfeløgini eru til sam
ráðingar næstan hvørt ár,
og har verður aldrin rokna
við at fáa ein verri sáttmála
enn tann verandi. Tí er tað
eyðsýnt, at Fíggjarmálaráðið
skal leggja upp fyri lønar
hækkan til tey alment settu
á hvørjum ári.
At
melda
út
undan
samráðingunum, at eingir
pengar eru til lønarhækkan
er óseriøst, og vísur, at onkrir
politikarar
hava
misskilt
samanhangin millum sátt
málasamráðingar og fíggj
arlógarsmíð. At hótta við
uppsagnum
grundaðar
á
krøv um lønarhækking er
eisini óseriøst. Adressan er
skeiv á hesum úttalilsi, tí tað
eru ikki fakfeløgini sum seta
ella koyra fólk. Okkara upp
gáva er at samráðast um so
góð kor fyri okkara limir, sum
yvirhøvur gjørligt. Hesum
veit
Fíggjarmálaráðið
av,
og tí, enn einaferð, noyðast
tey at leggja upp fyri lønar
hækkingum hvørt ár. Hettar
tí at keypiorkan minkar um
lønin stendur í stað, og alt
annað gerst dýrari.
Samgongan hevur arbeitt
hart við at royna at bjarga
landskassanum og hevur
fingið
løgtingið
at
taka
undir við sær. Hallið er ov
stórt, so sparingar og nýggj
avgjøld skulu til fyri at
venda gongdini. Hettar er í
hvussu so er pástandurin hjá
politikarunum. Hesi tiltøk
raka okkum øll beinleiðis.
Vóru Føroyar dýrar at liva
í áðrenn, so verður hvana
verri nú. Og tá politikarar
so samstundis vænta null
vøkstur í almennu lønunum,
so hava vit jú eitt real
lønarfall. Tað góðtaka vit
undir ongum umstøðum og
fara vit at berjast ímóti av
øllum alvi.
Í frágreiðingini til fíggjar
lógina síggja vit, at aftaná
kreppuna, sum rakti allan
heimin í 2008, er nú vend
við at koma í. Búskapurin
hitnar spakuliga, og sam
felagshjólini mala eitt sindur
skjótari. Tað viðførur eisini
øktar inntøkur. Bæði til
einstaklingin og til okkara
kæra landskassa.
Eftir rak ár koma feit ár
og tað er hetta, ið hendir nú.
Um ikki feit enn, so síggjast
batar í hvørjum.
Búskaparfrøðingurin
Hermann Oskarsson hevur í
nýggjastu grein sínari víst á,
at ætlanin hjá samgonguni
er púra burturvið. Vit nýtast
als ikki at óttast hettar
hallið í landskassanum, tí
tað hvørvur uttan iva av sær
sjálvum aftur, tá tíðirnar
batna aftur. Vit arbeiða
okkum snøgt sagt úr aftur
kreppuni. Og tað er júst tað,
sum vit fara í gongd við nú.
Ístaðin fyri at leggja
dempara á alt samfelagið
við øktum avgjøldum og
manglandi lønarvøkstri, so
átti samgongan heldur at
koyrt á, og roynt at fingið ferð
aftur á búskapin. Arbeiðandi
fjøldin skal frammanundan
av við skatt, mvg og avgjøld
av øllum handa slag, so
landskassin fer ongan veg,
og fyllist nokk aftur, uttan
at hesi verða hækkað.
Vit í Almenna Fakfelags
samstarvinum vilja hevja
okkara rætt til at samráðast
við vissu um góð úrslit.
Vit krevja nakað og vit fáa
nakað.
Samráðingar, sparingar og útlit
Tvær misskiljingar!
So stutt kann mann lýsa
eitt lesarabræv, sum Annfinn
Brekkstein, býráðslimur fyri
Sambandsflokkin, hevur í
fjølmiðlunum í dag, hósdagin
11. nov.
Spurningurin
er,
um
býráðslimurin misskilir við
vilja ella ikki. Tað skal eg lata
liggja. Tó er neyðugt at greiða
tey bæði høvuðspunktini,
sum Annfinn Brekkstein í
sínum teksti misskilir.
Hóskandi lántøka
Fyrra misskiljingin gongur
uppá, at Tórshavnar Komm
una skal hava “tyngjandi
lántøkur”. Tað rætta er, at
Tórshavnar Kommuna hevur
eina hóskandi lántøku, ið
er lítil í mun til fíggjarligu
orkuna hjá kommununi. Í
veruleikanum er skuldin eina
kvarta álíkning. Markið fyri
lántøku uttan serligt loyvi
frá Fíggjarmálaráðnum er,
sum
Annfinn
Brekkstein
veit, ein heil álíkning.
Higartil hevur kommunan
tikið 173 mió. kr. í láni. Láni
byrðan er ikki økt meira enn
tað liggur í kortunum fyri
2010, og soleiðis verður saml
aða skuldin í mesta lagi uml.
225 mió. kr. við árslok í ár.
So
er
spurningurin:
hvussu stór verður skuldin
eitt ár seinni, tvs. við árslok
2011? Jú, hon verður neyvt
tann sama, nevniliga í mesta
lagi 225 mió. kr.
Í fíggjarætlanini fyri 2011
verða 11,3 mió. kr. goldnar í
rentum. Avdráttir á 17,8 mió.
kr. verða umfíggjaðir, men
tað ávirkar ikki skuldina.
Hon fer jú ikki upp um 225
mió. kr.
At siga, at kommunan
hevur “tyngjandi lántøkur”
er at skjóta langt við síðuna
av. Skuldin økist ikki meira,
enn lagt er upp til í Fíggjar
ætlanini fyri 2010.
Støðug
langtíðatíløguætlan
Seinna
misskiljingin
hjá
Annfinni Brekkstein gongur
uppá, at ongin langtíðar
íløguætlan skal vera fyri
Tórshavnar Kommunu. Tað
rætta er, at tað fyriliggur ein
langtíðar íløguætlan.
Í sambandi við arbeiðið
við fíggjarætlanum liggur
sjálvsagt ein íløguætlan sum
grundarlag, og henda ætlan
strekkir seg yvir fleiri ár.
Til dømis fylgir útbyggingin
av eldra og skúlaøkinum
eins og kloakætlanin einari
langtíðar íløguætlan.
Skattaprosent
og -hækking
Afturat teimum báðum mis
skiljingunum hjá Annfinni
Brekkstein omanfyri, hevur
hann eitt sjónarmið um
skattahækkingar.
Her
er
eisini neyðugt við einari
rættleiðing.
Eitt hitt fremsta málið
hjá Tórshavnar Kommunu
er at nøkta tørvin á ellis
og røktarheimsplássum í
Suðurstreymoy, sum er eitt
øki, landið hevur forsømt.
Býráðið hevur sett sær
fyri at byggja røktarheim
til 64 fólk yviri við Strond.
Spakin verður settur í í
hesum
árinum.
Henda
íløga kemur aftur at øðrum
íløgum hjá kommununi, sum
longu eru í gond, serliga á
skúlaøkinum. Tí hevur verið
neyðugt at hækka skattin,
við einum prosenti, so fígging
er til hesa serstøku íløgu í
eldraøkið – væl at merkja
uttan at taka lán!
Kanska
andstøðan
í
býráðnum hevði viljað verið
røktarheimið
fyri
uttan,
men tað vilja borgarar í
Tórshavnar Kommunu neyv
an, tí tørvurin er stórur. Tí
hækkaði skatturin eitt pro
sent í ár, og stórt forstáilsi
hevur verið fyri tí millum
okkara borgarar.
Harumframt er greitt, at í
2006 yvirtóku kommunurnar
rakstraruppgávur
frá
landinum. Hetta fór fram á
ein skipaðan hátt, har ábyrgd
og avgerðarrættur fylgdust.
Hetta kunnu vit frøast um.
Talan er um barnaverndar
økið og stuðulsfólkaskipanina
fyri børn, sum kostaðu á
leið 24 mió. kr. ella uml. eitt
skattaprosent, ið kommunu
skatturin hækkaði við, og
sum landsskatturin lækkaði
við. Sostatt øktist skatta
trýstið ikki av teirri orsøk.
Annfinn Brekkstein kann
sova púra róliga hvørja nátt,
tí okkara fíggjarætlan og
arbeiðið við henni er væl
skipað.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Okkara fíggjarætlan er væl skipað
Ongin orsøk er hjá Annfinni Brekkstein, býðráðslimi, at stúra fyri fíggjarætlanini hjá Tórshavnar
Kommunu fyri 2011. Íløguætlanin hevur langt sikti, og kommunan økir ikki um skuld sína næsta ár