mánadagur 15. november 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Vit hava
eitt nóg stórt
inntøku
grundarlag
til at flyta
felagið
frameftir í
løtuni
DaviD Fairclough
Tað er
ongantíð
stuttligt at
siga venj arar
úr starvi
Niels Peter Bech
Vit vilja
gjarna spæla
høgt uppi á
vøllinum, og
spæla tann
fótbóltin,
sum áskoð
arnir dáma
at hyggja
eftir
heðiN askham
hilmar Jan hansen
Milan Kuljic hevur verið rættiliga
drúgvur í føroyskum fótbólti. Hann
kom til VB í 1998, og hevur síðani –
burtursæð frá smávegis steðgum –
spælt fótbólt í Føroyum, tey seinnu
árini við HB. Men eftir at hava
vunnið annað meistaraheitið á rað
við HB, skiftir hann nú til AB, sum
komandi ár skal spæla í næstbestu
deildini.
– Eg vildi sera gjarna royna
nakað nýtt, og fyri meg er AB
akkurát tað rætta júst nú. Næsta
summar fái eg prógv sum A-venjari,
so tí verður tað gott hjá mær at
hava fleiri venjarauppgávur í
einum felag sum AB, segði Milan
Kuljic, eftir at hann leygardagin
hevði skrivað undir ein sáttmála
fyri næstu tvey árini.
– At eg sum spælari flyti eina
deild niður, hevur ikki so nógv at
siga. Eg eri 34 ára gamal, men væl
fyri, og eg haldi eisini, at eg kann
geva AB nakað sum spælari. Men
tað er eisini ótrúliga spennandi at
fáa ein nýggjan leiklut, har venj-
ingin fyllir meira.
Argjamenn fegnir
Argjamenn eru eisini fegnir um at
fáa Milan Kuljic út á Argir komandi
tvey árini, har hann hjálpa Sámal
Erik Hentze við venjingini av
fyrsta liðnum og sjálvur spæla við,
umframt at taka sær av ung dóms-
venjingini.
– Fyri okkum hevði tað sera
nógv at siga, at vit fingu ein góðan
ungdómsvenjara, tí tað hava vit
raðfest sera frammarlaga. Vit
eiga nógvar og góðar spælarar,
sum eru á veg, so eru vit sera glað
fyri, at Milan kann taka eina hond
í hjá okkum næstu tvey árini,
sigur for maðurin í AB, Andrass
Drangastein
– Tað er heldur eingin loyna, at
vit hava sum mál, at besta manslið
okkara ikki skal dvølja meira enn
hetta eina árið í næstbestu deildini.
So, umframt at Milan kann hjálpa
okkum við komandi ættarliðnum,
ger tað tað ikki verri, um hann
eisini kann hjálpa okkum til eina
skjóta uppflyting.
hilmarjan@sosialurin.fo
Milan Kuljic skal hjálpa AB
»Spælararnir úr Team Klaksvík hava enn nógv at læra, og
tað sæst tíðuliga, at liðið ikki enn megnar leikferðini í bestu
deildini, og tað, at málverjarnir og verjurnar eru betur.«
www.neistin.fo
»Verjan stóð seg minni væl. Alt ov ofta sluppu kollfirðin-
gar ígjøgnum verjuna við einføldum fintum ella við at spæla
Gert Hansen á strikuni frían. Erlendur og Magnus høvdu tí
ongan lættan dyst í málinum.«
www.kyndil.fo
»Ársins venjari bleiv Birnir Haukson, sum hevur verið venjari
hjá Skála. Hann tók yvir eftir Ingun Hansen, ið valdi at fara
til Víking. Hann hevur gjørt eitt gott arbeiði á Skála, har liðið
spældi seg fram til steypafinaluna, har tær máttu lúta fyri KÍ.«
www.kvinnufotbolt.com
Miðlarnir skriva...
Nýggi spælarin, hjálpar- og ungdómsvenjarin hjá AB, Milan Kuljic, saman við AB-formanninum,
Andrass Drangastein, eftir at tvey ára sáttmálin var undirskrivaður leygardagin
Mynd: Terji S. Johansen
Fótbóltur Næstu tvey árini skal serbiski miðvallarin vera ungdómsvenjari hjá
AB, samstundis sum hann skal spæla við besta liðnum og vera hjálparvenjari
MIlAN ArGJAMAÐur
FC Suðuroy
skiftir venjara
Jón Pauli Olsen verður ikki venjari hjá FC Suðuroy í 2011.
Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. Besta liðið flutti
niður úr Vodafonedeildini í ár. Tað var eisini Jón Pauli
Olsen, sum stóð á odda fyri liðnum, sum flutti upp í bestu
deildina í 2009. – FC Suðuroy takkar Jón Paula fyri gott
arbeiði og gott samstarv, skrivar heimasíðan.