mánadagur 15. november 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 15. november · Nr. 159
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Av persónligum ávum noyddist Brian Kerr at flúgva
heim til Dublin í Írlandi í gjár. John McDonald,
hjálparvenjari á føroyska fótbóltslandsliðnum,
hevur ábygdina av venjingunum hjá landsliðnum í
dag. Eftir at vera komnir til Skotlands og hava vant
sunnudagin, noyddist Brian Kerr av persónligum
ávum at fara aftur til Dublin í Írlandi. Brian
Kerr vónar, at hann fær verið aftur í Skotlandi í
morginárini, soleiðis at hann fær leitt venjingina
undan sjálvum dystinum. Men inn til ta tíð er tað
John McDonald, sum hevur høvuðsábyrgdina og
skipar fyri.
rolant@sosialurin.fo
McDonald tekur sær av venjingini
Rólant Waag Dam
Atli Gregersen sær av sonnum ein
stóran møguleika í landsdystinum
í móti Skotlandi. Ikki er tað einans
ein kærkomin møguleiki at fáa
nakað av tiltrongdari dystarvenjing,
men tað er eisini ein av hansara eftir
hondini rættiliga fáu møguleikum
at vísa, hvør dugur er í honum.
Venjingdardysturin hjá fótbólts
landsliðnum í móti Skotlandi er
eis ini av sera stórum týdningi
hjá Atla Gregersen, tí hann hevur
fingið nýggjan venjara, eftir at
gamli
høvuðsvenjarin,
Derek
Adams, er vorðin hjálparvenjari hjá
Hibernians.
Nýggi venjarin, sum enn bara
er ein fyribilsloysn, er fyrrverandi
hjálparvenjarin í felagnum, Craig
Brwester. Hann og Atli Gregersen
hava alla tíðina funnið væl útav
tí, so við venjaraskiftinum sær Atli
Gregersen brádliga fleiri møgu
leikar í landsdystinum í móti
Skotlandi.
– Ein próvtøka verður tað hjá
mær, eingin ivi um tað. Við venj
araskiftinum opnast allir møgu
leikar aftur, og næsta tíðin verður
sera spennandi, tí hetta kann broyta
heilt nógv, sigur Atli Gregersen úr
Skotlandi.
Venjaraskiftið er so mikið nýtt,
at Craig Brewster valdi at nýta
somu leikararnar sum Derek Adams
gjørdi, tá Ross County spældi í
gjár. Við øðrum orðum spældi Atli
Gregersen heldur ikki í gjár.
– Men eg havi tosað við venj ara
num, sum kemur at hyggja í morgin.
Hann hevur sagt við meg, at spæli
eg gott við landsliðnum nú, so spæli
eg fyri Ross County um vikuskiftið.
Sjálvandi skal tað eisini takast við
einum fyrivarni, men eg síggi heilt
víst ein møguleika í hesum, sigur
Atli Gregersen bjartskygdur.
Landsdysturin er
møguleikin hjá øllum
Eins og Brian Kerr vísir á, so heldur
Atli Gregersen eisini, at lands
dysturin ein fínur møguleiki hjá
leikarunum at vísa seg fram í.
– Hetta er ikki bara mín møgu
leiki at sannføra mín venjara, men
hetta er ein sýnisgluggi hjá øllum
leikarunum. Dysturin verður eisini
vístur á Sky, so tað eru sera nógv
fólk, sum koma at síggja okkum
spæla, greiðir Atli Gregersen frá.
Tí, sigur hann eisini, at lands
dysturin er nógv meira enn bara
ein venjingardystur. – Nú er ein
lands dystur ongantíð bara ein
lands dystur, men undir venjingini
í gjár merkti eg væl, at tað stendur
nógv upp á spæl og leikararnir eru
spentir, sigur Atli Gregersen.
Nógv fokus á Atla
Av tí, at Atli Gregersen sum tann
einasti
føroyingurin
spælir
í
skotskum fótbólti, hava fjøl miðl
arnir í Skotlandi stóran áhuga í
hon um um dagarnar.
– Eg havi tosað við fleiri ymsar
fjølmiðlar, so tað er nógv fokus
kring mín persón nú. Teir spyrja
nógv til Føroyar og hvat føroyskur
fót bóltur er fyri nakað. Teir eru
eisini ógvuliga áhugaðir í Brian
Kerr, so hetta hava verið nakrir
hek tiskir dagar, men tað passar
mær fínt.
Skotar eru eisini sum heild
áhugaðir í Føroyum. Ikki minst tí,
at vit hava spælt í móti hvørjum
øðrum so ofta fyrr, og at Føroyar
eisini hava fingið eitt gott úrslit í
móti teimum, sigur Atli Gregersen.
Atli Gregersen sigur somuleiðis,
at skotar taka dystin í ógvuliga
stórum álvara og síggja fram til í
annaðkvøld.
rolant@sosialurin.fo
Atli skal
til próvtøku
Fótbóltur Atli Gregersen, sum spælir í Skotlandi, skal
av álvara til próvtøku, tá landsliðið fer á vøllin í móti
júst Skotlandi í Aberdeen í annaðkvøld. Gøtumaðurin
hevur eisini alt at spæla fyri, tí hann hevur fingið nýggjan
venjara, sum telist millum áskoðararnar til landsdystin
Savnsmynd
Átta útisetar
á landsliðnum
Høgri bakkurin, Jónas Tór Næs, er nú ein
av útisetunum á landsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Útiseti
Fótbóltur Tá tríggir ungir
føroyingar eftir kappingarárið valdu
at skifta føroysku feløg síni út við
íslendskan fótbólt, øktist talið av
útisetunum á landsliðnum munandi
Rólant Waag Dam
Ofta hevur verið ført fram, at
talið av leikarum, sum spæla
uttanfyri Føroyar, er alt ov
lítið á landsliðnum. Men síðani
lands liðið
seinast
spældi,
eru tríggir leikarar, sum áður
spældu í Føroyum, farnir út um
land oddarnar at royna seg.
Christian
R.
Mouritsen,
Jónas
Þór
Næs
og
Pól
Jóhannus Justinussen hava
allir skift til íslendska Val, har
Kristján
Guðmundsson,
ið
stóð á odda fyri HB fyrr í ár, er
venjari. Umframt teir tríggj ar í
Íslandi, telur føroyska fótbólts
landsliðið eisini leikarar í
Onglandi, har Jóan Símun
Edmundsson í Newcastle og
Gunnar Nielsen í Tranmere
Rovers spæla. Í Skotlandi
hava vit Atla Gregersen í Ross
County, í Noreg er Rógvi Bald
vinsson í Ålgård og í Danmark
spælir Christian Lamhauge
Holst.
rolant@sosialurin.fo
Landsliðsleikararnir,
sum spæla uttanfyri Føroyar:
Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Atli Gregersen, Ross County
Christian L. Holst, Silkeborg
Rógvi Baldvinsson Ålgård,
Gunnar Nielsen, Tranmere Rovers
Christian R. Mouritsen, Valur
Jónas Þór Næs, Valur
Pól Jóhannus Justinussen, Valur