Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. november · Nr. 159 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 SÍ 5 5 0 15 4 11 10 2 Fleyr 5 4 1 14 7 7 8 3 Mjølnir 5 3 2 12 7 5 6 4 ÍF 4 2 2 6 7 -1 4 5 TB 5 2 3 9 13 -4 4 6 KÍF 5 2 3 8 12 -4 4 7 Dráttur 4 1 3 7 10 -3 2 8 Ternan 5 0 5 4 15 -11 0 Fleyr - Mjølnir 3-2 (17-25, 25-18, 17-25, 25-19, 15-11) ÍF - Ternan 3-0 (25-19, 25-21, 25-23) SÍ - TB 3-1 (24-26, 25-23, 25-19, 25-20) KÍF - Dráttur 1-3 (27-29, 25-22, 17-25, 24-26) Hilmar Jan Hansen Bæði Fleyr og Mjølnir teljast millum liðini, ið liggja framvið at koppa SÍ av trúnini, men undan dystinum í Gundadalshøllini leygardagin var greitt, at bara annað teirra kundi gera tað. Og sigast skal, at bæði gjørdu sítt allarbesta fyri at vinna dystin! Tey fyrstu fýra settini vóru at líkna við massakrur, har liðini skiftust um at hølva hvørt annað av. Mjølnir legði fyri, síðani Fleyr, so aftur Mjølnir og so eina ferð aftrat Fleyr – til tað stóð greitt, at alt skuldi avgerast við einum fimta setti. Áskoðararnir høvdu so sanniliga heldur ikki kett seg, áðrenn tað kom so langt sum til fimta sett, tí bæði Fleyr og Mjølnir – upp á skift, tó – høvdu víst sínar bestu álopssíður fram. Spælt varð við fullari ferð, og í álopinum var eyðkent fyri báðar partar, at spælararnir tordu at sláa ígjøgnum. Sjálvt um tey fýra settini vóru ójøvn, var talan um varierað álops­ spæl, og tað vísti seg, at tað liðið, sum fekk álop í lag, eisini vann álopini. Í fimta setti skuldi so alt av­ gerast, men her vísti Fleyr seg at røkka longur. Nokk so skjótt fóru kvinnurnar úr Havn einar fýra bóltar framum, og tá fleiri blokad ur riggaðu væl, umframt at fleiri servur vóru so mikið góðar, at Mjølnir ikki fekk nakað álop í gongd, gjørdist tað altso Fleyr, ið megnaði at revsa mótstøðuliðið í seinastu bóltunum. Hetta merkir, at nú trý tey ovastu liðini hava spælt fimm dystir, er Fleyr bara tvey stig aftan fyri SÍ, meðan Mjølnir hevur fýra stig upp til oddasessin. Enn er tó nógv eftir at spæla um, so hetta kann eisini skifta, men í øllum førum kunnu vit vænta okkum, at hesi trý liðini fara at vera drúgv. hilmarjan@sosialurin.fo Endaleyst álopsspæl Flogbóltur Tað var ikki keðiligt, tá Fleyr og Mjølnir møttust leygardagin, tí bæði liðini skiftust um at herja á við álopsspæli. Tíverri fyri Mjølnir, átti Fleyr tørn í fimta setti Hilmar Jan Hansen Í tveimum av sínum fyrstu trim um dystum var Dráttur sera nær við, tí bæði ímóti Fleyr og TB skuldu fimm sett til, áðr enn Dráttur mátti lúta. Men nú kvinnurnar úr Vágum vóru í Kollafirði leygardagin, bragd aði hjá teimum. At KÍF ikki vildi lata nakað frá sær uttan svørðslag, sást longu í fyrsta setti, ið mátti væl upp um tey 25 stigini, áðrenn Dráttur fekk tikið settið við at vinna 29­27. KÍF, sum undan hesum hevði vunnið tveir teir síðstu dystirnar ímóti TB og Ternuni, svaraði tó aftur og vann annað sett. Í triðja setti hevði Dráttur munin væl og virðiliga, og hóast KÍF kom nógv betur við í triðja setti, ið var sera javnt til tað síðsta, gjørdist heimaliðið ov stutt og mátti boyggja seg. Sostatt fekk Dráttur fyrsta sig ur in og fyrstu tvey stigini í posan. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Hóast Ternan nærkaðist ÍF fyri hvørt settið, ið gekk, so vóru kvinnurnar av Toftum ongantíð ordiliga nær við at taka eitt sett á Kambsdali fríggjakvøldið. Hóast dysturin var nokk so javnur, hevði ÍF munin frá byrjan til enda. Undantakið var kanska triðja sett, tá Ternan fylgdi við nakað longur enn í hinum báðum undanfarnu settunum. Men tað var kortini ikki nóg mikið til at hótta vertirnar, ið heldur ikki spældu upp til sítt besta. Ferðin á spælinum var ikki tann nógva, og ikki var sørt av persónligum feilum heldur. Sostatt er ÍF tað fremsta av teimum trimum liðunum, ið hanga í miðjuni við fýra stigum í part. Ternan hevur vunnið tilsamans fýra sett í sínum fyrstu fimm dystum, men enn eigur liðið fyrstu stigini á. Dráttur dró longra stráið Flogbóltur Í fyrsta og fjórða setti stóð eitt sindur á, men Dráttur fekk stigini við sær úr Kollafirði ÍF hevði munin Flogbóltur Hóast dysturin á Kambsdali fríggjakvøldið var nokk so javnur til tíðir, hevði ÍF kortini munin á Ternuni Hilmar Jan Hansen Byrjanin hjá TB­kvinnunum hevur ikki verið tann besta, og ein orsøk til tað hevur nokk verið, at liðið ikki er líka sterkt, sum tað var í fjør, tá tað rakk til FM­finalurnar. Tí var sum so einki óvæntað í tí, at SÍ vann á TB í Sørvági leygardagin. Men at TB byrjaði dystin betur, mundi taka SÍ eitt sindur á bóli, hóast tað hevði sína góðu orsøk. Til henda dystin vóru nevniliga bæði Sólvá Dimon og Katrin Petersen við, og tað er fyrstu ferð hetta kappingarárið, at tær styrkja um TB­ liðið í einum landskappingardysti. Styrkurin sá út til at muna bein­ anvegin, tí TB vann fyrsta settið, og í øðrum setti var munurin púrt eingin, men SÍ fór avstað við tí. Kortini kom SÍ munandi meira fyri seg í øðrum setti, og tá tað so kom til tey bæði síðstu, spældu kvinnurnar í Sørvági við fullari skrúvu, so TB einki fekk gjørt teimum. SÍ hevur vunnið allar sínar dystir higartil, og hóast avbjóðararnir eru fleiri í tali, sær í fyrsta umfari út til, at SÍ er á veg í steypafinaluna, nú fyrsti triðingurin av landskappingin skjótt er farin at halla. TB hevur hinvegin ikki somu styrki sum í fjør, men eingin orsøk er heldur til at gloyma, at byrjanin tá heldur ikki var tann allarbesta. Flogbóltur Hóast bæði Sólvá Dimon og Katrin Petersen vóru við hjá TB, munaði tað ikki nóg væl, og SÍ er framvegis ósigrað sum oddalið hjá kvinnum Styrkta TB mátti lúta Mynd: Álvur Haraldsen