mánadagur 15. november 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 15. november · Nr. 159
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
6
5
1
15
5
10
10
2 SÍ
5
4
1
14
3
11
8
3 Mjølnir
5
3
2
9
7
2
6
4 Fleyr
6
2
4
8
14
-6
4
5 TB
6
0
6
1
18
-17
0
SÍ flongdi Fleyr
Hilmar Jan Hansen
Tað var bókstaviliga toppur og
botnur, sum hittust í Trongis
vági leygardagin, tá TB tók
ímóti ÍF. TB, sum spælir sítt
fyrsta kappingarár í Eiklig
uni, eigur enn fyrsta stigið til
góðar, men fekk eitt sett fyri
viku síðani ímóti Mjølnir. ÍF er
hinvegin oddalið í bestu mans
deildini, so fortreytirnar hjá
lið unum vóru ymiskar.
Fyrstu løtuna av fyrsta setti
fylgdi TB við, men miðskeiðis
í settinum fór ÍF avstað. Fleiri,
ið kanska ikki hava spælt so
nógv í hinum dystunum hjá
ÍF, sluppu at royna seg frá
byrjan, og hinvegin var eitt nú
Rúni Weihe ikki inni í fyrsta
settinum.
Tey bæði seinnu settini
broyttist dysturin ikki stór
vegis, men heldur gjørdist upp
aftur greiðari, at munur altso
er á toppi og botni. ÍF stýrdi
spælinum frá byrjan til enda
og vann, sum væntað, eisini ein
greiðan 30 sigur.
Einfalt hjá ÍF
Flogbóltur Munurin á liðunum
var so mikið stórur, at ÍF kundi loyva
sær at lata allar sleppa at spæla,
uttan at dysturin fór at ridla fyri tað
Hilmar Jan Hansen
Í fjør var Fleyr ført fyri at spæla
upp ímóti bæði SÍ og Mjølnir, sum
endaðu í FMfinalunum, men sum
heild var størsti trupulleikin hjá
havnarmonnunum, at teir vóru ov
óstøðugir. Ikki er sørt, at tað sama
spøkir í vetur.
Leygardagin var í øllum førum
eingin ivi um, hvat av liðunum var
tað betra, tá Fleyr tók ímóti SÍ, tí
sørvingar vóru snøgt sagt omaná í
øllum løtum. Og í løtum var talan
um eina veruliga flongju.
Tað tók minni enn ein tíma hjá
SÍ at vinna dystin, og tað bleiv
gjørt við góðum spæli og einum
heilhugaðum innsatsi. Men av tí
at mótstøðan hinu megin netið var
linlig, gjørdist tað næstan ov lætt.
Fleyr, sum nú hevur tapt fýra
av sínum seks dystum higartil,
tykist eitt sindur leitandi í løtuni,
men fyrst og fremst ræður um at
finna eitt støðufesti, ið kann geva
úrslit. Tað hava teir í SÍ, sum anda
fuglfirðingar í nakkan heilt har
frammi – tvey stig aftanfyri, men
eisini við einum dysti minni.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur Fleyr kom ongantíð í gongd,
tá SÍ vitjaði Gunda dalshøllini, so tí vunnu
sørvingar ein sera sannførandi sigur
Sørvingar vunnu sannførandi móti Fleyr í Gungadalshøllini í Havn
Savnsmynd
Fleyr - SÍ 0-3
(21-25, 17-25, 20-25)
TB - ÍF 0-3
(18-25, 17-25, 17-25)