Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. november · Nr. 159 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Mynd: Álvur Haraldsen Team Klaksvík setir sær smá mál Hondbóltur – Vit hava tapt greitt í øllum landskappingardystunum higartil, men vit eru sum so nøgdir við menningina, sigur Fríði Ziskason í viðtalu við heimasíðuna hjá Neistanum Uni Holm Johannesen Tapti Klaksvík tapti aftur greitt og uppiborið hesaferð. Greipuvinnararnir úr Neistanum runnu klaksvíkingarnar um koll og vunnu 41-24. Fríðin Ziskason er formaður og partur av leikarahópinum hjá Team Klaksvík, sum royna seg í fremstu deildini fyri fyrstu ferð. Felagið setti sær sum mál at menna ungu og óroyndu spæl- ararnar, sum ætlandi skulu bjóða hinum av um tvey ella trý ár. Við støði í menningini, er Fríði Ziskason nøgdur. – Støðan er í lagi. Vit seta okkum smá mál. Vit hava tapt stórt í øllum dystunum, og longu aftaná 15 minuttir plaga dystirnir at verða avgjørdir. Tað vildu vit ikki í dag, og vit vóru aftan fyri við trimum málum, so tað var í lagi, sigur Fríðin Ziskason við neistin.fo. Royndu at renna við Tað var serliga seinastu løtuna, at Neistin rann undan gestunum. Heimaliðið skeyt 11 mál seinastu 15 minuttirnar í fyrra hálvleiki, og Team Klaksvík fekk bara fýra. Útgangsstøðið hjá klaks víking- um var øðrvísi hesaferð, sigur Fríðin Ziskason. Hann ger greitt, at Team Klaksvík royndi at renna við Neistanum, heldur enn at draga ferðina úr dystinum. – Teir fáa færri mál eftir skjót- álop, so tað riggaði í ein ávísan mun. Vit ætlaðu at halda teimum frá at fáa 40 mál hesaferð, men tað eydn aðist akkurát ikki, sigur Fríðin Ziskason við heimasíðuna hjá Neistanum. Tá Team Klaksvík og Neistin spældu í Klaksvík í fyrsta um- farinum vunnu greipu vinn ararnir 49-32. Finnur Hansson, Neistin, var toppskjútti í gjár við 10 málum. Kyndil misti eitt stórt fet Hondbóltur Henrik Gerster og Kyndil eru fyribils ikki partar av oddastríðnum í bestu mansdeildini. Liðið misti aftur tvey stig í gjár Uni Holm Johannesen Tað hava verið ov stór sveiggj í avrikunum hjá Kyndil í hesum kappingarárinum. Úrtøkan higartil er sjey stig. Høvuðsstaðarliðið hevur vunnið á VÍF, StÍF og Team Klaksvík, spælt javnt móti Neist anum, og tapt tvær reisur fyri KÍF, og einaferð fyri H71. Kyndil tapti 30-25 í Kollafirði í gjár. Agnar skeyt brotskøstini Agnar Joensen spældi fyri fyrstu ferð við KÍF í gjár. Hann var ikki nógv inni á vøllinum, men hann tók sær av brotskøstunum, sum hann sendi trygt í netið. Kollafirðingar vóru framm- an fyri 11-10, tá átta minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. So setti heimaliðið ferðina upp. KÍF fór til hálvleiks við støðuni 17-12. Tað var serliga í verju- partinum, at Kyndil var lítið sann førandi. Heimaliðið spældi seg lætt til upplagdar møgu leikar, og serliga tók Gert Hansen ofta av. Hann skeyt seks mál. Avgerandi løtan var mið- skeiðis í seinna hálvleiki. KÍF var á odda 21-16, tá gestirnir gjørdu bart og komu upp á 22- 21. Tá vóru tólv minuttir farin av seinna hálvleiki. Kyndil fekk sítt næsta mál, tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, men tá høvdu kollfirðingar skotið 28 mál í alt, og tá var ov seint. Uni Holm Johannesen VÍF vann greitt og uppiborið á StÍF. Úrslitið var 28-15. Vestmenningar fóru frá gestunum í fyrra hálvleiki, og munurin bara øktist við tíðini. Magnus Muller, VÍF, var toppskjútti. Hann skeyt átta av málunum. Leivur Justinussen skeyt flest mál fyri StÍF. Hann fekk sjey mál. Við sigrinum lyftu vest menn- ingarnir seg upp um StÍF á stigatalvuni. VÍF er nummar fimm við fimm stig, og StÍF nummar seks við fýra stigum. uni@sosialurin.fo VÍF aftur á beint Hondbóltur VÍF hevði ikki vunnið í seinastu trimum royndunum, tá vestmenningar komu aftur á beint í gjár Uni Holm Johannesen Undan 3. umfari vóru havnar- menn javnir við sanda vágs- menn, men teir spældu bara 2-2 móti Klaksvík 2. Bæði Klaksvík og Sandavágur hava tvey lið í 1. deild. Komandi sunnudag verður sannur toppdystur í Sandavági, tá ið havnarmenn koma á vitjan. Úrslit í 3. umf: Sandavágur - Klaksvík: 3-1 Havnin - Klaksvík 2: 2-2 Vestm. - Sandavágur 2: 3,5 - 0,5 Støðan: Sandavágur 10 Havnin 9 Klaksvík 6 Vestmanna 6 Klaksvík2 4,5 Sandavágur2 0,5 Sandavágsmenn vunnu á føroya- meistarunum tAlV Eftir trý umfør í fremstu deildini í talvi, er Sandavágs Talvfelag á odda. Í vikuskiftinum vunnu teir tryggan 3-1 sigur á verandi føroyameistaranum úr Klaksvík Mynd: Álvur Haraldsen