Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Niels Peter Bech er næstformaður hjá Tjaldri. – Tað er ongantíð stuttligt at siga venjarar úr starvi. Vit mettu, at tað var rætt at siga hann úr starvi, sigur hann. Boðini komu fríggjakvøldið. – Hondbóltsfelagið Tjaldur og Bogdan Burcea hava í kvøld avgjørt at gevast við samstarvinum, skrivar felagið í skrivi, sent fjølmiðlunum. Aftaná fýra ár eru Tjaldrið og Bogdan Burcea farin hvør til sítt. Hond bóltsfelagið í Runavík hevur vunnið seg úr næstbestudeildina og upp á ovasta tindin í føroyskum kvinnuhondbólti undir leiðsuni av Burcea. Niels Peter Bech sigur, at rumenski venjarin hevur ikki verið eins uppsettur í hesum kapp­ ingar árinum, og tað sæst aftur í avrikunum. Bech harmast um, at nevndin noyddist at taka hesa av­ gerðina. Mikukvøldið í farnu viku spældi Tjaldrið javnt á heimavølli móti StÍF, sum er greitt botnlið. Tjaldur hevur ikki spælt um vikuskifti. Um avgerðin skuldi takast, so skuldi tað vera nú, sigur Niels Peter Bech. Soleiðis hevur nýggi venjarin eina viku at gera sína ávirkan galdandi. – Vit hava snøgt sagt ikki verið nøgdir við avrikini í hesum kappingarárinum. Bogdan hevur havt sera stóra ávirkan á felagið, og vit eru sera takksamir fyri hansara arbeiði. Tað er í sátt og semju, at vit gevast við samstarvinum, hóast hann ikki ynskti tað, sigur Niels Peter Bech. Hann leggur dent á, at eingin hevur klamsað við hurðunum. Trygvi er spentur Trygvi Mortensen hevur loyst Bogdan Burcea av. Hann hevur seinastu árini roynt seg sum fótbóltsvenjara. Eitt starv, sum gagnar honum sum hond­ bóltsvenjara. – Tú arbeiðir við fólki, og krops­ liga venjingin líkist nógv. So tað eru ávísir fyrimunur við tí, sigur Trygvi Mortensen, sum umframt at spælt sjálvur og verið venjari hjá hondbóltsliðnum NSÍ, hevur roynt seg sum dómara. Hann sigur, at Tjaldur skal spæla positivan hondbólt. – Tað ræður um at finna spæli­ gleðina aftur skjótast tilber. Um tað eydnast, samstundis sum vit stríð­ ast fyri tí, so koma vit langt, sigur hann. Trygvi Mortensen ger greitt, at málið er at vinna seg í final­ urnar í landskappingini og steypa­ kappingini. Niels Peter Bech, næstformaður, er spentur. – Nú royna vit hetta, og so fer tíðin at vísa, um vit tóku røttu av­ gerðina, sigur hann. Tjaldur spælir á heimavølli móti Neistanum komandi sunnudag. Uni Holm Johannesen Átta ymsir málskjúttar. Og Randi Wardum skeyt flest mál fyri Kyndil við sínum fimm málum. Tað var eitt liðavrik fram um nakað annað, sum var orsøkin til, at Kyndil vann í Vági í gjár. Úrslitið var 23­21. Hálv leiks­ støðan var 14­10 til gestirnar. Úrslitið hevur verið við sær,at VB hevur mist sam­ bandið við ovastu liðini. Vágs­ kvinnur eru nummar fýra við sjey stigum, sum eru fimm færri enn oddaliðið Stjørnan. Vóru frammanfyri Kyndil vann sær trygga leiðslu í fyrra hálvleiki. VB var á odda 7­4 aftaná 14 minuttir, men so gekk illa hjá teimum. Gestirnir vunnu 10­3 sein­ astu løtuna í fyrra hálv leiki. VB royndi at svara aftur aftaná hvíldina, og tað var tætt við, at vágskvinnur fingu stig. Í seinastu royndini sendi heimaliðið í stongina, áðrenn Kyndil fór í skjótálop, og Jórun Ludvig skoraði til 23­21. Jónleif Sólsker stóð á odda fyri liðnum hjá Kyndli hesaferð. Geir Wardum, høvuðsvenjari, sat millum áskoðararnar, tí hann hvílir seg í nakrar vikur eftir skurðviðgerð í rygginum, skrivar heimasíðan hjá Kyndli. uni@sosialurin.fo Noyddust at siga venjaran upp Hondbóltur Bogdan Burcea hevur ikki verið eins uppsettur í ár, sum undanfarin ár. Tí noyddist nevndin í Tjaldri at siga hann úr starvi. Trygvi Mortensen, sum loysir hann av, ætlar sær at vinna liðið í finalurnar í steypakappingini og landskappingini Uni Holm Johannesen Við óvæntaða javnleikinum á útivølli móti Tjaldrinum í skjátt uni, varð væntað, at botn­ liðið StÍF fór helst at standa VÍF kurl í Vestmanna í gjár. Tær gjørdu tær ikki. Og tað langt frá. VÍF, sum er næstniðast, vann 25­16. Hálvleiksstøðan var 13­7. Kvinnurnar úr Vestmanna vunnu sær eina trygga leiðslu beinanvegin, og so var mót­ brekkan tung hjá StÍF. VÍF hevur nú fýra stig, sum eru vunnin móti StÍF. Liljan Djurhuus og Torgunn Johansen vóru toppskjúttar hjá VÍF við fimm málum. Rebekka Justinussen, StÍF, var toppskjútti við seks málum. Nýggi Tjaldur vejnarin, Trygvi Mortensen savnsmynd Fyrrverandi Tjaldur vejnarin, Bogdan Burcea Kyndil fekk fult í Vági Hondbóltur Uppflytararnir úr Kyndli syrgdu fyri, at VB hevur fyribils mist sambandið við ovastu liðini StÍF byrjaði alt ov illa Hondbóltur StÍF fekk sítt fyrsta mál í Vestmanna, tá 15 minuttir vóru spældir. Tá var VÍF framman fyri 7-1, og gestirnir høvdu lítlan møguleika at vinna leiðsluna aftur