mánadagur 15. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Fróði
Benjaminsen
var bestur
Erling er
stjørnuskotið
Ársins leikari Fróði Benjaminsen
varð kosin ársins fótbólts spæl ari
2010 í Hvonn Live leygar kvøld ið.
Stríðshugaði liðfor maðurin hjá
HB hevur uppiborið heið urin,
heldur viðmerkjari
Uni Holm Johannesen
Hann hevur verið føroyska
útgáv an av »Captain Fantastic«
seinastu árini.
Stríðsmaðurin hjá HB við
sjey-talinum á rygginum.
Umframt føroyameistara-
heitið, hevur hann nú aftur
vunn ið eina heiðursløn. Hesa-
ferð sum ein stak lingur.
Fróði Benjaminsen er kosin
ársins fótbóltspælari. Tað er
annað árið upp í slag.
Helgi L. Petersen er fótbólts-
við merkjari.
Hann heldur, at Christian
Høgni Jacobsen, NSÍ, hevur
eis ini verið eyðsýndur í hesum
kapp ingar ár inum, men Fróði
Benjaminsen hevði munin.
– Trýstið økist á leikararnar
og liðini, sum kappingin sans-
ar at. HB, EB/Streymur og NSÍ
kapp aðust um meistara heitið
sein astu
umførini.
Runa-
víking ar mistu fleiri týðandi
stig í sein astu umfør unum. HB
dugdi best at handfara trýstið.
Tað sigur heldur ikki lít ið um
Fróða Benjaminsen, at hann er
høvuðsorsøkin til, at HB endur-
vann
føroyameistaraheitið.
Hann hevur verið besti spæl-
arin í Voda fone deildini í ár,
sigur Helgi L. Petersen.
Fróði Benjaminsen er stadd-
ur uttanlands í løtuni, og hann
kundi tí ikki taka móti heiðr-
inum.
Landsliðsleikarin sigur í
stuttari viðmerking, at tað er
altíð stuttligt at fáa slíkt herða-
klapp.
Stoltur pápi
Harry
Benjaminsen,
pápi
Fróða, tók móti steypinum hjá
son inum leygarkvøldið.
Hann er sjálvsagt errin av
son inum.
– Tað hevði verið stuttligari
at staðið her, um tað var eg,
sum var kosin ársins spælari.
Tað er helst nakað seint nú.
Fróði hevur altíð verið ágrýtin
og lagt nógva orku í fótbóltin.
Hann fór at spæla við bóltin
sum tvey ára gamal, og hann
hevur nærmast ikki slept hon-
um síðan, sigur Harry Benja-
minsen, sum hevur sæð flestu
dystirnar hjá Fróða í ár.
Harry Benjaminsen sigur, at
sonurin hevur fleiri eginleikar
sum fótbóltsspælari.
– Fróði er stríðshugaður,
og hann hevur gott bólteyga.
Hann er heldur ikki egoistiskur,
og hann kennir sín leiklut sum
liðspælari, sigur Harry Benja-
minsen.
Fróði Benjaminsen hevur
vunnið heiðurin sum ársins
fót bólts spælari tríggjar ferðir.
Tað var í 2001, 2009 og 2010.
10.
ÁriÐ
UPP Í slaG
SKIPAÐI SOSIALURIN
FYRI ATKVØÐUGREIÐSLU,
HAR VENJARAR OG
LIÐ SKIPARAR, SAMAN
VIÐ UMBOÐUM FYRI
FJØLMIÐLARNAR, FUNNU
FRAM TIL BESTU FÓT
BÓLTSAVRIKNI Á ÁRINUM.
UNDAN HESUM HØVDU
BÆÐI SOSIALURIN OG
DAGBLAÐIÐ SKIPAÐ FYRI
ATKVØÐUGREIÐSLUM,
HAR FJEPPARAR VALDU
ÁRSINS SPÆLARA, MEN
BREIÐ SEMJA TYKIST
VERA UM, AT TAÐ
HEVUR STØRRI TIGN, TÁ
TAÐ ERU LIÐSKIPARAR
OG VENJARAR, SUM
GREIÐA ATKVØÐU
ÁRSINS LEIKARAR:
RANNVÁ ANDREASEN, KÍ,
FRÓÐI BENJAMINSEN, HB
ÁRSINS STJØRNUSKOT:
MARIA K. THOMSEN, KÍ,
ERLING JACOBSEN, VÍKINGUR
ÁRSINS MÁLVERJAR:
RANDI WARDUM, KÍ,
ANDRÁS GANGÓ, NSÍ
ÁRSINS VENJARAR:
BIRNIR HAUKSSON, SKÁLA,
HEÐIN ASKHAM, EB/STREYMUR
TOPPSKJÚTTAR:
RANNVÁ ANDREASEN, KÍ,
ARNBJØRN T. HANSEN, EB/STR.
Ársins stjørnUskot Erling Jacobsen spældi sín fyrsta
landskappingardyst, tá Víkingur vann 3-1 í Gundadali tann 29.
juli. Fýra mánaðir seinni er hann kosin ársins stjørnuskot
Uni Holm Johannesen
Erling Jacobsen fekk gjøgnumbrotið,
tá hann brádliga varð tveittur fyri
leyvurnar í landsdystinum móti
Norðurírlandi. Erling røkti plássið
sum vinstri bakkur.
Hann var millum mest eyðsýndu
á føroyska liðnum.
Erling Jacobsen skifti til Víking
í summarsteðginum, og hann loysti
Atla Gregeren av sum miðverji.
– Eg hevði ikki spælt í miðverjuni
áðrenn, so tað var ein avbjóðing. Tað
hevur gingið hampiliga væl, men
vit skuldu fingið meira burturúr í
ár, sigur Erling Jacobsen.
uni@sosialurin.fo
Ársins stjørnuskot, Erling Jacobsen og Maria K. Thomsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Skála fekk bronsuheiðursmerki í
landskappingini og tapti steypa-
finaluna móti KÍ.
Birnir Hauksson er nøgdur við
úrtøkuna í ár.
– Úrslitið var betri, enn eg hevði
væntað. Nú fyrireika vit okkum til
komandi kappingarár, og KÍ skal
koppast av trónini, sigur hann.
Birnir Hauksson hevur føroyska
damu, og tí er hann í Føroyum.
Hann hevur áður roynt seg sum
ung dómsvenjara í Íslandi og í
Danmark.
– Tað var ein spennandi av bjóð-
ing, og eg tók fegin av, tá eg var
biðin at vera venjari á Skála, sigur
hann.
– Nú skulu
vit koppa KÍ
Ársins venjari Íslendski Birnir Hauksson,
Skála, er kosin ársins venjari hjá kvinnum.
Nú er málið at gerast føroyameistari
Birnir Hauksson, Skála venjari
Mynd: Álvur Haraldsen