mánadagur 15. november 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 15. november · Nr. 159
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Randi Wardum og Andras Gango eru ársins málverjar
Mynd: Álvur Haraldsen
Rannvá Andreasen er ársins leikari og toppskjútti
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Rannvá Andreasen er millum
fremstu kvinnuligu fót bólts
spæl ararnar í Føroyum nakr
antíð.
Hon hevur skotið mál í
hópatali, og hon hevur átt
stóra leiklut í, at KÍ hevur ver ið
fullkomiliga eina ráðandi í før
oyskum kvinnufótbólti sein
astu árini.
Í ár skeyt hon 31 mál í 22
dyst um.
– Vit hava spælt fram rætt
aðan fótbólt, og eg eri nógv við
í spæl inum sum framherji. Tað
sleppi eg nærmast ikki undan,
sigur Rannvá Andreasen.
Hon leggur afturat, at hon
hevur vunnið heiðurin so ofta,
at hon hevur mist talið.
uni@sosialurin.fo
Rannvá gekk
aftur fremst
Ársins leikari Rannvá Andreasen,
KÍ, var toppskjútti í bestu kvinnu
deildini í 2010. Leygarkvøldið fekk
hon heiðurin sum ársins spælari
Randi og Andras
eru ársins málverjar
Ársins mÁlverji Randi Wardum og Andras Gangó
vóru bestu málverjarnir í føroysku landskappingini
Uni Holm Johannesen
Randi Wardum og KÍ vunnu aftur
greipuna í ár.
Umframt flottu úrslitini í heim
ligu kappingunum, stóðu kvinn
urnar úr Klaksvík seg eisini væl í
altjóða kappingini fyri meist arar.
KÍ hevur verið einaráðandi,
og Randi Wardum var sjáldan
sett undir veruligt trýst í hes um
kappingarárinum.
Men hon er besti málverjin í
kvinnudeildini.
Tað hevur hon verið so ofta, at
hon hevur gloymt, hvussu ofta hon
er kosin ársins mál verji.
Hon hevur hinvegin verið í betri
venjing fyrr.
– Eg spældi í Íslandi fyri tveimum
árum síðan, og tá var eg betri, enn
eg eri í dag. Mál mansvenjing verður
ikki raðfest serliga høgt í Føroyum.
Tað er spell, tí tað ger stóran mun,
sigur Randi Wardum.
Andras best hjá monnum
Andras Gango skifti úr ÍF til NSÍ
undan kappingarbyrjan í ár.
Tað eydnaðist so mikið væl,
at hann er kosin ársins málverji
í føroyskum fótbólti fyri fyrstu
ferð.
26 ára gamli ungarin vann
framman fyri Jákup Mikkel sen,
sum loysti Gangó av í Fuglafirði.
– Jákup Mikkelsen er millum
bestu málverjarnar í Føroyum
nakrantíð. Tað er stuttligt at
vera framman fyri hann, sigur
András Gangó, sum er errin av
herðaklappinum.
Tað er longu greitt, at Gango
spælir eisini við NSÍ í 2011.
uni@sosialurin.fo
Lars Muller
er ársins dómari
Ársins dómari Eins og í fjør,
varð Lars Muller kosin ársins dómari
Uni Holm Johannesen
Eingin hevur staðið dómara av
rikunum hjá Lars Muller kurl,
sambært liðskiparunum, venjar
unum og fjølmiðlunum.
Leygarkvøldið varð hann heiðr
aður.
– Eg dugi ikki at siga, hví eg
eri valdur. Eg havi verið heppin í
kroystum og ivasomum støðum,
tí eg havi oftast dømt rætt. Tað er
kanska tað, sigur Lars Muller.
Hann harmast somuleiðis um, at
tað ikki eru fleiri fótbóltsdómarar í
Føroyum. Lars vísir á, at dómararnir
hava eitt fantastiskt samanhald,
sum hann tekur til, og at teir gleða
seg longu til komandi kappingarár.
uni@sosialurin.fo
Ársins dómari, Lars Müller
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Hon hevur skotið fimm mál í
14 dystum.
– Nú verður landsliðið tað
næsta, sigur hon skemtandi.
Maria K. Thomsen og KÍ
vunnu greipuna í ár.
15 ára gomul fekk
gjøgnumbrotið
Ársins stjørnuskot Bara
15 ára gamla Maria K. Thomsen,
KÍ, sum hevur spælt sítt fyrsta
kappingarár í fremstu røð hjá
kvinnum, er ársins stjørnuskot